Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 35: Jehova gevur lógir sínar

Søga 35: Jehova gevur lógir sínar

OKKURT um tveir mánaðir aftan á ferðina úr Egyptalandi komu ísraelsmenn til Sinaifjall, sum eisini verður rópt Horeb. Har var tað Jehova talaði við Móses úr tí brennandi tornarunninum. Og har steðgaði fólkið eina tíð og setti tjøldini upp.

Móses fer niðan á fjallið, meðan ísraelsmenn bíða niðri undir. Ovast uppi á fjallinum sigur Jehova við Móses, at ísraelsmenn skulu lýða Hann, so skulu teir verða eitt serligt fólk, Hansara egna fólk. Móses fer oman og sigur frá tí Jehova hevur sagt. Og ísraelsmenn lova, at teir skulu gera alt sum Jehova biður teir, tí teir vilja vera hansara fólk.

Nú ger Jehova nakað løgið. Hann fær royk at standa upp av fjallinum, og hann fær toruna at ganga har uppi. Og sjálvur sigur hann við fólkið: ’Eg eri Jehova Gud tín, sum førdi teg út úr Egyptalandi.’ So gevur hann teimum eitt boð: ’Tit mugu ikki tilbiðja aðrar gudar enn meg.’

Tvær steintalvur

Gud gevur ísraelsfólki níggju onnur boð ella lógir. Tey verða øgiliga bangin og siga við Móses: ’Tú skalt tosa við okkum, tí um Gud tosar við okkum, eru vit bangin fyri at vit doyggja.’

Síðan sigur Jehova við Móses: ’Kom niðan á fjallið til mín. Eg skal geva tær tvær steintalvur sum eg havi skrivað lógir á, sum fólkið skal halda.’ Móses fer aftur niðan á fjallið. Hann verður har í 40 dagar og nætur.

Gud hevur nógvar, nógvar lógir at geva fólkinum. Og Móses skrivar tær upp, so tær kunnu verða lisnar upp fyri ísraelsmonnum. Gud gevur eisini Mósesi tær báðar steintalvurnar. Á tær hevur Gud skrivað tíggju lógir, sum hann hevur givið fólkinum. Tær rópa vit ’Tey tíggju boðini’.

Móses á Sinaifjalli

Tey tíggju boðini eru lógir sum hava stóran týdning. Men hinar nógvu lógirnar sum Gud gav ísraelsmonnum, hava eisini týdning. Ein ljóðar: ’Tú skalt elska Jehova Gud tín av øllum hjarta tínum, av øllum huga tínum, av allari sál tíni og av allari styrki tíni.’ Ein onnur ljóðar: ’Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.’ Guds sonur, Jesus Kristus, segði at hetta vóru tey bæði størstu boðini Jehova gav fólki sínum, Ísrael. Seinni skulu vit læra nógv meira um Guds son og um tað hann segði.

2 Mósebok 19:1-25; 20:1-21; 24:12-18; 31:18; 5 Mósebók 6:4-6; 3 Mósebók 19:18; Matteus 22:36-40.