Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 UPPÍSKOYTI

Varð Jesus føddur í desember?

Varð Jesus føddur í desember?

BÍBLIAN sigur ikki, nær Jesus varð føddur. Men hon gevur okkum góða grund at siga, at tað ikki var í desember.

Hvussu var veðurlagið ta tíðina av árinum í Betlehem, har Jesus varð føddur? Jødiski mánaðurin kislev (svarandi til november/desember), var ein mánaður við køldum og vátum veðri. Mánaðurin eftir henda var tebet (desember/januar), sum var kaldasti mánaðurin í árinum, stundum við kava í hálendinum. Latið okkum vita, hvat Bíblian sigur okkum um veðurlagið har í økinum.

Bíbliuhøvundurin Ezra vísir, at kislev var kendur sum ein mánaður við vátum og køldum veðri. Eftir at hava nevnt, at ein skari var komin saman í Jerusalem „tann tjúgunda í níggjunda mánaði [kislev]“, sigur Ezra, at ’ælini gjørdu, at fólk skulvu’. Um veðurlagið ta tíðina av árinum segði fólkið: „Nú er regntíð, so vit kunnu ikki verða standandi úti her.“  (Ezra 10:9, 13; Jeremias 36:22) Tað er ikki løgið, at hirðarnir har um leiðir syrgdu fyri ikki at vera uttandura við fylgjum sínum um næturnar í desember.

Men Bíblian sigur, at hirðarnir vóru úti á markini og ansaðu fylgjum sínum ta náttina, Jesus varð føddur. Ja, satt at siga greiðir Lukas bíbliuhøvundur frá, at hirðarnir ta tíðina av árinum „lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum“ tætt við Betlehem. (Lukas 2:8-12) Legg til merkis, at hirðarnir lógu úti, teir vóru ikki bara úti um dagin. Teir hildu náttarvakt yvir fylgi sínum úti á markini. Hóskar henda lýsingin av uttanduralívi hirðanna til tað kalda og váta veðurlagið í Betlehem í desember? Nei. Umstøðurnar í sambandi við føðing Jesusar vísa altso, at hann ikki varð føddur í desember. *

Guds orð sigur okkum nágreiniliga, nær Jesus doyði, men hevur bert nakrar fáar ábendingar um, nær hann varð føddur. Hetta minnir okkum á orðini hjá Sálomo kongi: „Betri er gott navn enn góð olja, og betri er deyðadagurin enn føðingardagurin.“ (Prædikarin 7:1) Tí kemur tað ikki óvart á okkum, at Bíblian gevur nógvar neyvar upplýsingar um tænastu og deyða Jesusar, men bara fáar um tíðina, tá hann varð føddur.

Tá Jesus varð føddur, lógu hirðarnir úti á markini við fylgjum sínum um næturnar

^ par. 1 Fleiri upplýsingar eru at finna á síðu 149-153 í bókini Lad os ræsonnere ud fra Skrifterne, sum Jehova Vitni hava givið út.

LÆR MEIRA

Hví halda Jehova vitni ikki jól?

Nógv halda jól, sjálvt um tey vita, hvaðani jólini stava. Hví halda Jehova vitni ikki jól?