Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

2. Partur: Frá Vatnflóðini til ferðina úr Egyptalandi

2. Partur: Frá Vatnflóðini til ferðina úr Egyptalandi

Einans átta yvirlivdu Vatnflóðina, men tey fjølgaðust sum frá leið og vórðu til fleiri túsund. 352 ár aftan á Vatnflóðina varð Ábraham føddur. Vit hoyra hvussu Gud helt eitt lyfti til Ábraham, tá hann gav honum sonin Ísak. Av báðum synunum hjá Ísaki valdi Gud sær Jákup.

Jákup fekk eina stóra familju við 12 synum og fleiri døtrum. 10 synir hjá Jákupi hataðu yngra beiggjan Jósef og seldu hann til trældóm í Egyptalandi. Seinni gjørdist Jósef ein veldigur stjórnari í Egyptalandi. Tá ein álvarslig hungursneyð tók seg upp, royndi Jósef brøður sínar fyri at vita um teir høvdu broytt seg. At enda flutti alt húskið hjá Jákupi, ísraelsmenn, til Egyptalands. Hetta hendi 290 ár eftir at Ábraham varð føddur.

Tey næstu 215 árini búðu ísraelsmenn í Egyptalandi. Aftan á at Jósef var deyður gjørdust teir trælir. Seinni varð Móses føddur, og Gud brúkti hann til at fría ísraelsmenn út úr Egyptalandi. Í 2. PARTI er sagt frá einum tíðarskeiði ið vardi 857 ár.

Familjan hjá Jákupi flytur til Egyptalands