Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 9: Nóa byggir eina ørk

Søga 9: Nóa byggir eina ørk
Fólk flenna at Nóa

NÓA hevði konu og tríggjar synir. Synirnir hjá honum itu Sem, Kam og Jafet. Teir høvdu hvør sína konu. Húsfólkið hjá Nóa taldi altso átta fólk.

Gud læt Nóa gera nakað sum sá løgið út. Nóa skuldi byggja eina stóra ørk. Ørkin var sum eitt stórt skip, men líktist meira einum stórum, avlangum kassa. Gud segði: ’Hon skal vera í trimum hæddum, og hon skal býtast upp í fleiri rúm.’ Rúmini skuldu vera til Nóa og húsfólkið, og til dýrini og allan matin, sum tey skuldu hava.

Gud bað eisini Nóa tetta ørkina, so einki vatn lak inn. ’Eg lati eina stóra vatnflóð koma og oyðileggja allan heimin. Øll doyggja, sum ikki eru í ørkini!’

Nóa og synirnir hjá honum gjørdu sum Jehova segði, teir fóru at byggja. Men hini fólkini flentu bara. Tey hildu áfram at gera tað ið var ónt. Nóa segði hvat Gud fór at gera, men eingin trúði honum.

Familjan hjá Nóa leiðir dýrini og ber mat inn í ørkina

Tað var drúgt at byggja ørkina, tí hon var so stór. Men aftan á nógv ár var hon endiliga liðug. Nú bað Gud Nóa leiða dýrini inn í ørkina. Av summum dýrum skuldu tvey í ørkina, ein hannur og ein hon. Av øðrum dýrum skuldu sjey, segði Gud við Nóa. Allir teir ymisku fuglarnir skuldu eisini við í ørkina. Og Nóa gjørdi beint sum Gud segði.

At enda fóru Nóa og húsfólkið hjá honum eisini inn í ørkina. So læt Gud hurðina aftur. Innanfyri sótu Nóa og húsfólkið og bíðaðu. Hugsa tær at tú satst inni í ørkini og bíðaði. Fór ein vatnflóð veruliga at koma, sum Gud hevði sagt?

1 Mósebók 6:9-22; 7:1-9.