Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 47: Ein tjóvur í Ísrael

Søga 47: Ein tjóvur í Ísrael
Akan goymir tað, sum hann hevur stolið

HESIN maðurin tekst við at grava okkurt niður inni í tjaldinum hjá sær! Ein vakran kappa, eina gullstong, og nøkur silvurstykki. Hetta hevur hann tikið í býnum Jeriko. Hvat átti hann at gjørt við lutir úr Jeriko? Minnist tú tað?

Alt í Jeriko átti at verða brent, og gullið og silvurið skuldi latast til skattkamarið í tabernaklinum hjá Jehova. Hesi fólkini hava ikki aktað Gud. Tey hava stolið nakað sum Gud eigur. Maðurin eitur Akan, og hini eru húsfólk hansara. Latið okkum nú vita hvat hendir.

Aftan á at Akan hevur stolið lutirnar, sendir Josva menn út í bardaga móti býnum Ai. Men teir tapa. Nakrir verða dripnir, og restin flýggjar. Josva verður keddur um tað. Hann leggur seg niður við andlitinum móti jørðini og biður til Jehova: ’Hví lætst tú hetta henda?’

Jehova svarar: ’Reis teg! Ísrael hevur syndað. Tey hava tikið burtur av tí ið skuldi oyðileggjast ella latast til Jehova skattkamar. Tey hava stolið ein vakran kappa og goymt hann. Eg fari ikki at vælsigna teg fyrr enn tú brennir hann og drepur tann ið stjól hann.’ Jehova lovar at hann skal vísa Josva á tann ið var ólýðin.

Josva kallar nú fólkið saman, og Jehova vísir á tann ónda Akan. Akan sigur sjálvur: ’Eg havi syndað. Eg sá ein vakran kappa, og eina gullstong og nøkur silvurstykki. Eg vildi so fegin hava tað, so eg tók tað. Tit finna alt, grivið niður í tjaldinum hjá mær.’

Lutirnir verða funnir og bornir til Josva. Hann sigur við Akan: ’Hví hevur tú komið okkum í vanlukku? Tú hevur tikið nakað sum tú ikki átti. Nú fer Jehova at koma tær í vanlukku!’ Síðan steinar fólkið Akan og hansara húsfólk til deyða. Vísir hetta ikki at vit aldri mugu taka nakað sum vit ikki eiga?

Ísrael fer nú aftur í bardaga móti Ai. Hesa ferðina hjálpir Jehova fólki sínum, og tey vinna bardagan.

Josva 7:1-26; 8:1-29.