Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 KAPITTUL TRETTAN

Lívið — sum Gud metir tað

Lívið — sum Gud metir tað
  • Hvørja áskoðan hevur Gud á lívið?

  • Hvat heldur Gud um fosturtøku?

  • Hvussu vísa vit virðing fyri lívinum?

1. Hvør hevur skapt alt lív?

„[JEHOVA] er Gud av sonnum,“ segði Jeremias profetur. „Hann er livandi Gud.“ (Jeremias 10:10) Og Jehova er eisini tann, sum hevur skapt alt lív. Himmalskir skapningar fagna honum við orðunum: „Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“ (Opinberingin 4:11) Og í einum lovsangi til Gud segði Dávid kongur: „Hjá Tær er kelda lívsins.“ (Sálmur 36:10) Lívið er sostatt ein gáva frá Gudi.

2. Hvat ger Gud fyri at halda okkum á lívi?

2 Jehova er eisini tann, sum heldur okkum á lívi. (Ápostlasøgan 17:28) Hann hevur skapt matin, vit eta, vatnið, vit drekka, luftina, vit anda í okkum, og jørðina, sum vit búgva á. (Ápostlasøgan 14:15-17) Og hann hevur gjørt tað soleiðis, at okkum dámar at liva. Men fyri at fáa fulla gleði av lívinum, mugu vit læra Guds lógir at kenna og fylgja teimum. — Esaias 48:17, 18.

VIRÐING FYRI LÍVINUM

3. Hvat helt Gud um tað, at Ábel varð myrdur?

3 Gud vil, at vit skulu sýna lívinum virðing — bæði okkara egna lívi og lívinum hjá øðrum. Einaferð varð sonur Ádam og Evu, Káin, til dømis ógvuliga illur við yngra bróðurin, Ábel. Jehova ávaraði Káin um, at vreiði hansara kundi elva til álvarsama synd. Men Káin læt ikki ávaringina við  seg koma. Hann ’leyp á Ábel, bróður sín, og drap hann’. (1 Mósebók 4:3-8) Jehova revsaði Káin fyri at hava myrt bróður sín. — 1 Mósebók 4:9-11.

4. Hvussu legði Gud í Móselógini dent á, hvussu lívið skal metast?

4 Nógv hundrað ár seinni gav Jehova ísraelsfólki nakrar lógir, sum skuldu hjálpa teimum at tæna honum á ein hátt, sum kundi góðtakast. Lógirnar vórðu givnar við Mósesi profeti, og tí verða tær eisini undir einum nevndar Móselógin. Eitt boð í Móselógini var hetta: „Tú mást ikki drepa.“ (5 Mósebók 5:17) Hetta vísti ísraelsmonnum, at Gud metir menniskjalívið høgt, og at teir skuldu gera tað sama.

5. Hvussu eiga vit at meta fosturtøku?

5 Hvussu við lívinum hjá einum óføddum barni? Sambært Móselógini kundi tað revsast við deyðanum, um onkur hevði skyldina av, at eitt óføtt barn doyði. Ja, lívið í einum fostri er eisini dýrabart í Guds eygum. (2 Mósebók 21:22, 23, Ny Verden-Oversættelsen; Sálmur 127:3) Hetta merkir, at tað er skeivt at fáa fosturtøku.

6. Hví mugu vit ikki hata okkara medmenniskju?

6 Virðing fyri lívinum merkir eisini at hava røttu áskoðanina á síni medmenniskju. Bíblian sigur: „Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær.“ (1 Jóhannes 3:15) Vilja vit fegin hava ævigt lív, má alt hatur til okkara medmenniskju rívast upp við rót. Hatur er nevniliga upprunin til meginpartin av øllum harðskapi. (1 Jóhannes 3:11, 12) Tað er lívið um at gera, at vit læra at elska hvør annan.

