Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 29: Hví Móses rýmdi

Søga 29: Hví Móses rýmdi

MÓSES rýmir burtur úr Egyptalandi. Sært tú at menninir elta hann? Hví munnu teir vilja drepa Móses? Latið okkum royna at fáa greiði á tí.

Móses rýmir úr Egyptalandi

Móses vaks upp hjá Farao sum ráddi í Egyptalandi. Hann gjørdist ein klókur og mætur maður. Men Móses visti, at hann ikki var egypti. Røttu foreldur hansara vóru ísraelitiskir trælir.

Tá hann var 40 ára gamal ætlaði hann ein dagin at fara og vita hvussu tað gekst fólki hansara. Tey vórðu ræðuliga illa viðfarin. Hann sá ein egypta sláa ein ísraelitiskan træl. Móses hugdi rundan um seg. Hann sá ongan í námind og sló egyptan, og egyptin doyði. Síðan goymdi Móses líkið av honum í sandinum.

Dagin eftir fór Móses aftur út at vitja fólk sítt. Hann helt seg kunna hjálpa teimum so tey ikki longur noyddust at vera trælir. Nú sá hann tveir ísraelsmenn berjast, og hann segði við tann ið hevði skuldina: ’Hví slært tú bróður tín?’

Maðurin segði: ’Hvør hevur sett teg at ráða og døma? Ætlar tú at drepa meg sum tú drapst egyptan?’

Nú varð Móses bangin. Fólk høvdu altso ansað tí hann hevði gjørt við egyptan. Sjálvur Farao frætti tað, og hann sendi sínar menn út at drepa Móses. Tí mátti Móses rýma úr Egyptalandi.

Móses fór úr Egyptalandi og langt burtur til Midjansland. Har hitti hann Jetro og familjuna hjá honum. Móses gifti seg við einari dóttur Jetro ið æt Zippora. Hann gjørdist seyðamaður og røktaði seyð hjá Jetro. Í 40 ár búði hann í Midjanslandi. Nú var hann 80 ára gamal. So ein dagin, meðan Móses røktaði seyðin hjá Jetro, hendi nakað heilt óvanligt sum broytti alt lívið fyri Móses. Á næstu síðu sært tú hvat tað var.

2 Mósebok 2:11-25; Ápostlasøgan 7:22-29.