Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 16: Ísakur fær eina góða konu

Søga 16: Ísakur fær eina góða konu

HVØR man kvinnan á bílætinum vera? Hon eitur Rebekka. Og maðurin hon fer til, er Ísakur. Hon skal vera kona hansara. Hvussu hendi tað?

Jú, pápi Ísak, Ábraham, vildi hava eina góða konu til sonin hjá sær. Hann vildi ikki at Ísakur skuldi gifta seg við einari kvinnu úr Kána’an, tí tær tilbóðu falskar gudar. Tí segði Ábraham við tænaran hjá sær: ’Far tú til Karan, har sum skyldfólk míni búgva, og fá soni mínum Ísaki eina konu haðani.’

Beinanvegin tók tænarin hjá Ábrahami tíggju kamelar og byrjaði ta longu ferðina. Tá hann nærkaðist staðnum har skyldfólkini hjá Ábrahami búðu, steðgaði hann við ein brunn. Hetta var móti kvøldi, og tá plagdu kvinnurnar í býnum at koma út eftir vatni úr brunninum. Nú bað tænarin hjá Ábrahami til Jehova og segði: ’Lat kvinnuna sum fær mær og kamelunum vatn, vera ta kvinnuna sum tú hevur valt Ísaki til konu.’

Rebekka møtir Ísaki

Lítla løtu seinni kom Rebekka eftir vatni. Tænarin bað hana geva sær eitt sindur av vatni, og hon gav honum. Síðan fór hon eisini eftir vatni til allar teir tystu kamelarnar. Tað var stríggið, tí kamelar drekka ræðuliga nógv vatn.

Tá Rebekka var liðug, spurdi tænarin hjá Ábrahami hvussu pápi hennara æt. Hann spurdi eisini um hann kundi gista heima hjá teimum. Hon svaraði: ’Pápi mín eitur Betuel, og tú kanst gott búgva hjá okkum.’ Tænari Ábrahams visti at Betuel var sonur Nakor, ið var beiggi Ábraham. Hann fall á knæ og takkaði Jehova fyri at hann hevði leitt hann til skyldfólkini hjá Ábrahami.

Um kvøldið segði tænarin hjá Ábrahami fyri Betueli og Labani, beiggja Rebekku, hví hann var komin. Teir søgdu báðir ja, Rebekka kundi fara við honum og gifta seg við Ísaki. Hvat segði Rebekka sjálv? Hon segði eisini ja. Hon vildi fegin fara við. Longu dagin eftir settu tey seg upp á kamelarnar og fóru ta longu leiðina aftur til Kána’an.

Tað var kvøld, tá tey komu leiðina fram. Rebekka sá ein mann ganga úti á bønum. Tað var Ísakur. Hann varð glaður tá hann sá Rebekku. Mamma hansara Sára var deyð trý ár frammanundan, og hann syrgdi enn um hana. Men nú gjørdist Ísakur ógvuliga góður við Rebekku, hann kom at elska hana og varð glaður aftur.

1 Mósebók 24:1-67.


LÆR MEIRA

LÆR TÍNI BØRN

Rebekka vildi gleða Jehova

Hvussu kunnu vit vera sum Rebekka? Les søguna, og lær meira um Rebekku.