Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 KAPITTUL SJEY

Verulig vón fyri tey, sum eru deyð

Verulig vón fyri tey, sum eru deyð
  • Hvussu vita vit, at ein uppreisn verður?

  • Hvørjar kenslur hevur Jehova í sambandi við, at deyð rísa upp?

  • Hvør fær eina uppreisn?

1-3. Hvør fíggindi eltir okkum øll, og hví kann tað ugga okkum at kanna, hvat Bíblian sigur?

HUGSA tær, at tú flýggjar undan einum óndskapsfullum fígginda. Hann er nógv sterkari og skjótari enn tú. Tú veitst, at hann ongum eirir, tí tú hevur sæð hann drepa vinfólk hjá tær. Hvussu tú so roynir at skaka tær undan, kemur hann bara nærri. Eingin vón er í eygsjón. Men knappliga kemur ein bjargingarmaður fram undir liðini á tær. Hann er nógvar ferðir sterkari enn fíggindi tín og lovar at hjálpa. Tú kennir ein ómetaligan lætta.

2 Á ein hátt hevur tú ein slíkan fígginda eftir tær. Tað hava vit øll. Sum vit lærdu í undanfarna kapitli, sigur Bíblian, at deyðin er ein fíggindi. Eingin av okkum er førur fyri at renna undan ella sleppa av við hann. Tey flestu av okkum hava sæð hann drepa onkran, sum stendur okkum nær. Men Jehova er nógv sterkari enn deyðin. Hann er tann góði bjargingarmaðurin, sum longu hevur víst, at hann er førur fyri at vinna á deyðanum. Og hann hevur lovað at gera enda á hesum fíggindanum eina ferð fyri allar. Bíblian sigur: „Síðsti fíggindin, ið til einkis verður gjørdur, er deyðin.“ (1 Korintbræv 15:26) Eru hetta kanska ikki góð tíðindi?

 3 Latið okkum nú fyrst vita eftir, hvussu tað ávirkar okkum, tá deyðin tekur ein, sum vit kenna. Tað kann hjálpa okkum at skilja nakað annað sera gleðiligt. Jehova hevur nevniliga lovað, at tey deyðu skulu livna upp aftur. (Esaias 26:19) Tey koma aftur til lívs. Hetta er tað, sum uppreisnarvónin snýr seg um.

AT MISSA EIN AV SÍNUM KÆRU

4. (a) Hví kann atburðurin hjá Jesusi, í sambandi við at ein kærur vinur doyði, læra okkum nakað um kenslurnar hjá Jehova? (b) Hvørjar serliga góðar vinir fekk Jesus?

4 Hevur tú mist onkran, sum tú vart góður við? Pínan, sorgin og kenslan av hjálparloysi kunnu tykjast ótolandi. Í teirri støðuni tørvar okkum troyst úr Guds orði. (2 Korintbræv 1:3, 4) Bíblian hjálpir okkum at fata, hvussu Jehova og Jesus meta deyðan. Jesus, sum fullkomiliga endurspeglaði Faðir sín, visti, hvussu ringt tað er at missa ein kæran. (Jóhannes 14:9) Tá Jesus var í Jerusalem, plagdi hann at vitja Lazarus og systrar hansara, Martu og Mariu, sum búðu tætt við, í býnum Betania. Tey gjørdust góðir vinir. Bíblian sigur: „Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lazarus.“ (Jóhannes 11:5) Men sum vit lærdu í undanfarna kapitlinum, doyði Lazarus.

5, 6. (a) Hvussu ávirkaði tað Jesus at vera saman við syrgjandi ætt og vinum hjá Lazarusi? (b) Hví uggar tað okkum, at Jesus syrgdi?

