Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 13: Ábraham — vinur Guds

Søga 13: Ábraham — vinur Guds

EITT stað har fólk búsettust aftan á Vatnflóðina, æt Ur. Ur gjørdist ein týðandi býur við góðum húsum. Men fólkini í býnum tilbóðu falskar gudar. Tað høvdu tey eisini gjørt í Bábel. Fólk í Ur og Bábel vóru ikki sum Nóa og sonurin Sem, ið hildu áfram at tæna Jehova.

Hin trúfasti Nóa doyði 350 ár eftir Vatnflóðina. Tvey ár seinni varð Ábraham føddur. Tað er hann tú sært á bílætinum. Hann búði við húsfólki sínum í býnum Ur. Gud var serliga góður við Ábraham, og nú skalt tú hoyra hvussu tað gekst honum.

Ábraham hyggur at stjørnunum

Ein dagin segði Jehova við Ábraham: ’Tú skalt fara burtur úr Ur og frá skyldfólki tínum, út til eitt land sum eg skal vísa tær.’ Mundi Ábraham nú gera sum Gud segði og fara burtur frá tí hugaliga lívinum í Ur? Ja. Og av tí at Ábraham altíð gjørdi sum Gud segði, varð hann nevndur vinur Guds.

Nøkur skyldfólk hjá Ábrahami fóru við honum úr Ur. Pápin Tara fór við. Og bróðursonurin Lot. Og sjálvandi eisini kona Ábraham, Sára. So komu tey til eitt stað ið æt Karan. Har doyði pápi Ábraham, Tara. Tað var langt frá Ur.

Nakað seinni fór Ábraham við familjuni úr Karan og tey komu til landið Kána’an. Har segði Jehova: ’Hetta er landið eg skal geva børnum tínum.’ So varð Ábraham verandi í Kána’an. Hann búði ikki í einum húsi, sum vit, men í tjøldum.

Gud hjálpti Ábrahami, so hann fekk stór seyðafylgi, nógv onnur dýr og fleiri hundrað tænarar. Men sjálvi fingu Sára og hann eingi børn.

Tá Ábraham var 99 ára gamal segði Jehova: ’Eg lovi tær at tú skalt verða faðir at nógvum fólkasløgum.’ Men hvussu kundi tað bera til? Ábraham og Sára vóru ov gomul at fáa børn.

1 Mósebók 11:27-32; 12:1-7; 17:1-8, 15-17; 18:9-19.