Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 KAPITTUL FJÚRTAN

Hvussu fáa vit eitt eydnuríkt familjulív?

Hvussu fáa vit eitt eydnuríkt familjulív?
  • Hvat krevur tað at vera ein góður ektamaður?

  • Hvussu verður kvinnan ein góð og vird kona?

  • Hvat krevst av góðum foreldrum?

  • Hvussu kunnu børn fremja eitt eydnuríkt familjulív?

1. Hvat er lykilin til eitt eydnuríkt familjulív?

JEHOVA GUD vil, at vit skulu hava eitt eydnuríkt familjulív. Í sínum orði, Bíbliuni, hevur hann givið hvørjum einstøkum í familjuni nakrar leiðreglur, sum vísa, hvat hann væntar av teimum. Liva limirnir í einari familju eftir vegleiðingini frá Gudi, verður familjulívið gott. Jesus segði: „Sæl eru tey, sum hoyra Guds orð og halda tað!“ — Lukas 11:28, Ny Verden-Oversættelsen.

2. Hvat er eydnan í einari familju fyrst og fremst treytað av?

2 Eydnan í familjuni er fyrst og fremst treytað av, at vit viðurkenna, at familjuskipanin varð stovnað av Jehova, honum, sum Jesus nevnir „Faðir okkara“. (Matteus 6:9) Allar familjur á jørðini eru bara til, tí Jehova vildi tað — og hann veit, hvussu familjur verða eydnuríkar. (Efesusbrævið 3:14, 15) Og hvat sigur Bíblian so um leiklutin hjá teimum ymisku familjulimunum?

FAMILJUSKIPANIN ER STOVNAÐ AV GUDI

3. Hvussu sigur Bíblian, at familjulívið byrjaði, og hvussu vita vit, at tað, sum hon sigur, er satt?

3 Jehova skapti tey bæði fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu, og leiddi tey saman sum mann og konu. Hann gav teimum  eitt vakurt paradísheim her á jørðini — Edens urtagarð — og segði við tey, at tey skuldu fáa børn. „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina,“ segði Gud. (1 Mósebók 1:26-28; 2:18, 21-24) Hetta er eingin søgn ella samanpentað søga, tí sum Jesus vísti á, er tað, sum stendur í Fyrstu Mósebók um familjulívsins byrjan, satt. (Matteus 19:4, 5) Sjálvt um vit møta nógvum trupulleikum, og lívið nú í tíðini ikki er, soleiðis sum Gud av fyrstan tíð ætlaði, so ber tað til at fáa eitt eydnuríkt familjulív. Latið okkum kanna hvussu.

4. (a) Hvussu kann hvør einstakur í familjuni fremja eitt eydnuríkt familjulív? (b) Hví hevur tað so stóran týdning fyri familjulívið, at øll í familjuni kunna seg um lívið hjá Jesusi?

4 Øll í familjuni kunnu fremja eitt eydnuríkt familjulív við hvør í sínum lagi at vera Guds eftirfylgjarar og vísa kærleika á sama hátt sum hann. (Efesusbrævið 5:1, 2) Men hvussu kunnu vit taka eftir Gudi, tá vit ikki síggja hann? Vit kunnu fylgja Guds frumborna soni eftir. (Jóhannes 1:14, 18) Meðan hesin sonurin, Jesus Kristus, var á jørðini, líktist hann himmalska Faðir sínum so nógv, at tað at síggja og hoyra hann var sum at síggja og hoyra Jehova. (Jóhannes 14:9) Tá vit læra, hvussu Jesus sýndi øðrum kærleika, og taka eftir honum, kunnu vit hvør sær hjálpa til at betra familjulívið.

EIN FYRIMYND HJÁ MONNUM

5, 6. (a) Hví er Jesus ein fyrimynd hjá giftum monnum í síni viðferð av samkomuni? (b) Hvat mugu vit gera fyri at fáa syndir okkara fyrigivnar?

5 Bíblian sigur, at giftir menn skulu vera við konur sínar, soleiðis sum Jesus var við sínar lærisveinar. Hoyr hesa bíbilsku vegleiðingina: „Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana . . . Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan. Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí — eins og Kristus ger við samkomuna.“ — Efesusbrævið 5:23, 25-29.

