Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 15: Kona Lot hyggur aftur um seg

Søga 15: Kona Lot hyggur aftur um seg

LOT og húsfólkið hjá honum búðu saman við Ábrahami í Kána’anslandi. Ein dagin segði Ábraham við Lot: ’Landið er ikki nóg stórt her til øll dýrini hjá okkum. Best er um vit skiljast. Um tú fert annan vegin, fari eg hin vegin.’

Lot hugdi út yvir landið. Hann sá nú eitt vakurt lendi sum hevði vatn og ov mikið av góðum grasi til dýrini. Tað var Jordanslættin. Hagar fluttu so Lot og húsfólkið og dýrini hjá honum. At enda búsettust tey í býnum Sodoma.

Fólkini í Sodoma vóru ógvuliga ónd. Lot var illur um tað, tí hann var ein góður maður. Gud var eisini illur. At enda sendi Gud tveir einglar til Lot fyri at siga honum at Gud fór at oyðileggja Sodoma og býin Gomorra nærindis, tí fólkini vóru so ónd.

Einglarnir søgdu við Lot: ’Ver skjótur! Tak konu tína og báðar døtur tínar og rým burtur higani!’ Lot og tey vóru nakað sein, so einglarnir tóku og leiddu tey út úr býnum. Annar eingilin segði: ’Rennið fyri lívið! Hyggið ikki aftur um tykkum. Rennið niðan í fjøllini, so tit ikki verða dripin!’

Lot og døturnar aktaðu og runnu burtur frá Sodoma. Tey steðgaðu ikki á og hugdu ikki aftur um bak. Men kona Lot var ólýðin. Komin nakað burtur frá Sodoma, steðgaði hon og hugdi aftur um seg. So varð kona Lot til ein saltstólpa. Sært tú hana á bílætinum?

Hetta kann læra okkum nakað. Tað vísir at Gud bjargar teimum ið gera sum hann sigur. Men tey ið ikki lýða hann, missa lívið.

1 Mósebók 13:5-13; 18:20-33; 19:1-29; Lukas 17:28-32; 2 Pætur 2:6-8.

Lot rýmir úr Sodoma