Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 KAPITTUL FIMTAN

Tilbiðingin, sum Gud góðkennir

Tilbiðingin, sum Gud góðkennir
  • Viðurkennir Gud allan átrúnað?

  • Hvussu vita vit, hvør átrúnaður er hin rætti?

  • Hvørji eru nú á døgum Guds sonnu tilbiðjarar?

1. Hvussu kann tað gagna okkum at tilbiðja Gud á rættan hátt?

JEHOVA GUD hevur stóra umsorgan fyri okkum og vil, at vit skulu fáa nyttu av hansara hollu leiðbeining. Tilbiðja vit hann á rættan hátt, fáa vit eitt eydnuríkt lív og sleppa undan nógvum trupulleikum. Hartil fáa vit eisini hansara signing og hjálp. (Esaias 48:17) Men nú finnast jú fleiri hundrað trúarsamfeløg, sum øll siga seg læra sannleikan um Gud. Og kortini er stórur munur á, hvat ymiskir trúarflokkar læra um Gud — hvør hann er, og hvat hann væntar av okkum.

2. Hvussu fáa vit skil á, hvør tilbiðing er tann rætta, og hvør mynd kann lýsa, at hetta er besti mátin?

2 Hvussu vita vit, hvør gudsdýrkan er tann rætta? Okkum nýtist ikki at granska og samanbera trúarlærurnar í øllum teimum nógvu átrúnaðunum. Vit skulu í veruleikanum bara læra, hvat Bíblian sigur um sanna tilbiðing. Hetta kann lýsast á henda hátt: Í nógvum londum eru falskir pengar ein trupulleiki. Um tú nú fekst til uppgávu at eyðmerkja og savna hesar følsku pengaseðlarnar, hvussu hevði tú so borið teg at? Hevði tú væl og virðiliga lært teg allar ymiskar mannagongdir, ið verða brúktir til pengafals? Helst ikki. Tú hevði nevniliga brúkt tíðina betur og fingið meir burturúr, um tú fórt at kanna, hvussu teir ektaðu pengaseðlarnir síggja út. Tá ið tú veitst tað, kanst tú sum  einki avdúka teir følsku. Á sama hátt kunnu vit, tá vit hava lært, hvat eyðkennir sannan átrúnað, lætt avdúka tann, ið er falskur.

3. Hvat skulu vit sambært Jesusi gera fyri at fáa Guds góðkenning?

3 Tað er umráðandi, at vit tilbiðja Jehova á tann hátt, sum hann góðkennir. Nógv halda, at Gudi dámar allan átrúnað, men Bíblian sigur nakað annað. Tað er ikki nóg mikið at siga seg vera kristnan. Jesus segði: „Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: ’Harri, Harri!’ skal koma inn í ríki Himmiríkis — nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.“ Skulu vit verða góðkend av Gudi, mugu vit altso læra, hvat Gud krevur av okkum, og so gera tað. Jesus segði, at tey, ið ikki gera Guds vilja, ’gera órætt’. (Matteus 7:21-23) Falskur átrúnaður er líka lítið verdur sum falskir pengar. Ja, í veruleikanum er hann beinleiðis skaðiligur.

4. Hvat merkja orðini hjá Jesusi um tveir vegir, og hvagar føra teir hvør sær?

4 Jehova gevur øllum menniskjum møguleika at fáa ævigt lív. Men fyri at fáa ævigt lív í Paradísinum, mugu vit tilbiðja Gud á rættan hátt og liva eitt lív, sum hann kann góðtaka. Tað vilja nógv tíverri ikki. Jesus segði: „Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað; og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.“ (Matteus 7:13, 14) Sanna trúgvin førir til ævigt lív. Falskur átrúnaður førir til undirgang. Jehova vil ikki, at nakað menniskja skal ganga til grundar. Tí gevur hann fólki allastaðni á jørðini høvi at læra um hann. (2 Pætur 3:9) Hvussu vit tilbiðja Gud, er altso ein spurningur um lív og deyða.

HVUSSU FINNA VIT SONNU TRÚNNA?

5. Hvussu kenna vit tey, sum liva eftir sonnu trúnni?

5 Hvussu finna vit vegin, „sum førir til lívið“? Eftir tí, sum Jesus segði, kunnu vit finna sonnu trúnna við at  eygleiða lívið hjá teimum, ið fylgja henni. „Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir,“ segði hann. „Hvørt gott træ [ber] góðan ávøkst.“ (Matteus 7:16, 17) Tey, sum liva eftir sonnu trúnni, skulu við øðrum orðum kennast av síni læru og sínum atburði. Tó at tey eru ófullkomin og gera mistøk, royna øll sum heild at gera Guds vilja. Latið okkum kanna seks serlig eyðkenni hjá teimum, ið liva eftir sonnu trúnni.

