Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 25: Familjan flytur til Egyptalands

Søga 25: Familjan flytur til Egyptalands

NÚ FÆR Jósef ikki barað sær longur. Hann letur allar tænarar sínar fara út. Tá hann er einsamallur við brøðrunum sker hann í grát. Hugsa tær hvussu ovfarnir brøðurnir verða. Teir vita jú ikki hví hann grætur. Endiliga sigur hann: ’Eg eri Jósef. Livir pápi mín enn?’

Brøðurnir missa málið, so bilsnir eru teir. Og teir verða bangnir. Men Jósef sigur: ’Komið bert nærri.’ Tá teir koma nærri sigur hann: ’Eg eri bróðir tykkara Jósef, sum tit seldu til Egyptalands.’

Jósef heldur áfram at tala blídliga við teir: ’Tit skulu ikki longur harmast um at tit seldu meg. Í roynd og veru var tað Gud ið sendi meg til Egyptalands fyri at bjarga mannalívum. Farao hevur sett meg at stýra øllum landinum. Skundið tykkum nú heim til pápa mín og sigið honum tað. Og sigið at hann skal koma higar at búgva.’

Jósef hálsfevnir nú allar brøður sínar og hann kyssir teir. Tá Farao frættir, at brøður Jósefs eru komnir, sigur hann við Jósef: ’Lat teir fáa nakrar vognar og fara heim eftir pápa sínum og familjunum hjá sær og síðan koma aftur higar. So skal eg geva teimum besta lendið í øllum Egyptalandi.’

Tað gjørdu teir so. Á bílætinum sært tú Jósef møta pápa sínum tá hann kom til Egyptalands við allari familjuni.

Húskið hjá Jákupi var ógvuliga stórt. Til samans vóru tey 70 tá tey fluttu til Egyptalands, um vit telja Jákup og øll børnini og abbabørnini hjá honum. Hartil koma so konurnar, og helst eisini nógvir tænarar. Øll hesi búsettust í Egyptalandi. Tey nevndust ísraelsmenn, tí Gud hevði broytt navnið á Jákupi til Ísrael. Ísraelsmenn gjørdust Guds serliga fólk, sum vit seinni skulu fáa at síggja.

1 Mósebók 45:1-28; 46:1-27.

Jósef og familja hansara