Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 4: Hví tey mistu heimið hjá sær

Søga 4: Hví tey mistu heimið hjá sær

HYGG hvat nú hendir! Ádam og Eva verða koyrd burtur úr tí vakra urtagarðinum, Eden. Veitst tú hví?

Ádam og Eva verða koyrd burtur úr Edens urtagarði

Tey hava gjørt nakað ræðuligt. Tí má Jehova revsa tey. Hvat hava Ádam og Eva gjørt?

Tey hava gjørt tað sum Gud segði, tey ikki skuldu gera. Gud segði at tey kundu eta fruktirnar av øllum trøunum í urtagarðinum. Men av einum træi máttu tey ikki eta, segði Gud, tí so skuldu tey doyggja. Tað træið átti hann. Og vit mugu ikki taka tað, sum onnur eiga, heldur tú? Íðan, hvat hendi nú?

Jú, ein dagin meðan Eva var einsamøll, fór ein slanga at tosa við hana. Hugsa tær! Hon segði at Eva skuldi eta fruktina av tí trænum, Gud hevði sagt tey ikki skuldu eta av. Jehova hevur ikki skapt slangurnar, so tær duga at tosa. So onkur annar má hava fingið slanguna at tosa. Hvør kundi tað vera?

Tað var ikki Ádam. Tí mátti tað vera ein sum Jehova skapti langt áðrenn hann skapti jørðina. Ein eingil, sum vit ikki duga at síggja. Hesin eini eingilin varð so stoltur. Hann fekk hug at verða stjórnari, sum Gud. Hann vildi at fólk bert skuldu lýða hann, og ikki Jehova. Hesin stolti og óndi eingilin fekk slanguna at tosa.

Og tað eydnaðist einglinum at lumpa Evu. Hann billaði henni inn at hon fór at verða sum Gud, um hon át av fruktini. Og hon trúði tí. Bæði hon og Ádam ótu av henni. Tey vóru ólýðin móti Gudi, og tí mistu tey sítt vakra heim.

Men einaferð fer Gud at syrgja fyri at øll jørðin verður vøkur sum Edens urtagarður. Seinni í bókini fáa vit at vita hvussu tú kanst vera við, tá tað hendir. Latið okkum nú fyrst vita hvat hendi Ádami og Evu.

1 Mósebók 2:16, 17; 3:1-13, 24; Opinberingin 12:9.