5 Hvussu ávirkaði tað Jesus at missa vinin hjá sær? Frásøgan vísir, at hann fór til Betania at syrgja saman við ætt og vinum hjá Lazarusi. Tá Jesus sá tey, tók tað hann fyri hjartað. Sambært Bíbliuni „suffaði Hann í andanum, varð ógvuliga rørdur og . . . græt“. (Jóhannes 11:33, 35) Syrgdi Jesus, tí hann onga vón visti sær? Avgjørt ikki. Í veruleikanum visti Jesus væl, at nakað heilt undursamt skjótt skuldi fara fram. (Jóhannes 11:3, 4) Kortini føldi hann ta pínu og sorg, sum deyðin ber við sær.

 6 Á ein hátt uggar tað okkum, at Jesus syrgdi. Tað sigur okkum, at hann og Faðir hansara hata deyðan. Men tí fíggindanum er Jehova bæði førur fyri at berjast ímóti og vinna á. Latið okkum vita, hvørja kraft hann gav Jesusi.

„LAZARUS, KOM ÚT!“

7, 8. Hví kundi støðan hjá Lazarusi úr einum menniskjaligum sjónarmiði tykjast vónleys, men hvat gjørdi Jesus?

7 Lazarus lá grivin í einum helli, og Jesus bað um at fáa steinin, ið varð rullaður fyri hellismunnan, tiknan burtur. Maria helt tað ikki vera ráðiligt, tí Lazarus hevði verið deyður í fýra dagar, og rot mátti vera komið í kropp hansara. (Jóhannes 11:39) Sæð úr einum menniskjaligum sjónarmiði var eingin vón.

Uppreisn Lazarusar vakti stóra gleði. — Jóhannes 11:38-44

8 Steinurin varð rullaður frá, og Jesus rópti við harðari rødd: „Lazarus, kom út!“ Og hvat hendi? „Tá kom hin deyði út.“ (Jóhannes 11:43, 44) Hugsa tær, hvussu glað tey hjástøddu vórðu! Antin Lazarus var beiggi, skyldmaður, vinur ella granni teirra, so vistu tey, at hann var deyður. Og kortini stóð hann har — sami maður — aftur hjá teimum. Tey fingu seg næstan ikki at trúgva tí. Nógv munnu hava fevnt hann av berari gleði. Ein megnarsigur á deyðanum!

Elias vakti upp sonin hjá einari einkju. — 1 Kongabók 17:17-24

9, 10. (a) Hvussu avdúkaði Jesus, hvaðani hann fekk kraft at reisa Lazarus upp? (b) Hvat kunnu vit fáa burturúr at lesa uppreisnarfrásøgurnar í Bíbliuni?

9 Jesus segði seg ikki hava framt undurgerðina í egnari megi. Í bønini, sum hann bað, beint áðrenn hann rópti á Lazarus, gjørdi hann greitt, at tað var Jehova, ið fekk uppreisnina í lag. (Jóhannes 11:41, 42) Og hetta var ikki einasta ferðin, Jehova brúkti megi sína á henda hátt. Uppreisn Lazarusar var bara ein av níggju slíkum uppreisnum, sum standa nevndar í Guds orði. * Tað er ein sonn gleði at lesa og  granska frásøgurnar har. Tær læra okkum, at Gud ikki ger mannamun. Millum tey upprisnu vóru bæði ung og gomul, menn og kvinnur, ísraelsmenn og onnur fólk. Gleðin, sum verður lýst í hesum brotunum, er merkisverd. Tá Jesus til dømis vakti eina unga gentu upp frá deyðum, vórðu foreldur hennara „heilt frá sær sjálvum, so ovfarin vóru tey“. (Markus 5:42) Jehova hevði givið orsøk til gleði; eina ógloymandi gleði.

Pætur ápostul vakti upp kristnu kvinnuna Dorkas. — Ápostlasøgan 9:36-42

10 Fólkini, sum Jesus reisti upp, doyðu sjálvandi aftur. Men var tað so ikki høpisleyst at reisa tey upp? Nei, als ikki. Frásøgurnar staðfesta týdningarmiklar bíbilskar sannleikar og geva okkum vón.