7. Nevn nakrar vanar, sum bera boð um vantandi virðing fyri lívinum.

7 Hvussu við virðingini fyri okkara egna lívi? Vanliga vil eingin av okkum doyggja, men summi seta lívið í váða til stuttleika. Nógv roykja til dømis hassj ella tubbak. Onnur brúka uppaftur sterkari rúsevni til stuttleika ella til linna.  Hesi evnini eru skaðilig og elva ofta til andlát. Tann, sum hevur fingið sær til vana at brúka rúsandi evni, metir ikki lívið heilagt, og slíkur atburður er óreinur í Guds eygum. (Rómbrævið 6:19; 12:1; 2 Korintbræv 7:1) Vilja vit tæna Gudi á ein hátt, sum kann góðtakast, mugu vit sleppa okkum av við sovorðnar vanar. Tað kann vera ringt, men Jehova kann geva okkum neyðugu hjálpina. Og hann virðismetir, at vit leggja okkum eftir at handfara lívið sum eina dýrabara gávu frá honum.

8. Hví mugu vit altíð hugsa um trygdina?

8 Tá vit hava virðing fyri lívinum, hugsa vit altíð um trygdina. Vit eru ikki gáloysin og seta heldur ikki heilsuna í váða til stuttleika ella fyri spennings skuld. Vit eru ikki uppi í hættisligari bilkoyring og harðligum ella vandamiklum ítróttagreinum. (Sálmur 11:5, Ny Verden-Oversættelsen) Í lógini, sum Gud gav Ísrael í forðum, stóð skrivað: „Táið tú byggir tær nýtt hús [við flatari tekju], skalt tú gera bróstvernd rundanum á takinum, so tú dregur ikki blóðskyld oman yvir hús títt, av tí at onkur dettur niður haðani.“ (5 Mósebók 22:8) Í samsvari við meginregluna í hesi lóg mugu vit ansa eftir, at trappur og líknandi í heiminum hjá okkum eru í fullgóðum standi, so tær ikki eru orsøk til, at fólk snáva, detta og kanska fáa álvarsligan skaða. Eigur tú bil, mást tú syrgja fyri, at hann er í tryggum standi. Vit mugu ansa væl eftir, at okkara heim ella okkara bilur hvørki eru til vanda fyri okkum sjálvi ella onnur.

9. Hvussu fara vit við dýrum, um vit hava virðing fyri lívinum?

9 Hvussu við lívinum hjá einum dýri? Tað er eisini heilagt í Skaparans eygum. Gud loyvir, at vit drepa dýr fyri at fáa mat og klæði ella fyri at verja okkum í vanda. (1 Mósebók 3:21; 9:3; 2 Mósebók 21:28) Men at fara illa við dýrum ella at drepa tey bert til ítriv er skeivt. Ein, ið ber seg soleiðis at, vísir, at hann bert hevur vanvirðing fyri lívsins heilagleika. — Orðtøkini 12:10.

 VIRÐING FYRI BLÓÐI

10. Hvussu hevur Gud víst, at samband er ímillum lívið og blóðið?

10 Tá Káin hevði dripið bróður sín, Ábel, segði Jehova við hann: „Blóð bróður tíns rópar til Mín av jørðini.“ (1 Mósebók 4:10) Tá Gud í hesum sambandi nevndi blóðið hjá Ábel, sipaði hann í veruleikanum til lívið hjá honum. Káin hevði dripið Ábel og mátti nú taka við revsingini. Tað var, sum rópti Ábels blóð, ella lív, til Jehova um rættvísi. Dentur varð aftur lagdur á sambandið millum lív og blóð eftir Vatnflóðina á Nóa døgum. Fyri Vatnflóðina ótu menniskjuni einki uttan frukt, grønmeti, korn og nøtir. Men eftir Vatnflóðina segði Jehova við Nóa og synir hansara: „Alt tað, sum rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.“ Men eina treyt legði Gud kortini við. „Tó — kjøt við sálini [ella lívinum], tað er blóðinum, í, tað skulu tit ikki eta.“ (1 Mósebók 1:29; 9:3, 4) Her vísti Jehova týðiliga á tætta sambandið ímillum lív og blóð hjá livandi skapningum.

