Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 UPPÍSKOYTI

Koma Messiasar fyriboðað í Dániels profeti

Koma Messiasar fyriboðað í Dániels profeti

DÁNIEL profetur livdi meir enn 500 ár fyri Jesu føðing. Hóast tað gav Jehova Dániel nakrar upplýsingar, sum gjørdu tað møguligt at fáa greiðu á, nær Jesus skuldi salvast við heilagum anda og soleiðis verða tilnevndur Messias, ella Kristus. Sagt varð við Dániel: „Tú skalt vita og skilja: Frá tí orðið gongur út um at reisa Jerúsalem aftur og byggja tað av nýggjum, inntil  ein Salvaður, ein Høvdingi, kemur, skulu ganga 7 vikur og 62 vikur.“ — Dániel 9:25.

Fyri at áseta, nær Messias skuldi koma, mugu vit fyrst vita, nær tað tíðarskeiðið, sum leiddi fram til Messias, byrjaði. Sambært profetiini byrjaði tað, ’tá orðið gekk út um at reisa Jerúsalem aftur og byggja tað av nýggjum’. Og nær var tað? Nehemias bíbliuhøvundur greiðir frá, at orðið um at endurbyggja Jerusalems múrar gekk út „tjúgunda árið, ið Artaxerxes sat við stýrið“. (Nehemias 2:1, 5-8) Søgufrøðingar vátta, at Artaxerxes byrjaði stjórn sína í 475 f.o.t. Tjúgunda stjórnarár  hansara var altso ár 455 f.o.t. Nú vita vit, nær messiasprofetiin hjá Dániel byrjar, nevniliga 455 f.o.t.

Dániel sigur, hvussu long tíð skuldi ganga, áðrenn „ein Salvaður, ein Høvdingi“, kom. Profetiin nevnir „7 vikur og 62 vikur“ — til samans 69 vikur. Í nógvum bíbliutýðingum stendur viðmerkt, at talan ikki er um sjey-daga vikur, men um ’áravikur’. Tað merkir, at hvør vika varir sjey ár. Hugtakið áravikur, ella sjey-ára tíðareindir, var ikki fortíðar jødum fremmant. Til dømis var sjeynda hvørt ár eitt sabbatsár. (2 Mósebók 23:10, 11) Tær 69 profetisku vikurnar eru tí 69 tíðareindir við hvør sínum sjey árum, ella til samans 483 ár.

Nú kunnu vit gera roknistykkið liðugt. Byrja vit við ár 455 f.o.t. og leggja 483 ár aftrat, koma vit til ár 29 e.o.t. Hetta var júst árið, tá Jesus varð doyptur og salvaður sum Messias! * (Lukas 3:1, 2, 21, 22) Er hetta ikki ein merkisverd uppfylling av einari bíbliuprofeti?

^ par. 2 Frá 455 f.o.t. til 1 f.o.t. eru 454 ár. Frá 1 f.o.t. til 1 e.o.t. er eitt ár (einki 0 ár var). Og frá 1 e.o.t. til 29 e.o.t. eru 28 ár. Leggja vit hesi trý tølini saman (454+1+28), verður úrslitið 483 ár. Jesus varð „fyribeindur“, ella dripin, í ár 33 e.o.t., í 70. áravikuni. (Dániel 9:24, 26) Fleiri upplýsingar um hesa profetiina eru at finna í bókini Giv agt på Daniels profeti!, kapittul 11, og í Indsigt i Den Hellige Skrift, bind 1, síða 819-821. Jehova Vitni hava givið bøkurnar út.