HVAT LÆRA VIT AV UPPREISN­AR­FRÁ­SØGUNUM?

11. Hvussu verður sannleikin, sum stendur skrivaður í Prædikaranum 9:5, staðfestur í frásøguni um uppreisn Lazarusar?

11 „Hini deyðu vita einki,“ sigur Bíblian. Tey eru ikki á lívi og vita einki til sín. Tann sannleikin verður staðfestur í frásøguni um Lazarus. Tá Lazarus fekk lívið aftur, hevði hann onga spennandi lýsing av himlinum at bera fram. Hann leyp heldur ikki ótta á fólk við ræðusøgum um eitt brennandi helviti. Í Bíbliuni eru ongar slíkar útsagnir frá Lazarusi. Teir fýra dagarnar hann var deyður, ’visti hann einki’. (Prædikarin 9:5) Lazarus hevði heilt einfalt sovið í deyðanum. — Jóhannes 11:11.

12. Hví kunnu vit vera vís í, at Lazarus veruliga reis upp frá deyðum?

12 Frásøgan um Lazarus lærir okkum eisini, at uppreisnin er ein veruleiki, ikki ber søgn. Jesus vakti Lazarus upp, meðan ein heilur skari stóð og hugdi. Sjálvt trúarleiðararnir, sum hataðu Jesus, noktaðu ikki, at undrið veruliga var hent. Í staðin fyri søgdu teir: „Hvat skulu vit gera? Hesin maður ger mong tekin.“ (Jóhannes 11:47) Nógv komu streymandi at síggja mannin, sum var risin upp. Úrslitið var, at enn fleiri fingu trúgv á Jesus. Í Lazarusi sóu tey eitt livandi prógv um, at Jesus var sendur av Gudi. Og so sterkt  var hetta prógvið, at nakrir av teimum harðrendu jødisku trúarleiðarunum løgdu ráð upp um at drepa bæði Jesus og Lazarus. — Jóhannes 11:53; 12:9-11.

13. Hvat grundarlag hava vit fyri trúnni á, at Jehova er førur fyri at reisa upp deyð?

13 Er tað veruleikafjart at góðtaka uppreisnina sum eina sannroynd? Als ikki. Jesus segði, at „øll tey, sum eru í grøvunum“ ein dag skulu rísa upp. (Jóhannes 5:28) Jehova hevur skapt alt lív. Er tað torført at trúgva, at hann eisini kann endurskapa lív? Nógv veldst sjálvandi um minnið hjá Jehova. Minnist hann tey, sum vit hava mist? Óteljandi billiónir av stjørnum fylla alheimin, og Gud hevur givið øllum navn! (Esaias 40:26) Við so góðum minni er tað lítið fyri hjá Gudi at minnast allar smálutir um tey, sum vit hava mist, og hann kann gera tey livandi aftur.

14, 15. Hvat vísa orðini hjá Job um tær kenslurnar, Jehova hevur í sambandi við at geva deyðum lívið aftur?

14 Men hvørjar kenslur hevur Jehova í sambandi við uppreisnina? Bíblian sigur, at honum leingist eftir at reisa tey deyðu upp. Hin trúfasti Job spurdi: „Táið maður doyr, livnar hann tá upp aftur!“ Job tosaði her um at bíða í grøvini, inntil tað var tíð hjá Gudi at „minnast“ hann. Hann segði við Jehova: „Tú skuldi tá rópt, og eg skuldi svarað, Tær skuldi longst eftir handaverki Tínum.“ — Job 14:13-15.

15 At hugsa sær! Jehova leingist beinleiðis eftir at geva teimum deyðu lívið aftur. Er tað ikki uggandi at vita, at Jehova hevur tað soleiðis? Men hvør fær eina uppreisn, og hvar?