11. Hvørja nýtslu av blóði hevur Gud bannað heilt frá Nóa døgum?

11 Vit vísa virðing fyri blóðinum við ikki at eta tað. Í lóg síni til ísraelsmenn gav Jehova hesi boð: „Tá ið onkur av Ísraelsmonnum ella av teimum fremmandu . . . veiðir eitt vilt dýr ella fugl — av teimum, ið loyvi er at eta — so skal hann lata blóðið renna út og koyra mold út yvir tað. . . . Eg [havi] sagt við Ísraelsmenn: ’Tit mugu ikki eta blóðið úr nøkrum kjøti.’“ (3 Mósebók 17:13, 14) Boðini frá Gudi um ikki at eta dýrablóð, og sum vórðu givin Nóa umleið 800 ár frammanundan, vóru altso framvegis galdandi. Her var eingin ivi um, hvørja áskoðan Jehova hevði. Hansara tænarar kundu eta dýrakjøt, men ikki blóð. Tað skuldu teir hella út á jørðina — á tann hátt góvu teir í veruleikanum Gudi lívið hjá dýrinum aftur.

12. Hvørji boð um blóð — sum framvegis eru galdandi — vórðu við heilaga andanum givin í fyrstu øld?

 12 Eini líknandi boð vóru givin teimum kristnu. Ápostlarnir og aðrir, sum stóðu á odda fyri Jesu lærisveinum í fyrstu øld, komu saman at gera av, hvørji boð øll í kristnu samkomuni skuldu halda. Niðurstøðan, teir komu til, var henda: „Heilagi Andin og vit hava tá gjørt av, onga aðra byrði at leggja á tykkum enn hetta — sum neyðugt er — : At tit halda tykkum frá tí, ið ofrað er til avgudar, frá blóði, frá tí, sum kvalt er [og blóðið ikki er runnið av, sum tað eigur], og frá siðloysi.“ (Ápostlasøgan 15:28, 29; 21:25) Vit skulu altso ’halda okkum frá blóði’. Í eygum Guds er hetta eins týdningarmikið sum at halda seg frá avgudadýrkan og kynsligum siðloysi.

Um læknin bað teg halda teg frá rúsdrekka, hevði tú so hildið tað vera í lagi at fáa tað sprænt inn í eina æðr?

13. Greið frá, hví boðini um at halda seg frá blóði eisini galda blóðflutning.

13 Galda hesi boðini eisini blóðflutning? Ja. Hugsa tær, at læknin hjá tær sigur, at tú mást halda teg frá rúsdrekka. Tað merkir sjálvandi, at tú ikki skalt drekka rúsandi løg, men hevði tað so verið í lagi at fingið rúsdrekka sprænt beint inn í æðrarnar? Sjálvandi ikki! At halda seg frá blóði merkir samsvarandi, at ein ikki á nakran hátt tekur tað inn í kroppin hjá sær. Vilja vit fylgja boðunum um at halda okkum frá blóði, merkir tað altso, at vit ikki loyva nøkrum at geva okkum blóð inn í æðrarnar.

14, 15. Hvat ger ein kristin, um læknarnir siga tað vera neyðugt at geva honum blóðflutning, og hví?

14 Men hvat um ein kristin verður illa løstaður ella skal hava eina stóra skurðviðgerð? Hvat um læknarnir siga, at hann doyr, fær hann ikki blóðflutning? Kristin vilja sjálvandi ikki missa lívið. Fyri at varðveita hesa dýrmettu gávuna frá Gudi góðtaka tey nógvar aðrar viðgerðarhættir, sum ikki fevna um misnýtslu av blóði. Nógv læknavísindalig alternativ til blóðflutning eru til taks, og tey royna at verða viðgjørd við teimum, um tað ber til.

 15 Fer ein kristin at bróta Guds lóg fyri at liva eitt sindur longur í hesi heimsskipanini? Jesus segði: „Tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld, skal finna tað.“ (Matteus 16:25) Vit vilja ikki doyggja. Men royna vit at bjarga hesum lívinum við at bróta Guds lóg, er vandi fyri, at vit missa æviga lívið. Klókast man tí vera at hava álit á Guds lóg og fylgja henni, fullvís í at Lóggevari okkara, um vit onkursvegna skuldu doyð, í uppreisnini fer at minnast okkum og geva okkum lívsins dýru gávu aftur. — Jóhannes 5:28, 29; Hebrearabrævið 11:6.

