Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 UPPÍSKOYTI

Jesus Kristus — hin lovaði Messias

Jesus Kristus — hin lovaði Messias

FYRI at hjálpa okkum at gera av, hvør Messias var, gav Jehova nógvum av bíbliuprofetunum íblástur, so teir kundu boða frá ymiskum smálutum í sambandi við føðingina, tænastuna og deyðan hjá hesum lovaða frelsara. Bíbliuprofetiirnar gingu allar út við Jesusi Kristi. Tað er undranarvert, so neyvar og nágreiniligar tær eru. Latið okkum líta at nøkrum profetium um føðing og barndóm Messiasar.

 Esaias profetur boðaði frá, at Messias skuldi vera ein eftirkomari Dávids kongs. (Esaias 9:7) Og Jesus varð nettupp føddur í Dávids ætt. — Matteus 1:1, 6-17.

Mika, ein annar av Guds profetum, boðaði frá, at barnið skuldi føðast í „Betlehem Efrata“ og seinni gerast stjórnari. (Mika 5:1) Um tað mundið, tá Jesus varð føddur, vóru í Ísrael  tveir býir, sum báðir kallaðust Betlehem. Annar lá tætt við Nazaret í norðara parti av landinum, og hin nærindis Jerusalem í Juda. Betlehem nærindis Jerusalem varð fyrr nevndur Efrata. Og í tí býnum varð Jesus føddur, júst sum profetiin hevði boðað frá! — Matteus 2:1.

Ein onnur bíbliuprofeti boðaði frá, at Gud skuldi kalla son sín „úr Egyptalandi“. Jesus varð á barnaárum tikin við til Egyptalands. Eftir deyða Heródesar varð Jesus tikin við aftur til Ísraels, og soleiðis gekk profetiin út. — Hoseas 11:1; Matteus 2:15.

Í skriftstøðunum, sum standa undir „Profeti“ í yvirlitinum „ Profetiir um Messias“, eru nágreiniligar fyriboðanir um Messias. Royn at samanbera tey við skriftstøðini undir „Uppfylling“. Tað styrkir teg í trúnni á, at Guds orð er satt.

Minst til, tá tú kannar hesi skriftstøðini, at profetiirnar vórðu skrivaðar fleiri hundrað ár fyri Jesu føðing. Jesus segði: „Alt mátti ganga út, sum skrivað er um Meg í Móselóg, profetunum og sálmunum.“ (Lukas 24:44) Og sum tú fært váttað í tíni egnu bíbliu, gingu profetiirnar veruliga út — og tað heilt út í æsir!