Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 45: Yvir um Jordanánna

Søga 45: Yvir um Jordanánna

HYGG! Ísraelsmenn fara yvir um Jordanánna! Men hvar er alt vatnið farið? Fyri einari løtu síðan var fult av vatni í ánni, tí tað regnar illa hesa tíðina av árinum. Men nú er alt vatnið burtur! Og ísraelsmenn fara yvirum á turrum, akkurát sum við Reyðahavið! Hvar er vatnið farið? Nú skalt tú hoyra!

Ísraelsmenn fara yvir um Jordanánna

Tá ísraelsmenn skuldu fara yvir um Jordanánna, læt Jehova Josva geva fólkinum hesi boð: ’Prestarnir skulu taka sáttmálaørkina og ganga fyrst. Tá føturnir á teimum nerta við vatnið í Jordanánni, skal vatnið steðga.’

Prestarnir taka sáttmálaørkina og bera hana avstað framman fyri fólkinum. Teir koma til Jordan, og prestarnir fara beint oman móti vatninum. Áin er djúp, og streymurin er sterkur. Men í somu løtu sum føturnir hjá teimum nerta við vatnið, steðgar vatnstreymurin! Tað er eitt undur! Jehova hevur steðgað áarstreyminum longri uppi. Skjótt er einki vatn eftir í ánni!

Prestarnir sum bera sáttmálaørkina fara mitt út í ta uppturkaðu ánna. Sært tú teir á bílætinum? Har verða teir standandi meðan allir ísraelsmenn fara yvir um Jordanánna á turrum!

Tá øll eru komin yvirum letur Jehova Josva siga við 12 sterkar menn: ’Farið út í ánna, har sum prestarnir standa við sáttmálaørkini. Takið 12 steinar og leggið teir har sum tit skulu verða um náttina. Tá so børn tykkara einaferð í framtíðini spyrja hvat steinarnir hava at týða, skulu tit siga teimum frá vatninum sum steðgaði tá sáttmálaørkin skuldi yvir um Jordan. Steinarnir skulu minna tykkum á undrið ið hendi!’ Og hetta gera teir. Tólv sterkir menn taka hvør sín stein og seta hann har sum fólkið heldur hvíld um náttina. Josva setur eisini tólv steinar har sum prestarnir hava staðið í ánni.

Josva

At enda sigur Josva við prestarnar ið bera sáttmálaørkina: ’Komið upp úr Jordan.’ Og teir eru ikki meir enn uppkomnir, tá áin aftur fer at streyma, heilt sum hon gjørdi áðrenn ísraelsmenn fóru yvirum.

Josva 3:1-17; 4:1-18.