Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 UPPÍSKOYTI

Kvøldmáltíð Harrans — ein høgtíð Gudi til heiðurs

Kvøldmáltíð Harrans — ein høgtíð Gudi til heiðurs

KRISTIN hava fingið boð um at halda eina høgtíð til minni um deyða Jesusar. Henda minningarhøgtíðin verður eisini nevnd „kvøldmáltíð Harrans“. (1 Korintbræv 11:20) Hví hevur hon so stóran týdning? Nær og hvussu skal hon haldast?

Jesus Kristus stovnaði høgtíðina sama kvøldið, sum jødisku páskirnar í ár 33 vórðu hildnar. Páskirnar vóru ein høgtíð, sum bert varð hildin eina ferð um árið — 14. dagin í jødiska mánaðinum nisan. Fyri at rokna seg fram til rætta dagin tóku jødarnir støði í vársjavndøgninum, tá dagur og nátt eru líka long. Nisan mánaður byrjaði, tá tann nýmánin, ið er næstur vársjavndøgnið, var at síggja. Páskirnar vóru 14 dagar seinni, eftir sólsetur.

Jesus helt páskir við ápostlum sínum, sendi Judas Iskariot burtur og stovnaði síðani kvøldmáltíð Harrans. Henda høgtíðin kom í staðin fyri jødisku páskirnar og skuldi tí bert haldast eina ferð um árið.

Matteusar evangelium sigur frá: „Jesus [tók] breyð, signaði og breyt tað, gav lærisveinunum tað og segði: ’Takið, etið! Hetta er likam Mítt.’ So tók Hann kalik, takkaði, gav teimum  hann og segði: ’Drekkið allir av honum! Tí hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong til syndafyrigeving.’“ — Matteus 26:26-28.

Nøkur trúgva, at Jesus umskapaði breyðið til sítt bókstavliga hold og vínið til sítt blóð. Men holdliga likamið hjá Jesusi var framvegis heilt og óskatt, tá hann bjóðaði ápostlum sínum hetta breyðið. Ótu ápostlarnir veruliga bókstavliga kjøt Jesusar og drukku hansara blóð? Nei, tí tað hevði verið mannaát og brot á Guds lóg. (1 Mósebók 9:3, 4; 3 Mósebók 17:10) Sambært Lukas 22:20, segði Jesus: „Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum, sum verður úthelt fyri tykkum.“ Gjørdist kalikurin bókstavliga til ’nýggja sáttmálan’? Tað ber ikki til, tí sáttmálin er ein avtala og ikki nakar ítøkiligur lutur.

Breyðið og vínið eru altso bara ímyndir. Breyðið ímyndar fullkomna likamið hjá Kristusi. Jesus brúkti eitt breyð, sum var eftir av páskamáltíðini, og sum varð bakað uttan súrdeiggj ella ger. (2 Mósebók 12:8) Í Bíbliuni verður súrdeiggj ofta brúkt at ímynda synd ella spillu. Breyðið umboðar tí tað fullkomna likamið, sum Jesus ofraði. Tað var uttan synd. — Matteus 16:11, 12; 1 Korintbræv 5:6, 7; 1 Pætur 2:22; 1 Jóhannes 2:1, 2.

Reyða vínið umboðar blóð Jesusar. Hetta blóðið setir nýggja sáttmálan í gildi. Jesus segði, at hansara blóð varð úthelt til „syndafyrigeving“. Menniskju kunnu tí gerast rein í Guds eygum og verða tikin upp í nýggja sáttmálan við Jehova. (Hebrearabrævið 9:14; 10:16, 17) Hesin sáttmálin, ella avtalan, ger tað møguligt, at 144.000 trúføst kristin kunnu koma í himmalin. Har skulu tey tæna sum kongar og prestar og vera allari mannaættini til signing. — 1 Mósebók 22:18; Jeremias 31:31-33; 1 Pætur 2:9; Opinberingin 5:9, 10; 14:1-3.

Hvør skal eta og drekka ímyndirnar á minningarhøgtíðini? Tað skulu vituliga bara tey, sum eru við í nýggja sáttmálanum — altso tey, ið hava vón um at koma í himmalin. Guds heilagi andi sannførir tey um, at tey eru útvald at vera kongar í himli. (Rómbrævið 8:16) Tey eru eisini við í sáttmálanum um eitt ríki við Jesusi. — Lukas 22:29.

 Hvussu við teimum, sum hava vón um at liva æviga í einum paradísi á jørðini? Tey gera eftir boðum Jesusar og eru hjástødd á kvøldmáltið Harrans, ikki sum luttakarar, men sum virðiligir eygleiðarar. Jehova Vitni halda hesa minningarhøgtíðina eina ferð um árið, eftir sólsetur hin 14. nisan. Hóast bara nøkur fá túsund í øllum heiminum hava himmalsku vónina, hevur henda høgtíðin stóran týdning fyri øll kristin. Hon er eitt høvi, har øll kunnu hugsa um tann einastandandi kærleikan, sum Jehova Gud og Jesus Kristus hava. — Jóhannes 3:16.