„ØLL TEY, SUM ERU Í GRØVUNUM“

16. Hvussu verða viðurskiftini á jørðini, tá tey deyðu rísa upp?

16 Uppreisnarfrásøgurnar í Bíbliuni læra okkum nógv um komandi uppreisnina. Tey, sum risu upp til lív her á jørðini, komu aftur til síni kæru. Framtíðar uppreisnin kemur á mangan hátt at líkjast hesum fortíðar  uppreisnunum — hon verður bara uppaftur betri. Sum vit lærdu í kapittul 3, hevur Gud sett sær fyri at gera alla jørðina til eitt paradís. Tey deyðu rísa sostatt ikki upp til lív í einum heimi, sum er fullur av bardøgum, brotsverkum og sjúkum. Tey fáa høvi at liva æviga í lukku her á jørðini undir friðarligum viðurskiftum.

17. Hvussu víðfevnd verður uppreisnin?

17 Hvør fær eina uppreisn? Jesus segði, at „øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara [Jesusar]. Og tey skulu koma fram“. (Jóhannes 5:28, 29) Í Opinberingini 20:13 lesa vit somuleiðis: „Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru.“ „Deyðaríkið“ sipar her til mannaættarinnar felags grøv. (Les uppískoytið „Hvat eru Sheol og Hades?“). Henda felags grøvin verður tømd. Allar milliardirnar, sum hvíla har, fáa lívið aftur. Paulus ápostul segði: „Uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum.“ (Ápostlasøgan 24:15) Hvat merkir tað?

Í Paradísinum rísa tey deyðu upp og koma aftur til síni kæru

18. Hvørji eru uppi í teimum ’rættvísu’, sum rísa upp, og hvussu kann tann vónin ávirka teg persónliga?

18 Uppi í teimum ’rættvísu’ eru nógv av teimum, sum vit lesa um í Bíbliuni; fólk, sum livdu, áðrenn Jesus kom til jarðar. Teirra millum eru Nóa, Ábraham, Sára, Móses, Rutt, Ester og mong onnur. Nøkur av hesum trúarinnar monnum og kvinnum standa nevnd í Hebrearabrævinum, kapittul 11. Men til tey ’rættvísu’ hoyra eisini tænarar fyri Jehova, sum doyggja nú í tíðini. Uppreisnarvónin er orsøkin til, at vit kunnu sleppa undan øllum ótta fyri deyðanum. — Hebrearabrævið 2:15.

19. Hvørji eru tey ’órættvísu’, og hvønn møguleika gevur Jehova teimum í síni góðvild?

19 Hvussu er so vorðið við øllum teimum, sum hvørki tæntu ella aktaðu Jehova, meðan tey livdu, tí tey ongantíð lærdu hann at kenna? Hesar milliardirnar av „órættvísum“  verða ikki gloymdar. Tær rísa eisini upp og fáa tíð at læra hin sanna Gud at kenna og tæna honum. Í einum túsundáraskeiði rísa tey deyðu upp og fáa høvi at taka undir við teimum trúføstu, sum tæna Jehova her á jørðini. Tað verður ein undurføgur tíð. Hetta er tíðarskeiðið, sum Bíblian nevnir dómsdagin. *

20. Hvat er Gehenna, og hvør endar har?

20 Merkir tað, at øll, sum eru deyð, fáa eina uppreisn? Nei. Bíblian sigur, at nøkur av teimum deyðu eru í tí, sum á frummálinum nevnist „Gehenna“. (Lukas 12:5, Ny Verden-Oversættelsen) Gehenna hevur navn eftir einum ruskplássi beint uttan fyri Jerusalem. Har plagdu tey umframt burturkast eisini at brenna lík av deyðum, sum av jødunum ikki vórðu hildin verd at verða gravløgd og fáa eina uppreisn. „Gehenna“ er tí ein hóskandi ímynd um æviga týning. Sjálvt um tað er litið Jesusi til at døma livandi og deyð, fellir Jehova endaliga dómin. (Ápostlasøgan 10:42) Hann reisir ongan upp, sum sambært hansara dómi er óndur og ikki vil broyta sinnalag.