 6 Kærleiki Jesusar til samkomuna av lærisveinum er ein fullkomin fyrimynd hjá giftum monnum. Jesus ’elskaði teir líka til endan’ og ofraði lív sítt fyri teir, sjálvt um teir als ikki vóru fullkomnir. (Jóhannes 13:1; 15:13) Samsvarandi hesum fáa giftir menn hesa tilstuðling: „Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær.“ (Kolossebrævið 3:19) Hvat kann hjálpa einum manni at fylgja hesum ráðum, serstakliga um kona hansara onkuntíð ikki hevur borið seg serliga skilagott at? Hann skal minnast til, at hann eisini sjálvur ger mistøk, og at hann noyðist at lúka ávís krøv fyri at fáa fyrigeving frá Gudi. Hann má eitt nú fyrigeva øðrum, ið synda ímóti honum, og teirra millum eisini konu síni. Hon má sjálvandi gera tað sama. (Matteus 6:12, 14, 15) Nú skilur tú kanska, hví summi siga, at eitt gott hjúnalag er samansett av tveimum, ið duga væl at fyrigeva.

7. Hvat hugsaði Jesus um, og hvussu var hann á tann hátt ein góð fyrimynd hjá giftum monnum?

7 Giftir menn mugu eisini minnast til, at Jesus altíð hevði fyrilit við sínum lærisveinum. Hann hugsaði um teirra avmarkingar og kropsliga tørv. Einaferð, tá teir vóru móðir, segði hann til dømis við teir: „Komið nú við Mær burtur til oyðið stað, har vit fáa verið einsamallir, og hvílið tykkum eitt sindur!“ (Markus 6:30-32) Konur hava eisini uppiborið hóskandi umhugsni. Bíblian lýsir tær sum ’hitt veikara ílatið’ og biður menninar ’heiðra tær’. Hví? Tí bæði menn og konur „eru samarvingar til náði lívsins“. (1 Pætur 3:7) Giftir menn mugu minnast til, at tað, sum ger eitt menniskja dýrabart í Jehova eygum, er trúfesti, og ikki um viðkomandi er maður ella kvinna. — Sálmur 101:6.

8. (a) Hvussu skal tað skiljast, at ein maður, „ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan“? (b) Hvønn týdning hevur tað fyri eini hjún, at tey eru „eitt hold“?

8 Bíblian sigur, at ein maður, „ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan“. Frágreiðingin er tann, at tey „ikki longur [eru] tvey, men eitt hold“, sum Jesus málbar seg. (Matteus  19:6) Tí mugu tvey, ið eru gift, avmarka sín kynsliga áhuga til hjúnafelagan og ongan annan. (Orðtøkini 5:15-21; Hebrearabrævið 13:4) Hetta letur seg gera, um tey ósjálvsøkin royna at nøkta kynsliga tørvin hvør hjá øðrum. (1 Korintbræv 7:3-5) Bíblian sigur: „Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí.“ Menn mugu elska konur sínar sum seg sjálvar og minnast til, at teir skulu standa sínum egna ’høvdi’, Jesusi Kristi, til svars. — Efesusbrævið 5:29; 1 Korintbræv 11:3.

9. Hvør av eginleikunum hjá Jesusi verður nevndur í Filippibrævinum 1:8, og hví eiga giftir menn at sýna konum sínum henda eginleikan?

9 Paulus ápostul hevði á orði tann inniliga kærleikan ella góða ’hjartalagið’ hjá Kristi Jesusi. (Filippibrævið 1:8) Jesus var mildur og umhyggin. Tað dámdi kvinnunum, sum gjørdust hansara lærisveinar. (Jóhannes 20:1, 11-13, 16) Giftar kvinnur vilja hava menn sínar at sýna umsorgan og gott hjartalag.

EIN FYRIMYND HJÁ KONUM

10. Á hvønn hátt er Jesus ein fyrimynd hjá giftum konum?

