Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 48: Teir klóku gibeonitarnir

Søga 48: Teir klóku gibeonitarnir

NÓGVIR býir í Kána’an gera seg nú út til bardaga móti Ísrael. Tey halda seg kunna vinna. Men tey sum búgva í býnum Gibeon halda ikki at tey kunnu vinna. Tey trúgva at Gud hjálpir ísraelsmonnum, og tey hava ikki hug at stríðast móti Gudi. Veitst tú hvat gibeonitarnir so gera?

Teir royna at fáa tað at síggja út sum teir búgva langt, langt burturi. Nakrir menn fara í gomul klæði og slitnar sandalir. Teir leggja nakrar útslitnar sekkir á esil síni, og taka gamalt, turt breyð við sær. So koma teir til Josva og siga: ’Vit koma úr einum landi langt burturi, tí vit hava hoyrt um tykkara stóra Gud, Jehova. Vit hava hoyrt um alt tað hann gjørdi fyri tykkum í Egyptalandi. Okkara leiðarar søgdu tí við okkum at vit skuldu pakka mat til ferðina, og fara til tykkara og siga: "Vit eru tænarar tykkara. Vit vilja fegnir hava frið við tykkum. Lovið okkum at tit ikki fara í bardaga móti okkum.“ Hyggið, klæðini hjá okkum eru slitin eftir ta longu ferðina, og breyðið vit høvdu við er gamalt og turt.’

Josva og hinir leiðararnir trúgva gibeonitunum. Og teir lova at teir ikki skulu fara í bardaga móti teimum. Men tríggjar dagar seinni frætta teir at gibeonitarnir búgva har nærhendis.

’Hví søgdu tit okkum at tit komu úr einum landi langt burturi?’ spyr Josva teir.

Gibeonitarnir svara: ’Tí vit frættu at tykkara Gud Jehova hevði lovað at geva tykkum alt Kána’ansland. Vit vóru bangnir fyri at tit fóru at drepa okkum.’ Men ísraelsmenn halda lyfti sítt. Teir drepa ikki gibeonitarnar, í staðin fyri gera teir teir til tænarar hjá sær.

Jerúsalems kongur er illur um at gibeonitarnir hava fingið frið við Ísrael. Hann sigur við fýra aðrar kongar: ’Komið og hjálpið mær í bardaga ímóti Gibeon.’ Og so fara teir fimm kongarnir í kríggj. Var tað nú klókt at gibeonitar fingu frið í lag við Ísrael, tá teir fáa fimm kongar ímóti sær? Vit fáa at síggja.

Josva 9:1-27; 10:1-5.

Josva og gibeonitarnir