Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 2: Ein vakur urtagarður

Søga 2: Ein vakur urtagarður

HYGG NÚ hvussu jørðin sær út! Er alt ikki vakurt? Sært tú grasið og trøini, blomstrini og øll dýrini? Dugir tú at finna elefantarnar og leyvurnar?

Dýr í Edens urtagarði

Hvussu er hesin vakri urtagarðurin komin? Jú, hoyr nú hvussu Gud gjørdi jørðina til reiðar til menniskjuni.

Fyrst læt hann grønt gras vaksa á turrlendinum. So skapti hann allar møguligar smáar plantur og runnar og trø. Alt hetta ger jørðina vakrari. Men meir enn tað. Nógvar plantur geva okkum mat ið smakkar væl.

Seinni skapti Gud fiskar at svimja í sjónum, fuglar at flúgva uppi í luftini — og hundar og kettur og hestar. Stór dýr og smá dýr. Hvørji dýr liva har sum tú býrt? Eiga vit ikki at vera glað um at Gud hevur skapt alt hetta til okkara?

At enda gjørdi Gud eitt stað á jørðini til nakað heilt serligt. Hetta staðið nevndi hann Edens urtagarð. Og tann urtagarðurin var fullkomin. Alt var vakurt og gott. Og Gud ætlaði at øll jørðin skuldi verða sum tann vakri urtagarðurin.

Men hygg nú aftur at urtagarðinum á bílætinum. Gud sá at okkurt manglaði. Hvat heldur tú tað var?

1 Mósebók 1:11-25; 2:8, 9.