10 Ein familja er ein samskipan, og skal ein samskipan virka væl, má hon hava ein leiðara, eitt høvur. Eisini Jesus hevur eitt høvur yvir sær. „Gud er høvur Kristusar“, eins og „maðurin er høvur kvinnunnar“. (1 Korintbræv 11:3) Við at geva seg undir Guds leiðslu er Jesus ein góð fyrimynd hjá teimum, sum hava eitt høvur yvir sær, og tað hava vit í grundini øll somul.

11. Hvønn hugburð eigur ein kvinna at hava viðvíkjandi manni sínum, og hvat kann hennara atburður hava við sær?

11 Ófullkomnir menn gera mistøk og eru minni enn so altíð fyrimyndarlig ’høvur’ í familjuni. Hvat skal ein kona so gera? Hon eigur ikki at lítilsvirða mannin hjá sær ella royna at taka leiðsluna. Ein kona má vísiliga hava í huga, at ein ’spakførur og stillur andi’ er dýrabarur í Guds eygum. (1 Pætur 3:4) Letur hon ein slíkan anda ella hugburð  koma til sjóndar, verður tað munin lættari at laga seg eftir manninum, eisini undir truplum umstøðum. Bíblian sigur eisini: „Konan skal vísa manninum virðing.“ (Efesusbrævið 5:33) Men hvat um hann nú ikki viðurkennir Kristus sum sítt høvur? Bíblian gevur giftum kvinnum hesa tilstuðling: „Tit konur [skulu] vera tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at teir av teimum, sum ikki akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð við atferð kona sína eftir at hava verið sjónarvitni til teirra reina atburð og djúpu virðing.“ — 1 Pætur 3:1, 2, Ny Verden-Oversættelsen.

12. Hví er tað í lagi, at ein gift kona virðiliga sigur sína meining?

12 Men antin maðurin er ein trúarfelagi ella ikki, sýnir hon ikki vantandi virðing við fólkaliga at koma fram við einari meining, sum er øðrvísi enn hansara. Hennara sjónarmið er kanska tað rætta, og øll familjan kundi havt nyttu av, at maðurin lurtaði eftir henni. Hóast Ábraham ikki var samdur við Sáru, tá hon kom við einari praktiskari loysn til ein ávísan trupulleika í familjuni, segði Gud við hann. „Ger í allar mátar, sum Sára sigur við teg!“ (1 Mósebók 21:9-12) Tá maðurin tekur avgerðir, sum ikki eru í stríð við Guds lóg, stuðlar kona hansara sjálvandi hansara ráðum og vísir á tann hátt, at hon er manni sínum undirgivin. — Ápostlasøgan 5:29; Efesusbrævið 5:24.

Á hvønn hátt var Sára ein góð fyrimynd hjá giftum konum?

13. (a) Hvørja áheitan fáa giftar kvinnur í Titus 2:4, 5? (b) Hvat sigur Bíblian um sundurlesing og hjúnaskilnað?

13 Ein kona, sum røkir sína ábyrgd, kann gera nógv fyri familjuna hjá sær. Bíblian vísir til dømis, at giftar kvinnur skulu ’elska menn sínar og børn síni, bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar og sínum egnu monnum undirgivnar’. (Titus 2:4, 5) Ein kona og mamma, sum lýkur hesi krøv, vinnur kærleika og virðing í familju síni. (Orðtøkini 31:10, 28) Hjúnalagið er kortini eitt samband ímillum tveir ófullkomnar persónar. Tí kunnu trupulleikar stinga seg upp, sum eru so álvarsamir, at teir kunnu elva til sundurlesing ella hjúnaskilnað. Bíblian opnar møguleikan fyri sundurlesing  undir ávísum umstøðum, men hetta má ikki metast sum ein lættur útvegur. Bíblian sigur, „at kona má ikki skiljast frá manni sínum — . . . og at maður má ikki skiljast frá konu síni“. (1 Korintbræv 7:10, 11) Og sambært Bíbliuni er einasta galdandi orsøkin til hjúnaskilnað, at annar hjúnafelagin hevur framt siðloysi. — Matteus 19:9.

