Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 KAPITTUL TÍGGJU

Hvussu kunnu andaskapningar ávirka okkum?

Hvussu kunnu andaskapningar ávirka okkum?
  • Hjálpa einglar menniskjum?

  • Hvussu hava illir andar ávirkað menniskju?

  • Skulu vit ræðast illar andar?

1. Hví eiga vit at læra nakað um einglar?

TÁ vit koma at kenna eitt annað menniskja, fáa vit vanliga nakað at vita um familjuna hjá viðkomandi. Tá vit læra Jehova Gud at kenna, koma vit eisini at kenna hansara familju av einglum betur. Í Bíbliuni nevnast einglarnir „synir Guds“. (Job 38:7) Hvørja støðu hava teir í Guds ætlan? Hava teir havt nakran leiklut í menniskjans søgu? Verður okkara lív ávirkað av einglum? Og um so er, hvussu?

2. Hvaðani komu einglarnir, og hvussu nógvir eru teir?

2 Einglar verða nevndir fleiri hundrað ferðir í Bíbliuni. Latið okkum kanna nøkur fá dømi, sum siga okkum nakað um teir. Hvaðani komu einglarnir? Í Kolossebrævinum 1:16 stendur: „Í Honum [Jesusi Kristi] varð alt skapt, tað í Himlunum og tað á jørðini.“ Við sínum frumborna soni skapti Gud altso allar andaskapningar ella einglar ein og ein. Hvussu nógvir einglar eru til? Bíblian vísir, at Gud hevur skapt milliónir av einglum, og at teir allir eru ’veldigir í mátti’. — Sálmur 103:20. *

3. Hvat sigur Job 38:4-7 okkum um einglar?

3 Bíblian, Guds orð, sigur okkum, at „allir synir Guds  róptu av gleði“, tá jørðin varð grundað. (Job 38:4-7) Einglarnir vóru altso til, langt áðrenn menniskjuni vórðu skapt, ja, eisini áðrenn jørðin varð skapt. Hesi bíbliuversini vísa eisini, at einglar hava kenslur. Í 7. versi stendur nevniliga, at teir „róptu av gleði“. Legg til merkis, at „allir synir Guds“ gleddust í felag. Hetta tíðarskeiðið vóru allir einglarnir altso við í eini sameindari familju, sum tænti Jehova Gudi.

EINGLARNIR HJÁLPA OG VERJA OKKUM

4. Hvussu vísir Bíblian, at trúfastir einglar hava áhuga fyri menniskjunum?

4 Líka síðan teir trúføstu andaskapningarnir sóu fyrstu menniskjuni verða skapt, hava teir sýnt tí vaksandi menniskjasamfelagnum og fremjanini av Guds ætlan stóran áhuga. (Orðtøkini 8:30, 31; 1 Pætur 1:11, 12) Men sum tíðin leið, løgdu einglarnir til merkis, at tey flestu menniskjuni hildu uppat at tæna sínum góða Skapara. Tað var uttan iva hugstoytt hjá trúføstu einglunum. Hinvegin er „gleði hjá einglum Guds“, hvørja ferð bara eitt menniskja vendir aftur til Jehova. (Lukas 15:10) Tá nú einglar hugsa so nógv um vælferðina hjá teimum, sum tæna Gudi, er tað væl skiljandi, at Jehova aftur og aftur hevur brúkt einglar at styrkja og verja sínar trúføstu tænarar á jørðini. (Hebrearabrævið 1:7, 14) Latið okkum kanna nøkur dømi.

„Gud mín sendi eingil Sín og læt aftur munn leyvanna.“ — Dániel 6:23

5. Hvørji dømi hava vit í Bíbliuni um hjálp frá einglum?

5 Tveir einglar hjálptu tí rættvísa Lot og døtrum hansara at sleppa undan við lívinum, tá teir báðir gudleysu býirnir, Sodoma og Gomorra, vórðu lagdir í oyði. Einglarnir leiddu tey burtur úr vandaøkinum. (1 Mósebók 19:15, 16) Øldir seinni varð Dániel profetur kastaður í leyvubølið, men hann slapp óskalaður. „Gud mín sendi eingil Sín og læt aftur munn leyvanna,“ greiddi Dániel frá. (Dániel 6:23) Í fyrstu øld fríaði ein eingil Pætur ápostul út úr einum fangahúsi. (Ápostlasøgan 12:6-11) Einglar hjálptu Jesusi í  byrjanini av tænastu hansara á jørðini. (Markus 1:13) Og stutt fyri deyða hansara, vísti ein eingil seg fyri honum og „styrkti hann“. (Lukas 22:43) Henda hjálpin má hava verið ein stórur uggi og styrkur hjá Jesusi hesi avgerandi tíðarskeið í lívi hansara.

