Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 28: Hvussu Móses lítli varð bjargaður

Søga 28: Hvussu Móses lítli varð bjargaður

SÆRT tú at tað lítla barnið grætur og heldur um fingurin á konuni? Tað er Móses. Veitst tú hvør tann fína konan er? Hon er prinsessa í Egyptalandi, dóttir sjálvan Farao.

Dóttir Farao finnur Móses

Tá Móses var føddur, goymdi mamman hann inntil hann var tríggjar mánaðir gamal, fyri at egyptar ikki skuldu drepa hann. Men hon visti at Móses kanska fór at verða funnin. Nú skalt tú hoyra hvussu hon fekk bjargað honum.

Hon tók eina kurv og gjørdi hana so tætta at vatn ikki lak inn í hana. Síðan legði hon Móses í kurvina og setti hana í tað síða grasið við Niláarbakkan. Stórasystirin hjá Mósesi, Mirjam, skuldi standa eitt sindur burturfrá og vita hvat hendi.

Skjótt kom dóttir Farao oman til Nilánna at baða sær. Knappliga sá hon kurvina inni millum sevini. ’Fá mær hasa kurvina,’ segði hon við eina tænastugentu. Og tá prinsessan læt kurvina upp, lá eitt fitt lítið barn í henni! Móses lítli græt, og prinsessuni tókti so synd í honum. Hon helt ikki at hann skuldi drepast.

So kom Mirjam til. Tú sært hana á bílætinum. ’Skal eg finna eina ísraelitiska kvinnu, sum kann hava barnið á brósti fyri teg?’ segði Mirjam við dóttur Farao.

’Ja, ger tað,’ svaraði prinsessan.

Mirjam var kvik heim eftir mammu síni. Mamma Móses kom nú til prinsessuna, og prinsessan segði: ’Tak henda lítla dreingin og ansa mær eftir honum. Eg skal geva tær pengar afturfyri.’

Síðan hevði mamma Móses sín lítla drong hjá sær. Tá Móses var nóg gamal fór hon við honum til dóttur Farao, ið tók hann til sín, sum var hann hennara egni sonur. Soleiðis bar tað til at Móses vaks upp í húsinum hjá Farao.

2 Mósebók 2:1-10.