Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 8: Risarnir á jørðini

Søga 8: Risarnir á jørðini

HUGSA tær at tú møtti einum manni sum var so stórur, at hann rakk heilt upp til loftið! Hvat hevði tú sagt? Tað hevði verið ein ordans risi. Einaferð livdu veruliga risar á jørðini. Bíblian sigur at páparnir hjá teimum vóru einglar ið komu niður av himli. Hvussu bar tað til?

Harðligir risar

Jú, minst til at tann óndi eingilin Satan gjørdi fortreð allastaðni. Hann royndi eisini at fáa Guds einglar at gera tað ið var ónt. So við og við fóru nakrir einglar at lurta eftir Satani. Teir løgdu arbeiðið niður sum Gud hevði givið teimum í himli. Og teir komu niður á jørðina og gjørdu seg til menniskju. Hví heldur tú teir gjørdu tað?

Bíblian sigur at tað var tí hesir gudssynirnir sóu tær vøkru kvinnurnar á jørðini og vildu liva saman við teimum. Tí komu teir her niður á jørðina og giftu seg við kvinnunum. Tað áttu teir ikki at gjørt, tí Gud hevur skapt einglarnar til at vera í himlinum.

Einglarnir og konurnar hjá teimum fingu nøkur børn sum ikki vóru heilt vanlig. I fyrstuni vóru tey kanska ikki øðrvísi enn onnur. Men tey vuksu og vuksu. Tey blivu størri og størri, og sterkari og sterkari. At enda vóru tey risastór.

Risarnir vóru óndir. Og av tí at teir vóru so stórir og sterkir, kundu teir gera fólki nógv fortreð. Men tað var ikki nóg mikið at teir sjálvir vóru so óndir, teir vildu eisini noyða øll onnur at vera ónd.

Enok var deyður, men ein góður maður var eftir á jørðini. Hann æt Nóa. Hann gjørdi altíð sum Gud vildi. Tí var Gud góður við hann.

Ein dagin segði Gud við Nóa, at nú var tann tíðin komin, tá Hann vildi forkoma øllum teimum óndu. Gud ætlaði at Nóa, húsfólkið hjá honum og nógv dýr skuldu bjargast. Nú skalt tú hoyra hvussu.

1 Mósebók 6:1-8; Judas 6.