Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 36: Gullkálvurin

Søga 36: Gullkálvurin

JAMEN, hvat er tað fólkið nú ger? Biðja tey ikki til ein kálv? Jú! Hví gera tey tað?

Tá Móses varð verandi uppi á fjallinum í langa tíð, segði fólkið: ’Vit vita ikki hvat er blivið av hasum Mósesi. Latið okkum gera ein gud sum kann leiða okkum burtur úr hesum landinum.’

Móses kastar tær báðar steintalvurnar frá sær

’Nú so,’ sigur Áron, beiggi Móses. ’Takið gullringarnar úr oyrunum, og fáið mær teir.’ Tað gera tey. Áron smeltar teir og ger ein kálv burtur úr gullinum. Nú sigur fólkið: ’Her er okkara gud, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi!’ So halda ísraelsmenn eina stóra veitslu og tilbiðja gullkálvin.

Men Jehova sær tað og verður ógvuliga illur. ’Móses,’ sigur hann, ’skunda tær oman. Ísraelsmenn hava gloymt lógir mínar og boyggja seg niður fyri einum gullkálvi.’

Fólk tilbiðja ein gullkálv

Móses skundar sær oman av fjallinum. Og hetta er tað hann sær, tá hann kemur nærri. Fólkið syngur og dansar um gullkálvin! Hann verður so illur at hann kastar tær báðar steintalvurnar við lógunum frá sær, so tær brotna. Síðan tekur hann gullkálvin, smeltar hann, og melur gullið til mjøl.

Fólkið hevur skikkað sær ræðuliga illa. Móses letur nakrar av monnunum fara eftir svørðum sínum. ’Tey óndu menniskjuni ið hava tilbiðið gullkálvin mugu doyggja,’ sigur hann. Menninir noyðast at drepa 3000 menniskju! Vísir tað ikki at vit mugu ansa eftir at vit bert tilbiðja Jehova, og ongan falskan gud?

2 Mósebók 32:1-35.