Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 3: Fyrsti maðurin og kvinnan

Søga 3: Fyrsti maðurin og kvinnan

HVAT er øðrvísi á hesum bílætinum? Jú, her eru menniskju. Tey eru fyrsti maðurin og fyrsta kvinnan. Hvør hevur skapt tey? Tað hevur Gud. Veitst tú hvussu Gud eitur? Hann eitur Jehova. Og maðurin og kvinnan vórðu nevnd Ádam og Eva.

Ádam og Eva í Edens urtagarði

Hoyr nú hvussu Jehova Gud skapti Ádam. Hann tók mold frá jørðini og evnaði hana til ein fullkomnan kropp, til ein mann. So blásti Gud inn í nøsina á honum, og Ádam gjørdist livandi.

Jehova Gud hevði eitt arbeiði til Ádam. Ádam skuldi geva øllum teimum ymisku dýrunum nøvn. Kanska hevur Ádam staðið leingi og hugt at dýrunum fyri at finna tey bestu nøvnini til øll. Meðan hann gav dýrunum nøvn, varnaðist hann nakað. Veitst tú hvat tað var?

Jú, øll dýrini høvdu ein maka. Har vóru hann-elefantar og hon-elefantar, og har vóru hann-leyvur og hon-leyvur. Men Ádam hevði ongan maka. Jehova læt nú Ádam sovna fast, og so tók hann eitt rivjabein úr kroppinum á honum. Úr hesum rivjabeininum skapti Jehova eina kvinnu til Ádam, og hon varð kona hansara.

Sum Ádam nú varð glaður! Og hugsa tær hvussu glað Eva hevur verið um at fáa ein so vakran urtagarð at liva í! Nú kundu tey fáa børn og liva lukkuliga saman.

Jehova vildi at Ádam og Eva skuldu liva um ævir. Tey skuldu gera alla jørðina vakra sum urtagarðin Eden. Tað man hava dámt Ádami og Evu at hugsa um hetta arbeiðið! Hevði tú ikki viljað verið við til at gjørt jørðina til ein vakran urtagarð? Men so gott høvdu Ádam og Eva tað ikki leingi. Nú skalt tú hoyra hví.

Sálmur 83:19; 1 Mósebók 1:26-31; 2:7-25.