HIMMALSKA UPPREISNIN

21, 22. (a) Hvør onnur uppreisn verður nevnd í Bíbliuni? (b) Hvør var tann fyrsti, sum reis upp til lív á andaligum støði?

21 Bíblian nevnir eisini eina øðrvísi uppreisn, nevniliga eina uppreisn til lív sum andaskapningur í himli. Bert eitt dømi um ta uppreisnina er umrøtt í Bíbliuni, nevniliga uppreisnin hjá Jesusi Kristi.

22 Tá Jesus var deyður, læt Jehova ikki trúfasta son sín verða verandi í grøvini. (Sálmur 16:10; Ápostlasøgan 13:34, 35) Gud reisti Jesus upp, men ikki sum menniskja. Pætur ápostul sigur, at Kristus „leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum“. (1 Pætur 3:18) Av  sonnum eitt stórt undur! Jesus gjørdist livandi aftur sum ein mektigur andaskapningur! (1 Korintbræv 15:3-6) Jesus var tann fyrsti, ið fekk hesa serligu uppreisnina. (Jóhannes 3:13) Men hann skuldi ikki verða tann seinasti.

23, 24. Hvørji hoyra til „lítla fylgið“ hjá Jesusi, og hvussu nógv eru tey?

23 Seinasta partin av lívi sínum visti Jesus væl, at hann skjótt skuldi fara aftur til himmalin, og við lærisveinar sínar segði hann, at hann fór burtur ’at gera teimum stað til reiðar’. (Jóhannes 14:2) Orðini vórðu ætlað ’lítla fylginum’, sum skuldi í himmalin. (Lukas 12:32) Hvussu nógv skulu hoyra til henda lutfalsliga lítla bólkin av trúføstum kristnum? Sambært Opinberingini 14:1 sigur Jóhannes ápostul: „Eg fekk nú at síggja lambið standa á Zionsfjalli, og við tí 144.000, sum høvdu navn tess og navn Faðirs tess skrivað á pannunum.“

24 Hesi 144.000 kristnu, teirra millum trúføstu ápostlarnir hjá Jesusi, rísa upp til lív í himli. Nær verður tann uppreisnin? Paulus ápostul skrivaði, at hon skuldi fara fram undir „komu“ ella nærveru Kristusar, og sum kapittul 9 her í bókini greiðir frá, liva vit nú í teirri tíðini. (1 Korintbræv 15:23) Tá ein av teimum fáu, sum eru eftir av teimum 144.000, doyr, verður viðkomandi tí í somu stund reistur upp til lív í himli. (1 Korintbræv 15:51-55) Men tey allarflestu rísa ikki upp fyrr enn einaferð í framtíðini, og tann uppreisnin verður til lív í Paradísinum her á jørðini.

25. Hvat snýr næsta kapitlið seg um?

25 Ja, Jehova vinnur sigur á deyðanum, og soleiðis verður hesin fíggindi menniskjans við alla gjørdur til einkis. (Esaias 25:8) ’Men hvat skulu tey, sum fáa eina uppreisn til himmalin, gera har?’ hugsar tú kanska. Tey skulu vera partur av einum stórfingnum himmalskum kongadømi. Í næsta kapitli eru fleiri upplýsingar um hetta kongadømið.

^ par. 9 Hinar frásøgurnar standa í Fyrru Kongabók 17:17-24; Seinnu Kongabók 4:32-37; 13:20, 21; Matteus 28:5-7; Lukas 7:11-17; 8:40-56; Ápostlasøguni 9:36-42 og 20:7-12.

^ par. 19 Fleiri upplýsingar um dómsdagin og grundarlagið fyri dóminum eru at finna í uppískoytinum „Hvat er dómsdagurin?