Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 34: Eitt nýtt slag av mati

Søga 34: Eitt nýtt slag av mati

SÆRT tú tað sum hesi fólkini henta upp av jørðini? Tað líkist ísi ella kavafølvi. Tað er hvítt, í tunnum flakum. Men ísur er tað ikki; tað er nakað ið kann etast.

Ísraelsmenn henta manna

Tað er bert ein mánaður síðan ísraelsmenn fóru úr Egyptalandi. Nú eru teir í oyðimørkini. Har veksur lítið og einki til matna, so fólkið knarrar: ’Hevði Jehova bara dripið okkum í Egyptalandi. Har høvdu vit í hvussu er nóg mikið at eta.’

Jehova sigur nú: ’Eg skal lata mat regna niður til tykkara av himli.’ Og tað ger hann. Morgunin eftir síggja tey nakað hvítt liggja á jørðini, og tey spyrja hvørt annað: ’Hvat man hatta vera?’

Móses sigur: ’Tað er maturin Jehova hevur givið tykkum at eta.’ Fólkið nevnir tað MANNA. Tað smakkar nakað sum hunangskøkur.

’Hvør tykkara kann henta sær so nógv sum hann orkar at eta,’ sigur Móses við fólkið. Hvønn morgun fara tey so út at henta manna. Seinni um dagin smeltar tað sum eftir er av manna í sólini.

Móses sigur eisini: ’Eingin má goyma sær manna til næsta dag.’ Men summi lurta ikki eftir honum. Veitst tú hvat so hendir? Jú, næsta morgun er fult av maðkum í mannanum sum tey goymdu sær, og tað luktar ræðuliga illa!

Men ein dag í vikuni skulu tey henta dupult so nógv manna sum annars, sigur Jehova. Tað er sætta dagin. Og tey skulu goyma burtur av tí til næsta dag, tí Jehova letur einki manna falla sjeynda dagin. Tá tey goyma sær manna til sjeynda dagin, kemur eingin maðkur í, og tað fer ikki at lukta! Aftur eitt undur!

Øll árini meðan ísraelsmenn eru í oyðimørkini, gevur Jehova teimum manna at eta.

2 Mósebók 16:1-36; 4 Mósebók 11:7-9; Josva 5:10-12.