Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 41: Koparslangan

Søga 41: Koparslangan
Móses og koparslangan

LÍKIST hetta einari ordiligari slangu, sum hevur snarað seg rundan um pelan? Tað er tað ikki. Slangan er úr kopari. Jehova hevur boðið Mósesi at seta koparslanguna upp á pelan, so fólk fáa hugt at henni og sleppa undan at doyggja. Men slangurnar niðri á jørðini eru ordiligar slangur. Tær hava bitið fólkini og gjørt tey sjúk. Veitst tú hví?

Tað er tí ísraelsmenn hava talað ímóti Gudi og Mósesi. Teir grenja og siga: ’Hví tókst tú okkum burtur úr Egyptalandi fyri at lata okkum doyggja her í oyðimørkini? Her er hvørki matur ella vatn. Og vit orka ikki fyri at eta manna longur.’

Men mannað er gott og sunt. Jehova gav teimum tað við einum undurverki. Hann hevur eisini givið teimum vatn við einum undurverki. Men teir gleðast ikki um at Gud hevur syrgt fyri teimum, teir eru ikki takksamir. Fyri at straffa ísraelsmenn letur Jehova nakrar giftslangur koma. Slangurnar bíta, og nógv fólk doyggja.

Ísraelsmenn verða bitnir av slangum

At enda kemur fólkið til Móses og sigur: ’Vit hava syndað, tí vit hava talað ímóti Jehova og ímóti tær. Bið Jehova um at beina fyri slangunum.’

So biður Móses fyri fólkinum. Og Jehova býður Mósesi at gera hesa koparslanguna. Móses skal seta hana upp á ein pela, og tey sum eru bitin skulu hyggja at henni. Móses ger sum Gud sigur. Og tey ið verða bitin hyggja at koparslanguni; so skjótt sum tey gera tað, verða tey frísk aftur.

Hetta kan læra okkum nakað. Á ein hátt hava vit tað øll, sum ísraelsmenn ið vórðu bitnir av slangunum. Vit eru í ferð við at doyggja. Hygg rundan um teg — øll menniskju verða gomul og sjúk, og tey doyggja. Tað kemst av at tann fyrsti maðurin og fyrsta kvinnan, Ádam og Eva, vendu sær burtur frá Jehova, og vit eru øll teirra børn. Men Jehova hevur syrgt fyri at vit kunnu liva um ævir.

Jehova hevur sent son sín, Jesus Kristus, til jarðar. Jesus varð hongdur upp á ein pela, tí nógv trúðu at hann var eitt ónt menniskja. Men Jehova hevði sent Jesus fyri at hann skuldi frelsa okkum. Um vit hyggja at honum, um vit fylgja honum, kunnu vit fáa ævigt lív. Tað skulu vit seinni hoyra meira um.

4 Mósebók 21:4-9; Jóhannes 3:14, 15.