Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 30: Tornarunnurin sum brann

Søga 30: Tornarunnurin sum brann

MÓSES var komin so langt sum til fjallið Horeb við seyðinum. Her sá hann ein dagin nakað løgið. Hann sá ein tornarunn í ljósum loga, uttan at hann tó brendist upp!

Móses við brennandi tornarunnin

’Løgið!’ hugsaði Móses. ’Hasum má eg hyggja nærri at!’ Tá hann nærkaðist, ljóðaði ein rødd úr tornarunninum: ’Kom ikki nærri. Lat teg úr skónum, tí tú stendur á heilagari jørð.’ Tað var Gud ið tosaði gjøgnum ein eingil, so Móses fjaldi andlitið.

Tá segði Gud: ’Eg havi sæð neyðina hjá fólki mínum í Egyptalandi. Nú vil eg fría tey, og teg vil eg brúka at leiða fólk mítt út úr Egyptalandi.’ Jehova vildi leiða fólkið hjá sær til tað vakra Kána’ansland. Har skuldu tey búgva.

Men Móses segði: ’Eg? Hvussu skuldi eg borið meg at? Fari eg, munnu ísraelsmenn bara siga: "Hvør hevur sent teg?“ Hvat skal eg so svara?’

’Soleiðis skalt tú siga,’ svaraði Gud. ’"JEHOVA, Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups, hevur sent meg til tykkara.“’ Og Jehova legði aftrat: ’Hetta skal vera navn mítt til ævigar tíðir.’

’Men um tey nú ikki trúgva, at tú sendi meg?’ segði Móses.

’Hvat er tað tú hevur í hondini?’ spurdi Gud.

Móses svaraði: ’Eg havi ein stav.’

’Kasta hann niður á jørðina,’ segði Gud. Tað gjørdi Móses — og hvat hendi? Jú, stavurin varð til eina slangu. Jehova vísti eisini Mósesi eitt annað undur. Hann segði: ’Stikk hondina inn á bringuna.’ Tað gjørdi Móses, og tá hann tók hondina út aftur, var hon hvít sum kavi! Hondin sá út sum hevði hon ta ræðuligu spitalskusjúkuna. Jehova gav eisini Mósesi vald at gera eitt triðja undur. ’Tá tú gert hesi undrini, fara ísraelsmenn at trúgva at eg sendi teg.’

Síðani fór Móses heim og segði við Jetro: ’Lat meg fara aftur til ætt mína í Egyptalandi og vita hvussu til stendur.’ Jetro segði Mósesi farvæl, og Móses fór undir ta longu ferðina til Egyptalands.

2 Mósebók 3:1-22; 4:1-20.