Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 31: Móses og Áron hjá Farao

Søga 31: Móses og Áron hjá Farao

TÁ MÓSES kom aftur til Egyptaland, fortaldi hann beiggja sínum Áron alt um undrini. Og tá Móses og Áron vístu ísraelsmonnum undrini, trúðu teir allir at Jehova var við teimum.

So fóru Móses og Áron til Farao. Teir søgdu við hann: ’Jehova, Gud Ísraels, sigur: "Lat fólk mítt fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina, so tey kunnu tilbiðja meg har.“’ Men mundi Farao loyva ísraelsmonnum at fara út í oyðimørkina? Nei, hann segði: ’Eg trúgvi ikki upp á Jehova, og eg lati ikki Ísrael fara.’

Farao var illur um at teir vildu hava frí frá arbeiðinum fyri at tilbiðja Jehova. Tí noyddi hann teir at arbeiða uppaftur harðari. Nú góvu ísraelsmenn Mósesi skuldina fyri at teir høvdu tað so ringt, og Móses varð keddur. Men Jehova uggaði hann. ’Eg skal fáa Farao at lata fólk mítt fara,’ segði Jehova.

Móses og Áron hjá Farao

So fóru Móses og Áron aftur til Farao. Hesa ferð gjørdu teir eitt undur. Áron kastaði stavin hjá sær niður, og hann varð til eina stóra slangu. Vísmenninir hjá Farao kastaðu nú eisini sínar stavar niður, og fram komu nakrar slangur. Men hygg! Slangan hjá Áron etur allar slangurnar hjá vísmonnunum. Kortini læt Farao ikki ísraelsmenn fara.

Nú mátti Jehova læra Farao. Veitst tú hvussu hann gjørdi tað? Hann læt 10 plágur koma yvir Egyptaland.

Fleiri ferðir meðan plágurnar vóru, sendi Farao boð eftir Mósesi og segði: ’Steðga pláguni, so skal eg lata Ísrael fara.’ Men hvørja ferð plágan so steðgaði, broytti Farao ætlan. Hann læt ikki fólkið fara kortini. Men tá tíggjunda plágan endaði, bað Farao sjálvur ísraelsmenn fara.

Kennir tú tær tíggju plágurnar? Blaða um á næstu síðu, so kanst tú lesa um tær.

2 Mósebók 4:27-31; 5:1-23; 6:1-13, 26-30; 7:1-13.