Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 40: Móses slær á klettin

Søga 40: Móses slær á klettin

ÁRINI líða — 10 ár, 20 ár, 30 ár, 39 ár! Og ísraelsmenn eru enn í oyðimørkini. Men øll hesi árini syrgir Jehova fyri fólki sínum. Hann gevur teimum manna at eta. Hann leiðir tey um dagin við einum skýstólpa, og um náttina við einum eldstólpa. Øll hesi árini slítast klæðini ikki hjá teimum, og tey fáa ikki ilt í føturnar.

Nú er tað tann fyrsti mánaðurin í tí 40. árinum eftir ferðina úr Egyptalandi. Ísraelsmenn hava aftur sett tjøldini upp í Kades. Tað var hiðani teir 12 njósnararnir vórðu sendir at njósnast í Kána’anslandi, næstan 40 ár frammanundan. Her í Kades doyr Mirjam, systir Móses. Og nú verður aftur stríð.

Ísraelsmenn finna einki vatn. Teir gremja seg fyri Mósesi: ’Høvdu vit bara doyð. Hví tókst tú okkum burtur úr Egyptalandi til hetta ræðuliga stað, her sum einki veksur? Her er hvørki korn ella drúvur ella granatepli. Her er ikki so mikið sum vatn at drekka.’

Móses slær á klettin

Móses og Áron fara til tabernaklið at biðja, og Jehova sigur við Móses: ’Kalla fólkið saman. So skalt tú meðan øll síggja tala til klettin har yviri. Úr honum skal so koma vatn, nóg mikið til alt fólkið og dýrini.’

So kallar Móses fólkið saman og sigur: ’Hoyrið nú, tit ið ikki líta á Gud! Skulu Áron og eg noyðast at lata vatn streyma fram til tykkara úr hesum klettinum?’ Síðan slær Móses tvær ferðir á klettin við stavinum. Og vatnið kemur streymandi út. Her er nóg mikið vatn til alt fólkið og øll dýrini.

Men Jehova er illur við Móses og Áron. Veitst tú hví? Tí Móses og Áron søgdu at teir skuldu fáa vatn at streyma út úr klettinum. Jehova var jú tann ið gjørdi tað. Og av tí at Móses og Áron ikki søgdu sum satt var, vil Jehova straffa teir. ’Tit skulu ikki sleppa at leiða fólk mítt inn í Kána’an,’ sigur hann.

Síðan fara ísraelsmenn úr Kades. Skjótt koma teir til Horsfjall. Uppi á hesum fjallinum doyr Áron. Hann er 123 ára gamal. Ísraelsmenn syrgja og gráta um Áron í 30 dagar. Sonur hansara Eleazar verður nú tann næsti høvuðspresturin í Ísrael.

4 Mósebók 20:1-13, 22-29; 5 Mósebók 29:5.