Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 6: Ein góður sonur og ein óndur

Søga 6: Ein góður sonur og ein óndur

SÆRT tú Káin og Ábel? Teir eru báðir vaksnir. Káin dyrkar jørðina. Hann dyrkar korn og fruktir og grønmeti.

Káin og Ábel geva Gudi offur

Ábel er seyðamaður. Honum dámar væl at ansa eftir teimum smáu lombunum. Tey vaksa og verða stórir seyðir, og skjótt hevur Ábel eitt heilt seyðafylgi.

Ein dagin geva Káin og Ábel Gudi eina gávu. Káin ofrar av matinum hann hevur dyrkað. Og Ábel ofrar tann allarbesta seyðin hjá sær. Jehova gleðist um Ábel og hansara gávu. Men hann gleðist ikki um Káin og hansara gávu. Hví ikki?

Tað er ikki bara tí gávan hjá Ábel er betri enn tann hjá Káin. Tað er tí Ábel er ein góður maður. Hann elskar Jehova og beiggja sín. Men Káin er óndur; hann elskar ikki beiggja sín.

Tí sigur Gud við Káin at hann má betra seg. Men Káin lurtar ikki eftir. Hann er illur tí Gud er betri við Ábel. So sigur Káin við Ábel: ’Kom við út á bøin.’ Tá teir eru púra einsamallir, slær Káin beiggja sín Ábel. Hann slær so hart at Ábel doyr. Var tað ikki ræðuligt, at Káin bar seg soleiðis at?

Káin rýmir, eftir at hann hevur dripið Ábel

Men hóast Ábel er deyður, minnist Gud hann. Ábel var eitt gott menniskja, og tey gloymir Jehova aldri. Ein dagin fer Jehova at geva Ábel lívið aftur. So noyðist Ábel ongantíð at doyggja aftur. Tá kann hann liva um allar ævir á jørðini. Verður tað ikki deiligt at koma at kenna menniskju sum Ábel?

Men Gudi dámar ikki menniskju sum Káin. Tá Káin hevði dripið beiggja sín, revsaði Gud hann við at senda hann langt burtur heimanífrá. Káin fór burtur og búsetti seg aðrastaðni á jørðini, og hann tók eina systur sína við. Hon varð kona hansara.

Káin og kona hansara fingu børn. Aðrir synir og døtur hjá Ádami og Evu giftu seg, og tey fingu eisini børn. Skjótt vóru nógv fólk á jørðini. Latið okkum læra um nøkur.

1 Mósebók 4:2-26; 1 Jóhannes 3:11, 12; Jóhannes 11:25.


LÆR MEIRA

Ábel — ’Hann talar enn, tóat hann er deyður’

Hvat kunnu vit læra um Ábel og hansara trúgv, tá ið Bíblian sigur so lítið um hann?