6, 7. Hvørja áskoðan hevur Guds fólk á Bíbliuna, og hvussu var Jesus ein góð fyrimynd í hesum sambandi?

6 Guds sonnu tænarar grunda læru sína á Bíbliuna. Bíblian sigur: „Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.“ (2 Timoteus 3:16, 17) Til sínar kristnu trúarfelagar skrivaði Paulus ápostul: „Táið Guds orð, sum vit prædikaðu, kom til tykkara, tóku tit við tí, ikki sum menniskjaorði, men sum orði Guds — sum tað sanniliga eisini er!“ (1 Tessalonikabræv 2:13) Tí eru læran og gudsdýrkanin, ið knýta seg til sonnu trúnna, ikki grundaðar á menniskjans áskoðanir og siðvenjur. Bæði læran og gudsdýrkanin hava støði í Bíbliuni, innblásta orði Guds.

7 Jesus Kristus vísti røttu fyrimyndina við at grunda læru sína á Guds orð. Í eini bøn til himmalska Faðir sín segði hann: „Orð Títt er sannleiki.“ (Jóhannes 17:17) Jesus trúði Guds orði, og alt, sum hann lærdi onnur, var í samljóð við Heilagu Skriftirnar. „Skrivað er,“ segði hann ofta. (Matteus 4:4, 7, 10) Og so endurgav hann orðarætt eitt skriftstað. Tað, sum Guds fólk nú á døgum læra onnur menniskju, er heldur ikki tikið úr egnum barmi. Tey trúgva, at Bíblian er Guds orð, og alt, ið tey læra onnur, er væl og virðiliga grundað á tað, sum hon sigur.

8. Hvat ber tað við sær at tilbiðja Jehova?

8 Tey, sum liva eftir sonnu trúnni, tilbiðja bara Jehova og kunngera hansara navn. Jesus segði: „[Jehova] Gud tín skalt  tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.“ (Matteus 4:10) Guds tænarar tilbiðja sostatt Jehova og ongan annan. Ein liður í hesi tilbiðingini er eisini at siga øðrum frá, hvussu Gud eitur, og hvussu hann er sum persónur. Í Sálmi 83:19 stendur: „Eingin uttan Tú eitur [Jehova], hin hægsti yvir allari jørðini!“ Jesus vísti okkum, hvussu vit skulu bera okkum at, tá hann hjálpti øðrum at læra Gud at kenna. Í eini bøn segði hann: „Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum.“ (Jóhannes 17:6) Á sama hátt læra sannir tilbiðjarar nú á døgum onnur um Guds navn, Guds ætlanir og Guds eginleikar.

9, 10. Hvussu vísa sonn kristin kærleika hvør til annan?

9 Tey, sum hoyra til Guds fólk hava sannan, ósjálvsøknan kærleika hvør til annan. Jesus segði: „Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir — at tit hava kærleika hvør til annan.“ (Jóhannes 13:35) Tey fyrstu kristnu høvdu slíkan kærleika hvør til annan. Kærleikin, sum Gud vil, at vit skulu hava, vinnur á øllum forðingum, ið kunnu standast av rasu, samfelagsstøðu, etniskum uppruna ella tjóðskapi, og knýtir fólk saman í eitt satt, varandi brøðralag. (Kolossebrævið 3:14) Hjá teimum, ið hoyra til falskan átrúnað, er eingin slík bróðurkensla. Hvussu vita vit tað? Tí fólk, sum hoyra til hesar trúarrætningar, drepa hvør annan orsakað av ymiskum tjóðskapi ella etniskum uppruna. Sonn kristin taka ikki vápn í hond fyri at drepa sínar trúarfelagar — ella nakran annan. Bíblian sigur: „Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín. . . . Vit skulu elska hvør annan og ikki líkjast Káin, ið var av hinum illa og drap bróður sín.“ — 1 Jóhannes 3:10-12; 4:20, 21.

10 At hava sannan kærleika til onnur ber sjálvandi annað við sær, enn at vit ikki drepa tey. Sonn kristin eru ósjálvsøkin og brúka bæði tíð, orku og ognir til at hjálpa og geva  hvør øðrum áræði. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Tey hjálpast í truplum tíðum, og tey eru ærlig í sambandinum við onnur. Alt lívið fylgja tey teimum bíbilsku ráðunum um at „gera øllum gott“. — Galatiabrævið 6:10.