6. (a) Hvussu verja einglar nú á døgum Guds fólk? (b) Hvørjar spurningar skulu vit nú kanna?

6 Nú á døgum vísa einglar seg ikki longur sjónliga fyri Guds tænarum á jørðini. Men sjálvt um menniskju ikki eru før fyri at síggja einglar, verja teir Guds fólk, serstakliga fyri øllum ið kundi volt andaligan skaða. Bíblian sigur: „Eingil [Jehova] tekur støðu rundan um tey, ið óttast Hann, og fríar tey út.“ (Sálmur 34:8) Hesi orðini eru okkum ein stórur uggi. Hví? Tí vandamiklir óndir andaskapningar eru til, sum royna at gera enda á okkum! Hvørjir eru teir? Hvaðani koma teir? Hvussu royna teir at skaða okkum? Fyri at fáa greiðu á hesum spurningunum skulu vit stutt kanna nakað, sum hendi í byrjanini av menniskjans søgu.

ILLVILJAÐIR ANDASKAPNINGAR

7. Í hvussu stóran mun fekk Satan menniskjuni at venda Gudi bakið?

7 Sum vit lærdu í kapittul 3, mentist í einum av einglunum ein hugur til at ráða yvir øðrum. Soleiðis vendi hesin andaskapningurin sær ímóti Gudi, og hann gjørdist seinni kendur undir heitinum Satan Djevulin. (Opinberingin 12:9) Tey fyrstu 1600 árini eftir at Satan hevði dárað Evu, eydnaðist honum at fáa nærum øll menniskju at venda Gudi bakið. Bert fá, sum til dømis Ábel, Enok og Nóa, vóru trúføst. — Hebrearabrævið 11:4, 5, 7.

8. (a) Hvussu blivu nakrir einglar til illar andar? (b) Hvat máttu illu andarnir gera fyri at koma livandi undan vatnflóðini á Nóa døgum?

8 Á Nóa døgum gjørdu aðrir einglar uppreistur ímóti Jehova. Teir fóru úr støðu síni í Guds himmalsku familju, komu niður á jørðina og lótu seg í holdlig likam. Hví? Svarið  stendur í 1 Mósebók 6:2: „Gudssynirnir [sóu], at menniskjadøturnar vóru vakrar, og teir tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti.“ Men Jehova loyvdi ikki, at virksemið hjá hesum einglunum helt fram við sínum spillandi árini á menniskjuni. Hann læt eina heimsumfatandi vatnflóð skola øll tey óndu menniskjuni burtur og varðveitti ongan uttan sínar trúføstu tænarar. (1 Mósebók 7:17, 23) Soleiðis vórðu teir uppreistrarhugaðu einglarnir, ella illu andarnir, noyddir at geva holdligu likam síni frá sær og fara aftur til himmalin sum andaskapningar. Teir vóru farnir í part við Djevulinum, sum tí gjørdist ’høvdingi hinna illu anda’. — Matteus 9:34.

9. (a) Hvat hendi illu andunum, tá teir komu aftur í himmalin? (b) Hvat skulu vit nú kanna?

 9 Tá teir ólýdnu einglarnir komu aftur í himmalin, vórðu teir eins og harri teirra, Satan, viðfarnir sum útihýstir. (2 Pætur 2:4) Hóast teir ikki longur kunnu lata seg í menniskjalikam, hava teir framvegis eina sera ringa ávirkan á menniskju. Við hesum illu andunum „villleiðir Satan allan mannaheimin“. (Opinberingin 12:9; 1 Jóhannes 5:19) Hvussu fer tað fram? Í høvuðsheitum brúka illu andarnir mannagongdir, sum beinleiðis eru ætlaðar at villleiða fólk. (2 Korintbræv 2:11) Latið okkum kanna, hvussu illu andarnir til dømis bera seg at.

HVUSSU ILLU ANDARNIR VILLLEIÐA FÓLK

10. Hvat er spiritisma?

10 Illu andarnir brúka spiritismu at villleiða fólk við. Tey, ið fáast við spiritismu, koma í samband við illu andarnar, antin beinleiðis ella við einum andamanara. Bíblian fordømir spiritismu og ræður okkum til at skýggja alt, sum á nakran hátt hevur samband við spiritismu. (Galatiabrævið 5:19-21) Illu andarnir brúka spiritismu, nakað sum stuttleikafiskarin brúkar agn. Ein stuttleikafiskari brúkar ymiskt agn til ymiskan fisk, og somuleiðis brúka illu andarnir ymisk sløg av spiritismu til ymisk menniskju fyri at fáa vald á teimum.