16. Hvørja fasta avgerð hava Guds tænarar tikið viðvíkjandi blóði?

16 Trúgvir Guds tænarar hava nú á døgum tikið fasta avgerð um at fylgja hansara lóg viðvíkjandi blóðinum. Teir hvørki eta tað ella taka tað inn á annan hátt. Teir nokta eisini at fáa blóð í sambandi við læknaviðgerð. * Teir eru vísir í, at Hann, ið skapti blóðið, veit, hvat tænir teimum best. Heldur tú eisini tað?

EINASTA RÆTTA NÝTSLAN AV BLÓÐI

17. Hvør nýtsla av blóði var tann einasta, sum Jehova Gud góðkendi í fortíðar Ísrael?

17 Móselógin legði dent á, at blóð bara kundi nýtast til eitt endamál. Í sambandi við tilbiðingina, sum Jehova kravdi  av ísraelsmonnum í forðum, vóru boðini hesi: „Sálin [ella lívið] í øllum holdi er í blóðinum, og Eg havi givið tykkum tað at nýta á altarinum at gera bót fyri sálir tykkara; tað er blóðið, ið ger bót, tí sálin er í tí.“ (3 Mósebók 17:11) Tá ísraelsmenn syndaðu, kundu teir fáa fyredrigeving við at ofra eitt dýr og fáa nakað av blóði tess smurt á altarið í tabernaklinum ella — seinni í søguni — á altarið í Guds templi. Einasta nýtslan av blóði, sum Gud góðkendi, var í sambandi við slík offur.

18. Hvørjar fyrimunir og signingar kunnu vit fáa við Jesusar úthelta blóði?

18 Kristin eru ikki undir Móselógini og hennara fyriskipanum um at ofra dýr og smyrja dýrablóð á eitt altar. (Hebrearabrævið 10:1) Men blóð, brúkt á altarinum í fortíðar Ísrael, vísti fram til tað virðismikla ofrið, sum sonur Guds, Jesus Kristus, læt. Sum vit lærdu í kapittul 5, ofraði Jesus sítt  menniskjalív, tá hann læt blóð sítt verða úthelt fyri okkara skuld. Síðani fór hann til himmals eina ferð fyri allar at bera Gudi virðið av sínum úthelta blóði (Hebrearabrævið 9:11, 12) Hetta skapti grundarlag fyri, at vit kunnu fáa syndir okkara fyrigivnar og møguleika fyri ævigum lívi. (Matteus 20:28; Jóhannes 3:16) Henda serliga nýtslan av blóði hevur havt ómetaliga stóran týdning. (1 Pætur 1:18, 19) Bert við trúgv á virðið í Jesu úthelta blóði kunnu vit fáa frelsu.

Hvussu kanst tú vísa virðing fyri lívi og blóði?

19. Hvat mugu vit gera fyri at vera ’rein fyri blóð alra’?

19 Vit kunnu vera sera takksom fyri, at Jehova í sínum kærleika gav okkum lívið. Skuldi tað ikki fingið okkum at sagt øðrum frá, at tey við trúgv á ofrið, sum Jesus Kristus gav, kunnu fáa ævigt lív? Verulig umsorgan fyri lívinum hjá okkara medmenniskjum eggjar okkum til at gera tað miðvíst og við ídni. (Ezekiel 3:17-21) Tá vit hugagóð átaka okkum ta ábyrgdina, kunnu vit taka undir við Paulusi ápostli, sum segði: „Eg eri reinur fyri blóð alra. Tí eg havi einki hildið aftur, men kunngjørt tykkum alt ráð Guds.“ (Ápostlasøgan 20:26, 27) Við at siga øðrum frá Gudi og hansara ætlan vísa vit, at vit hava størstu virðing fyri lívinum og blóðinum.

^ par. 16 Fleiri upplýsingar um læknavísindalig alternativ til blóðflutning eru at finna í kapitlinum „Seriøse alternativer til transfusion“ í heftinum Hvordan kan blod redde dit liv?, sum Jehova Vitni hava givið út.