EIN FULLKOMIN FYRIMYND HJÁ FORELDRUM

14. Hvussu fór Jesus við børnum, og hvat tørvar børnum frá foreldrum sínum?

14 Í viðferð síni av børnum var Jesus ein fullkomin fyrimynd hjá foreldrum. Tá onnur vildu forða nøkrum smábørnum at koma til hansara, segði Jesus: „Latið hini smáu børn koma til Mín, forðið teimum ikki.“ Og Bíblian sigur, at hann síðani tók „tey í favnin, legði hendurnar á tey og signaði tey“. (Markus 10:13-16) Tá Jesus tók sær tíð at vera saman við smáum børnum, skuldu vit so ikki tikið okkum tíð at vera saman við okkara egnu synum og døtrum? Teimum tørvar okkum ikki bara eina løtu her og har. Teimum tørvar, at vit veruliga brúka nógva tíð saman við teimum. Vit mugu taka okkum stundir at læra tey. Tað hevur Jehova í veruleikanum givið foreldrum boð um at gera. — 5 Mósebók 6:4-9.

15. Hvat kunnu foreldur gera fyri at verja børn síni?

 15 So við og við sum heimurin versnar, verður eisini størri tørvur á, at foreldur verja børnini hjá sær fyri fólki, sum vilja gera teimum fortreð, til dømis fremja kynsligan ágang. Minst til, hvussu Jesus vardi lærisveinarnar hjá sær, sum hann í kærleika nevndi „børn Míni“. Tá Jesus varð handtikin og visti, at hann skjótt fór at verða avrættaður, syrgdi hann fyri, at lærisveinarnir fingu høvi at rýma. (Jóhannes 13:33; 18:7-9) Eigur tú børn, mást tú ansa eftir Djevulsins royndum at gera teimum fortreð. Tú mást ávara tey frammanundan. * (1 Pætur 5:8) Hóttanin ímóti likamligu, andaligu og siðiligu  trygdini hjá børnum hevur ongantíð verið størri, enn hon er í dag.

Hvat kunnu foreldur læra av Jesusi um viðferð av børnum?

16. Hvat kunnu foreldur læra av Jesusi í handfaringini av ófullkomileikum hjá lærisveinunum?

16 Kvøldið fyri at Jesus varð avrættaður, deildust lærisveinar hansara um, hvør teirra var størstur. Í staðin fyri at verða illur við teir, helt Jesus í kærleika fram at eggja teir við orðum og í verki. (Lukas 22:24-27; Jóhannes 13:3-8) Eigur tú børn, kanst tú fylgja fyrimyndini, sum Jesus gav, tá tú rættar børnini hjá tær. Børnum tørvar upplæring og vegleiðing, men báðir partar skulu gevast „við máta“ og ongantíð í vreiði. Tú tosar sjálvandi ikki við tey í tankaloysi við ’orðum, ið stinga sum svørð’. (Jeremias 30:11; Orðtøkini 12:18) Vit mugu venja børnini væl, so tey seinni koma eftir, at tey veruliga fingu eina góða uppaling. — Efesusbrævið 6:4; Hebrearabrævið 12:9-11.

EIN FYRIMYND HJÁ BØRNUM

17. Á hvønn hátt var Jesus ein fullkomin fyrimynd hjá børnum?

17 Kunnu børn læra nakað av Jesusi? Ja, avgjørt! Jesus vísti við síni egnu fyrimynd, at børn skulu akta síni foreldur. „[Eg] tali hetta, soleiðis sum Faðir Mín hevur lært Meg,“ segði hann. Og hann legði aftrat: „Eg geri altíð tað, sum Honum líkar.“ (Jóhannes 8:28, 29) Jesus aktaði Faðir sín í himli, og Bíblian sigur, at børn eisini skulu akta síni foreldur. (Efesusbrævið 6:1-3) Ja, sjálvt um Jesus var eitt fullkomið barn, aktaði hann foreldrini, Jósef og Mariu, sum vóru ófullkomin. Tað hevur uttan iva gagnað øllum í familjuni hjá Jesusi. — Lukas 2:4, 5, 51, 52.

