Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 51: Rutt og No’omi

Søga 51: Rutt og No’omi

Í Bíbliuni eitur ein bók Rutt. Hon er um eina familju ið livdi meðan dómarar vóru í Ísrael. Rutt er ein ung kvinna úr Móabslandi; hon hoyrir ikki til Ísrael, Guds fólk. Men Rutt lærir um hin sanna Gud, Jehova, og hon kemur at elska hann. No’omi er ein eldri kvinna sum hevur hjálpt Rutt at læra um Jehova.

No’omi er av ísraelsfólki. Einaferð tá tað næstan var ógjørligt at fáa mat í Ísrael, fluttu hon og maðurin við báðum synunum hjá sær til Móabsland. So doyði maður No’omi. Seinni giftu synir No’omi seg við tveimum móabitiskum gentum. Tær itu Rutt og Orpa. Men okkurt um 10 ár seinni doyðu eisini báðir synirnir hjá No’omi. Á, sum No’omi og tær báðar ungu kvinnurnar syrgdu. Hvat skuldi No’omi gera?

So ein dagin ger No’omi av, at hon vil fara alla ta longu leiðina aftur til sítt egna fólk. Rutt og Orpa vilja vera hjá henni, so tær fara við. Men tá tær hava gingið nakað, sigur No’omi við tær báðar ungu kvinnurnar: ’Farið tit nú heimaftur og verðið verandi hjá møðrum tykkara.’

No’omi kyssir tær farvæl. Men tá fara tær at gráta, tí tær eru so góðar við No’omi. ’Nei!’ siga tær. ’Vit fara við tær til títt fólk.’ Men No’omi svarar: ’Tit skulu fara heimaftur, døtur mínar. Tað er betri hjá tykkum at verða heima.’ Orpa fer tá til gongu heimaftur, men ikki Rutt.

No’omi vendir sær tá til hennara og sigur: ’Orpa er farin. Far tú nú heim við henni.’ Men Rutt svarar: ’Tú mást ikki noyða meg at fara! Lat meg verða hjá tær. Hagar sum tú fert, fari eg. Og har sum tú býrt, vil eg búgva. Fólk títt skal vera fólk mítt, og tín Gud skal vera mín Gud. Har sum tú doyrt, vil eg doyggja, og har vil eg verða jarðað.’ Tá Rutt hevur sagt hetta roynir No’omi ikki longur at fáa hana at venda við.

Endiliga koma tær báðar kvinnurnar til Ísrael. Her búsetast tær. Rutt fer alt fyri eitt at arbeiða á akrinum, tí tað er um ta tíðina tá byggurin verður heystaður. Ein maður ið eitur Boaz letur hana sanka bygg á akrinum hjá sær. Veitst tú hvør mamma Boaz var? Tað var Rahab úr býnum Jeriko.

Ein dagin sigur Boaz við Rutt: ’Eg havi hoyrt nógv um teg, og um hvussu góð tú hevur verið við No’omi. Eg veit at tú ert farin frá pápa og mammu og frá tínum egna landi fyri at búgva her hjá einum fólki tú aldri hevur kent fyrr. Jehova veri hjá tær og løni tær tað!’

Rutt svarar: ’Tú ert so vinaligur, harri. Tú hevur troystað meg og talað blídliga við meg.’ Boazi dámar Rutt væl, og áðrenn langt er umliðið giftast tey. Tá er No’omi glað! Men hon verður uppaftur glaðari tá Rutt og Boaz fáa sín fyrsta son, Obed. Hesin Obed verður seinni abbi at Dávidi, sum vit skulu hoyra nógv meira um.

Rutt og No’omi

Bókin Rutt í Bíbliuni.