Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 38: Teir 12 njósnararnir

Søga 38: Teir 12 njósnararnir
Ísraelitiskir njósnarar bera frukt á einari stong

HYGG at fruktunum sum hesir menninir bera. Er víndrúvutyssið ikki stórt? Tveir menn mugu bera fruktirnar á einari stong. Har eru eisini fikur og granatepli. Hvaðani eru tær deiligu fruktirnar? Úr Kána’anslandi. Minst til at Ábraham, Ísakur og Jákup einaferð livdu í Kána’an. Men har kom hungursneyð, og tí flutti Jákup við familjuni til Egyptalands. Umleið 216 ár seinni leiðir Móses nú ísraelsmenn aftur til Kána’an. Teir eru komnir til eitt pláss í oyðimørkini ið nevnist Kades.

Fólkið í Kána’an er ónt. Móses sendir 12 njósnarar hagar, og hann sigur við teir: ’Kannið eftir hvussu nógv fólk ið búgva har, og hvussu sterk tey eru. Vitið um jørðin er góð at dyrka. Og minnist til at taka nakrar fruktir við tykkum haðani.’

Tá njósnararnir koma aftur til Kades, siga teir við Móses: ’Landið er sanniliga gott.’ Og sum prógv hava teir tikið fruktir úr landinum við sær aftur. Men tíggju njósnarar siga: ’Fólkini har eru stór og sterk. Vit verða dripin, um vit royna at taka landið.’

Ísraelsmenn ræðast tá teir hoyra hetta. ’Tað hevði verið nógv betri hjá okkum at doyð í Egyptalandi, ella her í oyðimørkini,’ siga teir. ’Nú verða vit dripnir í bardaga, og kvinnurnar og børnini hjá okkum verða tikin fangar. Latið okkum velja ein nýggjan leiðara í staðin fyri Móses, og so fara aftur til Egyptalands!’

Men tveir njósnarar líta á Jehova og royna at sissa fólkið. Teir eita Josva og Kaleb. Teir siga: ’Verið ikki bangin. Jehova er við okkum. Tað verður lætt at taka landið.’ Men fólkið lurtar ikki eftir teimum. Tey vilja enntá drepa Josva og Kaleb.

Nú verður Jehova ógvuliga illur, og hann sigur við Móses: ’Eingin í fólkinum sum er 20 ára gamal ella eldri skal koma inn í Kána’ansland. Tey sóu undurverkini eg gjørdi í Egyptalandi og í oyðimørkini, men kortini líta tey ikki á meg. Nú skulu tey ganga í oyðimørkini í 40 ár, inntil tann seinasti doyr. Bert Josva og Kaleb skulu koma inn í Kána’ansland.’

4 Mósebók 13:1-33; 14:1-38.