Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 17: Tvíburar — men ymiskir

Søga 17: Tvíburar — men ymiskir
Esau

STÓRUR munur er á hesum báðum dreingjunum, heldur tú ikki? Veitst tú hvussu teir eita? Veiðimaðurin eitur Esau, og drongurin sum røktar seyð eitur Jákup.

Esau og Jákup vóru tvíburar, synir hjá Ísaki og Rebekku. Pápin, Ísakur, var serliga góður við Esau, tí hann var ein óførur veiðimaður og kom heim við mati til húskið. Men Rebekka var best við Jákup, tí hann var stillførur og friðarligur.

Abbi teirra Ábraham var enn á lívi, og Jákupi hevur óivað dámt væl at hoyra hann tosa um Jehova. Tá Ábraham doyði var hann 175 ára gamal, og tvíburarnir 15 ár.

Tá Esau var 40 ára gamal, giftist hann við tveimum kvinnum úr Kána’anslandi. Hetta harmaði Ísak og Rebekku, tí tær báðar kvinnurnar tilbóðu ikki Jehova.

So ein dagin hendi nakað sum gjørdi Esau ógvuliga illan við beiggjan Jákup. Tíðin var komin tá Ísakur skuldi signa elsta sonin hjá sær. Esau var eitt sindur eldri enn Jákup, tí roknaði hann við at fáa signingina. Men frammanundan hevði Esau selt Jákupi rættin til signingina. Longu tá teir báðir dreingirnir vórðu føddir, hevði Jehova sagt at Jákup skuldi fáa hana. Og so var. Ísakur gav soni sínum Jákupi signingina.

Jákup

Tá Esau frætti hetta, ilskaðist hann inn á Jákup. Hann varð so uppøstur, at hann segði hann skuldi drepa Jákup. Rebekka varð ógvuliga stúrin tá hon hoyrdi tað. Hon segði við mannin hjá sær, Ísak: ’Bara nú ikki eisini Jákup fer at gifta seg við einari av hesum kvinnunum í Kána’an.’

Ísakur segði tá við sonin Jákup: ’Gift teg ikki við einari kvinnu úr Kána’an. Far heldur til abba tín Betuel í Karan. Gift teg við einari dóttur hjá Labani, mammubeiggja tínum.’

Jákup lurtaði eftir pápa sínum, og alt fyri eitt fór hann undir ta drúgvu ferðina til skyldfólkini í Karan.

1 Mósebók 25:5-11, 20-34; 26:34, 35; 27:1-46; 28:1-5; Hebrearabrævið 12:16, 17.