Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 37: Eitt tjald til tilbiðjan

Søga 37: Eitt tjald til tilbiðjan

VEITST tú hvat hetta er fyri ein bygningur? Líkist hann nøkrum tú fyrr hevur sæð? Hetta er eitt serligt tjald til tilbiðjanina av Jehova. Tað verður eisini nevnt eitt tabernakul. Ísraelsmenn vórðu lidnir at byggja tað eitt ár eftir ferðina úr Egyptalandi. Veitst tú hvør ið fann uppá at byggja tað?

Tabernaklið

Tað gjørdi Jehova. Meðan Móses var uppi á Sinaifjalli segði Jehova honum hvussu hann skuldi bera seg at. Tað skuldi byggjast so tað lættliga kundi takast sundur. So bar til at bera tað í pørtum til eitt annað stað, og seta tað saman aftur har. Tá ísraelsmenn fluttu stað úr staði í oyðimørkini, bóru teir tjaldið við sær.

Hygg nú inn í tað lítla rúmið innast í tjaldinum, har sært tú eina kistu, ella eitt skrín. Tað er sáttmálaørkin. Á henni eru tveir einglar ella kerubar, gjørdir úr gulli, hvør í sínum enda. Gud skrivaði aftur tey tíggju boðini á tvær talvur. Móses breyt jú tær báðar fyrstu. Nú vórðu talvurnar goymdar í sáttmálaørkini. Ein krukka við manna var eisini í henni. Minnist tú hvat mannað var?

Jehova velur sær nú Áron, beiggja Móses, til høvuðsprest. Hann leiðir fólkið í tilbiðjanini av Jehova. Synirnir hjá honum eru eisini prestar.

Hygg nú at tí størsta rúminum í tjaldinum. Tað er dupult so stórt sum hitt. Sært tú at nakað ið líkist einum lítlum skápi stendur har, nakað sum ein kassi, og tað rýkur frá tí? Tað er altarið. Har brenna prestarnir nakað ið eitur roykilsi; tað luktar væl. Og so er ein ljósastaki har við sjey lampum. Og tann triði luturin er eitt borð. 12 breyð liggja á borðinum.

Framman fyri tabernaklinum stendur eitt stórt ílat fult av vatni. Tað brúka prestarnir at vaska sær í. Har úti í forgarðinum stendur tað stóra altarið eisini. Har verða tey deyðu dýrini brend sum offur til Jehova. Tjaldið stendur mitt í leguni, og ísraelsmenn búgva so í sínum egnu tjøldum allan vegin rundanum.

2 Mósebók 25:8-40; 26:1-37; 27:1-8; 28:1; 30:1-10, 17-21; 34:1, 2; Hebrearabrævið 9:1-5.