18. Hví aktaði Jesus altíð Faðir sín í himli, og hvør gleðir seg, tá børn nú á døgum akta síni foreldur?

18 Kunnu børn gera nakað fyri at líkjast Jesusi uppaftur meira og á tann hátt gleða foreldrini hjá sær? Gud vil, at børn og ung skulu akta síni foreldur, sjálvt um tey onkuntíð halda tað vera torført. (Orðtøkini 1:8; 6:20) Jesus aktaði altíð himmalska Faðir sín, eisini undir torførum umstøðum. Tá Gud einaferð vildi hava Jesus at gera nakað, sum var serliga  torført, segði Jesus: „Hevði Tú viljað tikið henda kalik [hesa uppgávu] frá Mær!“ Kortini gjørdi Jesus, sum Gud hevði biðið hann. Hann ásannaði, at Faðir hansara var tann, ið visti best. (Lukas 22:42) Tá børn læra at akta, gleða tey bæði foreldur síni og Faðir sín í himli. * — Orðtøkini 23:22-25.

Hvat mugu børn og ung hava í huga, tá tey verða freistað?

19. (a) Hvussu freistar Satan børn? (b) Hvussu kann tað ávirka foreldrini, um børnini hjá teimum verða fløkt upp í siðloysi?

19 Djevulin freistaði Jesus, og tað er einki at ivast í, at hann eisini fer at freista børn og ung at gera tað, sum er skeivt. (Matteus 4:1-10) Satan Djevulin brúkar bólkatrýst, og tað kann vera torført at standa ímóti. Tí hevur tað stóran týdning, at børn bara halda seg til onnur, sum virða Guds lóg. (1 Korintbræv 15:33) Dóttir Jákup, Dina, hevði tað fyri at vera saman við øðrum, sum ikki tilbóðu Jehova, og tað hevði nógvar trupulleikar við sær. (1 Mósebók 34:1, 2) Tað kann volda stóra sorg í allari familjuni, um ein teirra verður fløktur upp í kynsligt siðloysi. — Orðtøkini 17:21, 25.

LYKILIN TIL EITT EYDNURÍKT FAMILJULÍV

20. Hvat má hvør einstakur í familjuni gera fyri at fremja eitt eydnuríkt familjulív?

20 At loysa familjutrupulleikar verður munin lættari, um vit brúka ráðini og vegleiðingina, sum Bíblian gevur. Í veruleikanum  er hetta lykilin til eitt eydnuríkt familjulív. Hon áminnir mannin: Elska konu tína, og far við henni, sum Jesus fer við samkomuni. Áminningin til konuna er henda: Tú skalt vera manni tínum og hansara leiðslu undirgivin og royna at líkjast tí dugnaligu konuni, sum Bíblian lýsir í Orðtøkunum 31:10-31. Áminningin til foreldrini snýr seg um, at tey skulu læra børn síni. (Orðtøkini 22:6) Pápar verða eggjaðir til at „standa væl fyri sínum egna húsi“. (1 Timoteus 3:4, 5; 5:8) Og børn fáa áminning um at akta síni foreldur. (Kolossebrævið 3:20) Eingin í familjuni er fullkomin. Øll gera mistøk. Verið tí eyðmjúk, og biðið hvør annan um fyrigeving.

21. Hvørji frálík framtíðarútlit hava vit fyri okkum, og hvussu kunnu vit fáa eitt eydnuríkt familjulív longu nú?

21 Í Bíbliuni er hópur av virðismiklum ráðum og ávísingum um familjulívið. Hon sigur okkum eisini frá Guds nýggju verð — einum paradísi á jørðini fylt við glaðum fólkum, sum tilbiðja Jehova. (Opinberingin 21:3, 4) Hetta eru ófør framtíðarútlit! Og fylgja vit vegleiðingini í Bíbliuni, Guds orði, kunnu vit longu nú gleða okkum um eitt eydnuríkt familjulív.

^ par. 15 Eina hjálp til at verja børn tíni fyri hesum vandum finnur tú í kapittul 32 í bókini Lurtið eftir stóra Læraranum, sum Jehova Vitni hava givið út.

^ par. 18 Bara tá ein pápi ella mamma biður barnið gera nakað, sum stríðir ímóti Guds lóg, eigur barnið ikki at akta. — Ápostlasøgan 5:29.

LÆR MEIRA

Hvat er Teokratiska familjukvøldið?

Finn út av, hvussu henda skipanin kann hjálpa tær at koma nær til Gud og styrkja familjubandið.