Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 23: Tað Farao droymdi

Søga 23: Tað Farao droymdi

NÚ GANGA tvey ár, og Jósef er enn í fongslinum. Skeinkjarin mintist ikki til hansara. So eina náttina droymir Farao tveir løgnar dreymar, og hann undrast á hvat teir munnu hava at týða. Sært tú hann sova á bílætinum? Morgunin eftir sendir Farao boð eftir vísmonnum sínum og sigur teimum frá dreymunum. Men teir duga ikki at siga honum hvat teir hava at týða.

Nústani minnist skeinkjarin til Jósef. Hann sigur við Farao: ’Tá eg sat í fongslinum, var ein maður har ið dugdi at týða dreymar.’ Alt fyri eitt syrgir Farao fyri at Jósef verður heintaður úr fongslinum.

Farao sigur Jósefi hvat hann droymdi: ’Eg sá sjey feitar og vakrar kýr. Síðani sá eg sjey ljótar og rakar kýr. Og tær raku kýrnar ótu tær feitu.

Farao droymir

Í hinum dreyminum sá eg fyrst sjey full og búgvin øks vaksa á einum strái. Síðani sá eg sjey tóm og sviðin øks. Tey tómu øksini fóru at gloypa teimum sjey góðu øksunum.’

Jósef sigur nú við Farao: ’Teir báðir dreymarnir merkja tað sama. Tær sjey feitu kýrnar og tey sjey fullu kornøksini merkja sjey ár, og tær sjey raku kýrnar og tey sjey tómu kornøksini merkja sjey ár aftrat. Sjey ár koma tá ov mikið veksur til matna í Egyptalandi. Men aftaná koma sjey ár tá bert heilt lítið veksur til matna.

So sigur Jósef við Farao: ’Vel tær nú ein klókan mann og lat hann savna føði saman tey sjey góðu árini. So verður nóg mikið av mati til tey sjey ringu árini ið koma aftaná, og eingin noyðist at svølta.’

Hetta hugskotið dámar Farao væl. Hann setur Jósef at innsavna og goyma korn. Eftir Farao verður Jósef mektigasti maðurin í Egyptalandi.

Átta ár seinni, meðan hungursneyð er, sær Jósef nakrar menn koma. Hvørjir munnu teir vera? Jú, tað eru teir 10 eldru brøðurnir hjá Jósefi! Pápin, Jákup, hevur sent teir til Egyptalands, tí teir næstan ongan mat eiga eftir heima í Kána’an. Jósef kennir brøður sínar aftur, men teir kenna ikki hann. Hví ikki? Tí Jósef nú er eldri, og tí hann er nógv øðrvísi ílatin.

Nú minnist Jósef tað hann droymdi tá hann var drongur: Hansara brøður skuldu koma og boyggja seg fyri honum. Minnist tú at tú hevur lisið tað? Jósef skilur nú, at Gud er tann ið hevur sent hann til Egyptalands, og tað av góðum grundum. Hvat heldur tú Jósef nú ger? Latið okkum síggja.

1 Mósebók 41:1-57; 42:1-8; 50:20.