Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 44: Rahab krógvar njósnararnar

Søga 44: Rahab krógvar njósnararnar

HESIR menninir eru komnir illa fyri. Sleppa teir ikki til rýmingar, verða teir dripnir. Teir njósnast fyri ísraelsmenn, og kvinnan ið hjálpir teimum er Rahab. Hon býr í einum húsi uppi á múrinum ið er um Jeriko. Hoyr nú hví hesir menninir eru komnir illa fyri og mugu rýma gjøgnum eitt vindeyga.

Ísraelsmenn eru til reiðar at fara yvir um Jordanánna, inn í Kána’ansland. Men fyrst sendir Josva tveir njósnarar út.

Rahab og tveir ísraelitiskir njósnarar

Komnir til Jeriko fara njósnararnir inn til Rahab. Men boð fara til kongin í Jeriko: ’Tveir ísraelsmenn komu í nátt fyri at njósnast í landinum.’ Alt fyri eitt sendir kongurin nakrar mans til Rahab við hesum boðum: ’Kom fram við teimum monnunum tú krógvar inni hjá tær!’ Men Rahab hevur krógvað njósnararnar uppi á takinum. Hon sigur: ’Ja, víst komu nakrir menn, men eg veit ikki hvaðan teir vóru. Teir fóru avstað aftur í skýmingini, áðrenn býarportrið varð afturlatið. Um tit skunda tykkum, fáa tit fatur á teimum!’ Og menninir skunda sær út at taka teir.

Tá teir eru farnir rennur Rahab upp á takið. ’Eg veit at Jehova fer at geva tykkum hetta landið,’ sigur hon við njósnararnar. ’Vit hava hoyrt at hann turkaði vatnið í Reyðahavinum upp, tá tit fóru úr Egyptalandi, og at tit drupu kongarnar Sihon og Og. Lønið mær tað aftur, at eg havi hjálpt tykkum. Latið pápa mín og mammu mína, beiggjar og systrar mínar sleppa at liva.’

Tað lova njósnararnir, men so má Rahab gera nakað. ’Tak hetta reyða bandið og bind tað fast í vindeygað hjá tær,’ siga teir, ’og fá alt skyldfólk títt inn í húsið hjá tær. Tá vit so koma at taka Jeriko, síggja vit bandið í vindeyganum hjá tær, og vit fara ikki at drepa nakran í tínum húsi.’ Njósnararnir fara nú aftur til Josva og greiða honum frá øllum.

Josva 2:1-24; Hebrearabrævið 11:31.


LÆR MEIRA

LÆR TÍNI BØRN

Rahab trúði á Jehova

Lær, hvussu Rahab og familja hennara vórðu bjargað, tá ið Jeriko varð lagdur í oyði.