Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 27: Ein óndur kongur í Egyptalandi

Søga 27: Ein óndur kongur í Egyptalandi

HER sært tú nakrar menn ið noyða aðrar at arbeiða. Hygg at honum ið slær ein arbeiðsmann við koyrli! Arbeiðararnir eru skyldfólk hjá Jákupi, ísraelsmenn. Og menninir ið noyða teir at arbeiða, eru egyptar. Ísraelsmenn eru trælir hjá egyptum. Hvussu er tað komið hartil?

Egyptar kúga ísraelsmenn

Í nógv ár búði tann stóra familjan hjá Jákupi í Egyptalandi í friði og náðum. Jósef, sum eftir Farao sjálvum var tann mektigasti maðurin í Egyptalandi, vardi tey. Men so doyði Jósef. Og ein nýggjur Farao, sum ikki dámdi ísraelsmenn, gjørdist kongur í Egyptalandi.

Hesin óndi Farao gjørdi ísraelsmenn til trælir. Hann setti óndar og óreinar menn at ansa eftir teimum. Teir noyddu ísraelsmenn at arbeiða hart og byggja býir til Farao. Men kortini gjørdust ísraelsmenn fleiri og fleiri í tali. Tá ein tíð var umliðin fóru egyptar at stúra fyri at ísraelsmenn skuldu blíva alt ov nógvir og alt ov sterkir.

Egyptar kúga ísraelsmenn

Veitst tú hvat Farao so gjørdi? Hann sendi boð eftir konunum ið hjálptu teimum ísraelitisku mammunum tá tær skuldu eiga børn. Hann segði við tær: ’Hvørja ferð ein drongur verður føddur, skulu tit drepa hann.’ Men tær vóru góðar konur og vildu ikki drepa teir nýføddu dreingirnar.

Síðan gav Farao sínum monnum hesi boð: ’Takið tey nýføddu dreingjabørnini hjá ísraelsmonnum og drepið tey. Bert gentubørnini mugu tit lata verða á lívi.’ Var tað ikki ræðuligt? Latið okkum nú síggja hvussu ein drongur varð bjargaður.

2 Mósebók 1:6-22.