Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 UPPÍSKOYTI

Sannleikin um Faðirin, Sonin og heilaga andan

Sannleikin um Faðirin, Sonin og heilaga andan

FÓLK, ið taka undir við tríeindarlæruni, siga, at Gud er tríggir persónar — Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin. Hvør av hesum trimum er javnlíkur hinum báðum, líka alvaldur og líka ævigur. Sambært tríeindarlæruni er Faðirin Gud, Sonurin er Gud, og Heilagi Andin er Gud, og kortini er bara ein Gud.

Nógv, sum trúgva tríeindarlæruni, viðganga, at tey ikki eru før fyri at greiða frá henni. Kortini halda tey kanska uppá, at læran er bíbilsk. Tað er vert at leggja til merkis, at orðið „tríeind“ yvirhøvur ikki stendur í Bíbliuni. Men er hugsanin um eina tríeind orðað í Bíbliuni? Latið okkum fyri at fáa  svarað hesum spurninginum hyggja at einum skriftstaði, ið ofta verður nýtt sum stuðul fyri tríeindarlæruni.

„ORÐIÐ VAR GUD“

Í Jóhannes 1:1 lesa vit í umsetingini hjá Victor Danielsen: „Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.“ Seinni í sama kapitli, vísir Jóhannes ápostul skilliga, at „Orðið“ er Jesus. (Jóhannes 1:14) Men av tí at Orðið her nevnist Gud, koma nøkur til ta niðurstøðu, at Sonurin og Faðirin hvør sær mugu vera partar av sama Gudi.

Jóhannesevangeliið hoyrir til tann partin av Bíbliuni, sum upprunaliga varð skrivaður á grikskum máli. Seinni varð grikski teksturin týddur til onnur mál. Men rættiliga nógvir bíbliutýðarar brúktu ikki orðingina „Orðið var Gud“. Hví ikki? Tí teir vegna kunnleika sín um tað grikska málið, sum verður brúkt í Bíbliuni, komu fram til, at setningurin „Orðið var Gud“ skuldi týðast øðrvísi. Hvussu hava teir so týtt hann? Her eru nøkur fá dømi: „Logos [Orðið] var guddómligt.“ (A New Translation of the Bible) „Orðið var ein gudur.“ (The New Testament in an Improved Version) „Orðið var hjá Gudi og hevði somu náttúru sum hann.“ (The Translator’s New Testament) Sambært hesum umsetingunum er Orðið ikki Gud sjálvur. * Men av tí at Orðið er so hátt hevjaður millum skapningarnar hjá Jehova, nevnist hann „gud“. Her merkir heitið „gud“ „ein mektigur“.

FÁ FLEIRI UPPLÝSINGAR

Bara fá duga tað grikska málið, sum verður brúkt í Bíbliuni. Hvussu kunnu vit so vita, hvat Jóhannes ápostul veruliga meinti? Vit kunnu taka eitt dømi: Ein skúlalærari greiðir næmingum sínum frá einum evni. Aftaná eru næmingarnir ósamdir um, hvussu frágreiðingin skal skiljast. Hvat skulu teir gera? Teir kunnu biðja læraran geva sær fleiri upplýsingar. Tað er einki at ivast í, at fleiri upplýsingar høvdu hjálpt  teimum at skilja evnið betur. Á sama hátt kanst tú, fyri at fáa røttu fatanina av Jóhannes 1:1, blaða upp í Jóhannesevangeliið og finna fleiri upplýsingar um støðu Jesusar. Fært tú fleiri upplýsingar um evnið, kemur tú lættari til røttu niðurstøðuna.

Les til dømis, hvat Jóhannes skrivar víðari í kapittul 1, ørindi 18: „Eingin hevur nakrantíð sæð Gud [hin Alvalda].“ Men menniskju hava sæð Jesus, Sonin, tí Jóhannes sigur: „Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara.“ (Jóhannes 1:14) Hvussu kundi Sonurin so vera partur av hinum alvalda Gudi? Jóhannes sigur eisini, at Orðið var „hjá Gudi“. Men hvussu kann nakar vera hjá einum persóni og samstundis vera tann persónurin? Umframt hetta skilur Jesus týðiliga ímillum seg sjálvan og himmalska Faðir sín, sum vit síggja í Jóhannes 17:3. Hann nevnir Faðir sín „hin einasta sanna Gud“. Og móti endanum av sínum evangelii tekur Jóhannes samanum við orðunum: „Men hesi [tekin] eru skrivað, fyri at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, Sonur Guds.“ (Jóhannes 20:31) Legg til merkis, at Jesus ikki nevnist Gud, men sonur Guds. Hesar upplýsingarnar, sum eisini verða givnar í Jóhannesevangeliinum, vísa, hvussu Jóhannes 1:1 skal skiljast. Jesus, Orðið, er „gud“ í teirri merking, at hann er hátt hevjaður, men hann er ikki tann sami sum Gud hin Alvaldi.

FÁ UPPLÝSINGARNAR VÁTTAÐAR

Fyri at venda aftur til dømið við skúlalæraranum og næmingunum, hugsa tær so, at nakrir av næmingunum framvegis ivast í, hvat lærarin meinar, eisini eftir at hava hoyrt læraran greiða nærri frá. Hvat kunnu teir gera? Teir kunnu fara til ein annan lærara og biðja hann geva fleiri upplýsingar um evnið. Um hesin lærarin nú váttar ta frágreiðingina, sum fyrri lærarin gav, munnu teir flestu næmingarnir helst halda málið vera greitt. Tú kundi gjørt nakað tað sama, um tú ivast í, hvat bíbliuhøvundurin Jóhannes veruliga segði um viðurskiftini millum Jesus og Gud hin Alvalda; tú kundi fingið  fleiri upplýsingar frá einum øðrum bíbliuhøvundi. Hugsa til dømis um tað, sum Matteus skrivaði. Í sambandi við endan á hesi heimsskipanini, tekur hann upp eftir Jesusi: „Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin — eingin uttan Faðirin.“ (Matteus 24:36) Hvussu vátta hesi orðini, at Jesus ikki er Gud hin Alvaldi?

Jesus sigur, at Faðirin veit meira enn Sonurin. Men var Jesus ein partur av Gudi hinum Alvalda, so hevði hann vitað tað sama sum Faðir sín. Sonurin og Faðirin kunnu altso ikki vera javnlíkir. Onkur man kortini siga: ’Jesus hevði tvinnanda verur. Her talar hann sum menniskja.’ Men um so er, hvussu er tá vorðið við heilaga andanum? Er hann ein partur av sama Gudi sum Faðirin, hví sigur Jesus so ikki, at heilagi andin veit tað, sum Faðirin veit?

Í tínum framhaldandi bíbliulestri kemur tú fram á fleiri brot, ið snúgva seg um hetta evnið. Tey vátta sannleikan um Faðirin, Sonin og heilaga andan. — Sálmur 90:2; Ápostlasøgan 7:55; Kolossebrævið 1:15.

^ par. 3 Fleiri upplýsingar um Jóhannes 1:1 eru at finna í greinini „Var Ordet ’Gud’ eller ’en gud’?“ í Vagttårnet, 1. november 2008, sum Jehova Vitni hava givið út.