Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 12: Eitt stórt torn verður bygt

Søga 12: Eitt stórt torn verður bygt

ÁRINI gingu. Synirnir hjá Nóa fingu nógv børn. Og børnini hjá teimum vórðu vaksin og fingu sjálv børn. Skjótt var fult av fólki á jørðini.

Ein var langabbasonur Nóa, Nimrod æt hann. Hann var ein óndur maður ið fór á veiðiferðir og drap bæði menniskju og dýr. Nimrod gjørdi seg sjálvan til kong yvir øllum. Gudi dámdi ikki Nimrod.

Tá tosaðu øll fólk eitt mál. Nimrod vildi fegin savna øll fólkini saman so hann kundi ráða yvir teimum. Veitst tú hvat hann gjørdi? Hann gav teimum boð um at byggja ein bý við einum stórum torni. Tú sært tey gera múrsteinar á bílætinum.

Jehova Gudi dámdi einki byggingina hjá teimum. Gud vildi at tey skuldu spjaðast um alla jørðina. Men tey søgdu: ’Komið! Latið okkum byggja ein bý og eitt torn so høgt, at tindurin røkkur heilt upp til himmals. So verða vit víðagitin!’ Tey søktu sína egnu æru, ikki Guds æru.

So fekk Gud tey at steðga byggingini av torninum. Veitst tú hvussu? Knappliga fekk hann tey at tosa nógv ymisk mál, í staðin fyri eitt. Nú skiltu tey ikki longur hvørt annað. Tí varð býurin hjá teimum nevndur Bábel, ella Bábylon, sum merkir "Fløkja“.

So fóru fólk at flyta burtur úr Bábel. Tey ið tosaðu sama málið búsettust saman ymsastaðni á jørðini.

1 Mósebók 10:1, 8-10; 11:1-9.

Fólk byggja eitt stórt torn