11. Hvat er spádómskynstur, og hví skulu vit halda okkum frá tí?

11 Eitt agn, sum illu andarnir brúka, er spádómskynstur. Hvat er spádómskynstur? Tað er ein roynd at fáa nakað at vita um framtíðina ella tað ókenda við eitt nú stjørnuspádómi, dreymatýðing, lógvalestri, tarokkkortum ella krystallkúlu. Sjálvt um nógv halda tað vera meinaleyst at fáast við spádóm, vísir Bíblian, at spámenn og spákvinnur arbeiða saman við illum andum. Ápostlasøgan 16:16-18 nevnir til dømis ein „spádómsanda“, sum gjørdi eina gentu føra  fyri „at spáa“. Men tann førleikan misti hon, tá illi andin varð rikin úr henni.

Illu andarnir villleiða menniskju á ymiskan hátt

12. Hví er tað vandamikið at royna at samskifta við tey deyðu?

12 Eitt annað, sum illu andarnir brúka í royndunum at villleiða fólk, er at eggja teimum til at fáa samband við tey deyðu. Fólk, sum syrgja, tí tey hava mist ein av sínum kæru, kunnu lætt verða villleidd av skeivum hugsanum um tey deyðu. Ein andamanari kann koma fram við serligum upplýsingum ella tosa við eini rødd, ið ljóðar sum røddin á tí deyða. Tí kenna nógv seg sannførd um, at tey deyðu eru á lívi onkustaðni, og at tey, sum sita eftir, kunnu fáa ugga í sorgini við at koma í samband við tey deyðu. Men ein og hvør ’uggi’ av hesum slag er í veruleikanum falskur og vandamikil. Hví? Tí illu andarnir kunnu herma eftir røddini á tí deyða og geva einum andamanara upplýsingar um viðkomandi. (1 Sámuel 28:3-19) Annars lærdu vit eisini í kapittul 6, at tey deyðu ikki longur eru til. (Sálmur 115:17) Ein og hvør, sum „leitar sær ráð frá deyðum“, er  altso villleiddur av illum andum og ger nakað, sum er ímóti Guds vilja. (5 Mósebók 18:10, 11; Esaias 8:19) Tí mugu vit ansa væl eftir og vísa hetta vandamikla agnið, sum illu andarnir brúka, frá okkum.

13. Hvat hevur eydnast hjá nógvum, sum fyrr ræddust illu andarnar?

13 Illu andarnir ikki bara villleiða fólk. Teir royna eisini at ræða tey. Satan og illu andarnir vita, at tíðin, teir hava eftir, áðrenn teir verða tiknir úr leikum, „er so stutt“, og teir eru óndari nú enn nakrantíð áður. (Opinberingin 12:12, 17) Og kortini hevur tað eydnast fleiri túsund menniskjum, sum hvønn dag hava livað í ótta fyri slíkum illum andum, at sleppa av við óttan. Hvussu hava tey borið seg at? Hvat skulu vit gera, um vit longu eru komin í hóslag við okkultismu?

HVUSSU STANDA VIT ILLU ANDUNUM ÍMÓTI?

14. Hvussu kunnu vit, sum tey kristnu í Efesus í fyrstu øld, gera okkum leys av illum andum?

14 Bíblian sigur okkum, bæði hvussu vit kunnu standa illu andunum ímóti, og hvussu vit kunnu gera okkum leys av teimum. Latið okkum taka dømið við teimum kristnu, sum í fyrstu øld búðu í býnum Efesus. Nøkur av teimum fingust við spiritismu, áðrenn tey blivu kristin. Hvat gjørdu tey, tá tey fegin vildu gera seg leys av spiritismu? Bíblian sigur: „Mong av teimum, ið høvdu fingist við at ganda, bóru saman bøkur sínar og brendu tær upp fyri eygum alra.“ (Ápostlasøgan 19:19) Við at beina fyri bókum sínum um gand vístu hesi nýumvendu kristnu, hvat tey skulu gera, sum nú á døgum vilja standa illu andunum ímóti. Tey, sum ynskja at tæna Jehova, mugu sleppa sær av við alt, ið hevur við spiritismu at gera. Talan kundi verið um bøkur, bløð, filmar, plakatir og tónleik, ið eggja fólki til at fáast við spiritismu og lýsa hana sum nakað dámligt og spennandi. Tað kundi eisini verið amulettir og annað slíkt, sum fólk hava uppi á sær til verju fyri illum. — 1 Korintbræv 10:21.