11. Hví er tað umráðandi at viðurkenna, at Jesus Kristus er tann, sum Gud gevur frelsu við?

11 Sonn kristin viðurkenna, at tað er við Jesusi Kristi, Gud gevur okkum frelsu. Bíblian sigur: „Frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“ (Ápostlasøgan 4:12) Sum vit sóu í kapittul 5, gav Jesus lív sítt sum loysigjald fyri menniskju, ið vilja gera, sum Gud sigur. (Matteus 20:28) Aftrat tí er Jesus eisini tann, sum Gud hevur sett til kong í himmalska ríkinum, ið skal stjórna allari jørðini. Og Gud krevur, at vit lýða Jesus og fylgja hansara læru, um vit vilja hava ævigt lív. Bíblian sigur: „Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið.“ — Jóhannes 3:36.

12. Hvat merkir tað ikki at vera ein partur av heiminum?

12 Guds sonnu tilbiðjarar eru ikki ein partur av heiminum. Tá Jesus varð avhoyrdur av rómverska landshøvdinganum Pilatusi, segði hann: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi.“ (Jóhannes 18:36) Uttan mun til hvørjum landi Jesu lærisveinar búgva í, so eru teir tegnar í hansara himmalska ríki og halda seg tí strangliga uttanveltaðar í heimsins politisku viðurskiftum. Teir taka ikki støðu í heimsins ósemjum. Men hinvegin leggja teir seg ikki út í, hvat onnur velja at gera — antin tey greiða atkvøðu á einum vali, melda seg inn í ein politiskan flokk ella stilla upp sum politisk valevni. Samstundis sum Guds sonnu tilbiðjarar eru uttanveltaðir í politiskum málum, eru teir lóglýdnir borgarar. Hví? Tí Guds orð gevur teimum boð um at vera ’yvirvøldunum lýdnir’, altso lýða landsins stjórn. (Rómbrævið 13:1) Skuldi politiska yvirvøldin sett krøv í stríð við tað, sum Gud  krevur, gera sannir tilbiðjarar tað sama sum ápostlarnir, ið søgdu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!“ — Ápostlasøgan 5:29; Markus 12:17.

13. Hvørja áskoðan hava Jesu sonnu lærisveinar viðvíkjandi Guds ríki, og hvat gera teir tí?

13 Sannir Jesu lærisveinar prædika, at Guds ríki er einasta vónin hjá mannaættini. Jesus segði longu frammanundan: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt  jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“ (Matteus 24:14) Í staðin fyri at biðja fólk líta á, at jarðiskir stjórnarar kunnu loysa teirra trupulleikar, boða sannir lærisveinar hjá Jesusi Kristi, at Guds himmalska ríki er einasta vónin hjá mannaættini. (Sálmur 146:3) Jesus lærdi okkum at biðja um, at henda fullkomna stjórnin tekur valdið, tá hann segði: „Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ (Matteus 6:10) Guds orð hevur frammanundan boðað frá, at hetta himmalska ríkið, „skal sora øll hini ríkini [sum eru nú] og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“ — Dániel 2:44.

14. Hvat fyri trúarsamfelag lýkur eftir tínum tykki tey krøvini, ið verða sett sonnu trúnni og tilbiðingini?

14 Við tí í huga, sum vit nú hava umrøtt, hvussu hevði tú so svarað hesum spurningunum: ’Hvør trúarbólkur grundar alla læru sína á Bíbliuna og ger Jehova navn kunnigt? Í hvørjum trúarsamfelagi vísa limirnir, at teir trúgva á Jesus Kristus, at teir hava sannan kærleika hvør til annan, at teir ikki eru ein partur av heiminum, og at teir boða, at Guds ríki er einasta veruliga vónin hjá mannaættini? Hvat fyri trúarsamfelag av øllum teimum, sum finnast í heiminum, livir upp til øll hesi krøvini?’ Royndirnar vísa skilliga á Jehova Vitni. — Esaias 43:10-12.

HVAT VILT TÚ GERA?

15. Hvat krevur Gud av okkum, umframt at vit trúgva, at hann er til?

15 Vit fáa altso ikki Guds góðkenning bara við at trúgva á hann. Sjálvt teir illu andarnir trúgva jú sambært Bíbliuni, at Gud er til. (Jákup 2:19) Men tað er eyðsæð, at teir ikki gera Guds vilja og ikki hava hansara góðkenning. Fyri at verða góðkend av Gudi mugu vit ikki bara trúgva, at hann er til, men eisini gera hansara vilja. Og so mugu vit eisini gera okkum leys av følskum átrúnaði og heilhugað taka undir við sonnu tilbiðingini.

