Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 24: Jósef roynir brøður sínar

Søga 24: Jósef roynir brøður sínar

JÓSEF vil fegin vita um teir 10 eldru brøðurnir hjá honum enn eru óndir og óreinir. Tí sigur hann: ’Tit eru njósnarar. Tit eru komnir fyri at fáa at vita hvar landið er veikt.’

’Nei,’ svara teir. ’Vit eru ærligir menn. Vit eru allir brøður. Vit vóru tólv, men ein er ikki meira, og tann yngsti er heima hjá pápa okkara.’

Jósef lætst ikki at trúgva teimum. Hann setur Símeon í fongsul og letur hinar brøðurnar fáa nakað av mati og fara heim. Men hann sigur við teir: ’Tá tit koma aftur, skulu tit taka yngsta bróður tykkara við.’

Teir koma síðan heim til Kána’an og siga pápanum, Jákupi, frá øllum ið hent er. Jákup verður forharmaður um tað. ’Jósef er ikki meira,’ grætur hann, ’og nú er Símeon ikki meira. Tit sleppa ikki at taka yngsta son mín Benjamin.’ Men tá maturin næstan er uppi hjá teimum, noyðist Jákup kortini at lata teir taka Benjamin við til Egyptalands, so teir kunnu fáa meira mat.

Nú sær Jósef brøður sínar koma. Hann verður glaður tá hann sær lítlabeiggjan Benjamin. Sjálvandi veit eingin teirra at hesin mektigi maðurin er Jósef. Jósef ætlar nú at royna sínar 10 hálvbrøður.

Hann letur tænarar sínar fylla allar sekkirnar hjá teimum við korni. Men uttan at brøðurnir vita av tí, letur hann teir eisini leggja sítt egna silvurbikar í sekkin hjá Benjamin. Tá teir eru komnir nakað áleiðis á heimferðini, sendir Jósef tænarar sínar eftir teimum. Tá teir fáa brøðurnar aftur, siga tænararnir: ’Hví hava tit stolið silvurbikarið frá harra okkara?’

’Vit hava ikki stolið bikarið hjá honum,’ siga allir brøðurnir. ’Finna tit bikarið hjá nøkrum av okkum, kunnu tit sláa hann í hel.’

Nú lata tænararnir sekkirnar upp, og teir finna bikarið í sekkinum hjá Benjamin, sum tú sært á bílætinum. Tænararnir siga: ’Tit kunnu allir fara, uttan hesin Benjamin. Hann má koma við okkum.’ Hvat fara teir 10 hálvbrøðurnir nú at gera?

Teir fara allir við Benjamin heimaftur til Jósef. Jósef sigur við brøður sínar: ’Tit kunnu allir fara heim, men Benjamin noyðist at verða eftir. Hann skal vera trælur hjá mær.’

Nú tekur Juda til orða: ’Fari eg heim uttan dreingin, doyr pápi mín, tí hann er ógvuliga góður við hann. Lat meg verða eftir sum træl, men lat dreingin sleppa heim.’

Jósef sær nú at brøður hansara eru broyttir. Teir eru ikki óndir og óreinir longur. Latið okkum vita hvat Jósef nú fer at gera.

l Mósebók 42:9-38; 43:1-34; 44:1-34.

Brøðurnir hjá Jósefi verða ákærdir