15. Hvat mugu vit gera fyri at standa óndum andamaktum ímóti?

 15 Nøkur ár eftir at tey kristnu í Efesus høvdu beint fyri bókum sínum um gand, skrivaði Paulus ápostul til teirra: „Hjá okkum stendur bardagin . . . við andaher óndskaparins í himmalrúminum.“ (Efesusbrævið 6:12) Illu andarnir høvdu altso ikki givið uppat. Teir royndu framvegis at fáa valdið. Hvat skuldu hesi kristnu so gera? Paulus segði: „Lyftið umframt alt skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda [Satans].“ (Efesusbrævið 6:16) Jú sterkari trúarinnar skjøldur er hjá hvørjum einstøkum av okkum, tess størri kraft hava vit eisini til at standa ímóti ’andaheri óndskaparins’. — Matteus 17:20.

16. Hvussu kunnu vit styrkja trúgv okkara?

16 Men hvussu styrkja vit trúnna? Við at granska Bíbliuna. Hvussu sterkur ein múrur er, veldst í stóran mun um styrkina í undirstøðinum. Hvussu sterk okkara trúgv er, veldst somuleiðis um, hvussu sterkt undirstøðið er. Og undirstøðið er nágreiniligur kunnskapur úr Guds orði, Bíbliuni. Lesa vit dagliga í Bíbliuni og granska hana, verður trúgvin hjá okkum sterk. Og tann trúgvin kann sum ein sterkur múrur verja okkum fyri ávirkan frá illum andum. — 1 Jóhannes 5:5.

17. Hvat annað mugu vit eisini gera fyri at standa illu andunum ímóti?

17 Hvat annað máttu tey kristnu í Efesus gera? Teimum tørvaði eisini aðra verju, tí tey búðu í einum býi, sum var nógv ávirkaður av illum andum. Paulus segði tí við tey: ’Biðið í andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn.’ (Efesusbrævið 6:18) Vit liva eisini í einum heimi, sum er nógv ávirkaður av illum andum. Innilig bøn til Jehova um hansara verju er tí líka so neyðug hjá okkum, um vit skulu standa ímóti illu andunum. Og tað er av stórum týdningi, at vit brúka Jehova navn í bønum okkara. (Orðtøkini 18:10) Vit mugu altso áhaldandi biðja Jehova frelsa  okkum frá tí illa, Satan Djevulinum. (Matteus 6:13) Jehova vil svara slíkum bønum. — Sálmur 145:19.

18, 19. (a) Hví kunnu vit vera vís í at vinna bardaga okkara ímóti óndum andaskapningum? (b) Hvør spurningur verður svaraður í næsta kapitli?

18 Illir andar eru vandamiklir, men standa vit Djevulinum ímóti og koma nær til Gud við at gera hansara vilja, nýtist okkum ikki at ræðast teir. (Jákup 4:7, 8) Teirra vald er avmarkað. Teir vórðu straffaðir á Nóa døgum, og í framtíðini fáa teir sín endaliga dóm. (Judas 6) Minst eisini til, at vit hava veldigu einglarnar hjá Jehova at verja okkum. (2 Kongabók 6:15-17) Teir eru sera áhugaðir í, at tað skal eydnast okkum at standa ímóti illu andunum. Tað er, sum rópa teir eggjandi til okkara. Latið okkum tí halda okkum nær til Jehova og hansara familju av trúføstum andaskapningum. Latið okkum um somu tíð skýggja eitt og hvørt slag av okkultismu og altíð fylgja vegleiðingini í Guds orði. (1 Pætur 5:6, 7; 2 Pætur 2:9) So kunnu vit vera vís í at vinna bardaga okkara ímóti teimum óndu andaskapningunum.

19 Men hví hevur Gud tolt teir illu andarnar og óndskapin, sum hevur volt menniskjunum so nógva líðing? Tann spurningurin verður svaraður í næsta kapitli.

^ par. 2 Um teir rættvísu einglarnar sigur Opinberingin 5:11: „Tal teirra var 10.000 ferðir 10.000 og 1000 ferðir 1000.“ Bíblian vísir altso, at milliónir av einglum vórðu skaptir.