16. Hvørja støðutakan mugu vit hava viðvíkjandi følskum átrúnaði?

 16 Paulus ápostul vísti greitt, at vit ikki mugu taka lut í falskari tilbiðing. Hann skrivaði: „’Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum — sigur Harrin — og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum’“ (2 Korintbræv 6:17; Esaias 52:11) Sonn kristin skýggja tí alt, ið hevur samband við falska tilbiðing.

17, 18. Hvat er „Bábylon hin stóra“, og hví er tað umráðandi at ’fara út frá henni’?

17 Bíblian vísir, at øll ymisk sløg av følskum átrúnaði eru ein partur av ’Bábylon hini stóru’. * (Opinberingin 17:5) Navnið minnir okkum á fornaldarbýin Bábel, har falskur átrúnaður hevði sín uppruna eftir vatnflóðina á Nóa døgum. Nógvar trúarlærur og siðir, sum nú eru vanlig fyribrigdi í følskum átrúnaði, stava frá fornaldar Bábel. Bábelsmenn tilbóðu til dømis tríeindir av gudum. Nú á døgum er tríeindarlæran høvuðstrúarlæran í nógvum átrúnaðum. Men Bíblian sigur greitt, at bert ein sannur Gud, Jehova, er til, og at Jesus Kristus er sonur hansara. (Jóhannes 17:3) Bábelsmenn trúðu eisini, at menniskjað hevur eina ódeyðiliga sál, sum livir víðari, tá likamið doyr, og sum kann pínast í einum pínslustaði. Læran um eina ódeyðiliga sál ella anda, sum kann straffast í helvitis eldi, sæst nú á døgum aftur í flestøllum trúarsamfeløgum.

18 Úr fornaldar Bábel kom følsk tilbiðing at breiða seg út um alla jørðina, og tí kann nútíðar Bábylon hin stóra, í Bíbliuni umrødd sum ein skøkja, hóskandi kallast heimsveldið av følskum átrúnaði. Og Gud hevur boðað frá, at hetta heimsveldið fær bráðan enda. (Opinberingin 18:8) Skilur tú, hví tað er lívið um at gera, at tú heldur teg burtur frá øllum, sum hevur við Bábylon hina stóru at gera? Jehova Gud vil, at  tú skalt ’fara út frá henni’ í skundi, meðan tíð er. — Opinberingin 18:4.

Tá tú tænir Jehova saman við hansara fólki, vinnur tú nógv meira, enn tú á nøkrum sinni kann missa

19. Hvat fært tú burtur úr at tæna Jehova?

19 Tá tú tekur avgerð um at fara burtur úr følskum átrúnaði, kann ein møgulig avleiðing vera tann, at onkur ikki longur hevur hug at vera saman við tær. Men tá tú tænir Jehova saman við hansara fólki, vinnur tú kortini nógv meira, enn tú missir. Eins og fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi, sum fóru frá øllum fyri at tæna honum, fært tú so við og við nógvar andaligar brøður og systrar. Tú verður partur av eini stórari alheims familju við milliónum av sonnum kristnum, sum vísa tær sannan kærleika. Og tú fært ta undurføgru vónina um ævigt lív í „hinum komandi heimi“. (Markus 10:28-30) Sum frá líður, kann tað henda, at onkur, sum orsakað av tíni trúgv sleit sambandið við teg, fer at kanna, hvat Bíblian lærir, og so sjálvur fer at tilbiðja Jehova.

20. Hvussu verður framtíðin hjá teimum, ið liva eftir sonnu trúnni?

20 Bíblian lærir, at Gud skjótt ger enda á hesi óndu heimsskipanini og í hennara stað skapar ein rættvísan nýggjan heim undir Guds ríkis stjórn. (2 Pætur 3:9, 13) Tað verður ein frálíkur heimur! Og í nýggju rættvísu heimsskipanini verður bara ein átrúnaður, ein sannur tilbiðingarháttur. Man tað ikki vera skilagott, um tú tekur neyðugu stigini, so tú longu nú kanst taka undir við teimum sonnu tilbiðjarunum?

^ par. 17 Fleiri upplýsingar um, hví Bábylon hin stóra má ímynda heimsveldið av følskum átrúnaði, eru at finna í uppískoytinum „Hvør er ’Bábylon hin stóra’?