Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 UPPÍSKOYTI

Hvat eru Sheol og Hades?

Hvat eru Sheol og Hades?

Á FRUMMÁLUNUM brúkar Bíblian hebraiska orðið sje’olʹ og samsvarandi grikska orðið haiʹdes meir enn 70 ferðir. Orðini verða bæði tvey brúkt í sambandi við deyðan. Nakrar bíbliuumsetingar týða tey til „grøvin“, „helviti“ ella „deyðaríkið“. Men á flestu málunum finst einki orð, sum heilt neyvt endurgevur tann týdningin, sum liggur í hebraiska og grikska orðinum. Ny Verden-Oversættelsen brúkar tí orðini „Sheol“ og „Hades“. Hvat merkja tey í grundini? Latið okkum vita, hvussu tey verða brúkt í ymiskum skriftstøðum.

Prædikarin 9:10 sigur: „Hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum [Sheol, Ny Verden-Oversættelsen], har sum tú fert.“ Merkir hetta, at Sheol er ein ávís grøv ella ein ávísur gravstaður, sum vit hava lagt ein av okkara kæru í? Nei. Tá Bíblian vísir til ein serstakan gravstað, brúkar hon ikki orðini sje’olʹ og haiʹdes, men onnur hebraisk og griksk orð. (1 Mósebók 23:7-9; Matteus 28:1) Bíblian brúkar heldur ikki orðið „Sheol“ um eina grøv, sum fleiri eru løgd í, eitt nú ein familjugravstað ella eina hópgrøv. — 1 Mósebók 49:30, 31.

Hvat er tað so, orðið „Sheol“ sipar til? Guds orð vísir, at „Sheol“, ella „Hades“, sipa til nakað nógv meiri víðfevnt enn sjálvt eina stóra hópgrøv. Til dømis nevnir Esaias 5:14, at Sheol [deyðaríkið] verður „enn átufrekari, tað gapar ómetaliga“. Ja, sjálvt um Sheol longu hevur „gloypt“ óteljandi deyðum menniskjum, tykist tað aldri at mettast. (Orðtøkini 30:15, 16) Mótsett einum bókstavligum gravstaði, sum bara hevur pláss fyri einum avmarkaðum tali á deyðum, so ’mettast deyðaríkið [Sheol] ikki’. (Orðtøkini 27:20) Sheol verður ongantíð fult. Tað hevur eingi mørk. Altso er talan ikki um nakað bókstavligt stað. Nei, Sheol og Hades eru felags grøvin hjá øllum deyðum menniskjum, ímyndarliga staðið, har meginparturin av mannaættini svevur í deyðanum.

Bíbilska læran um uppreisnina hjálpir okkum at fáa eina betri fatan av, hvat „Sheol“ og „Hades“ merkja. Guds orð setir  Sheol og Hades í samband við tann deyðan, sum uppreisn er frá. * (Job 14:13; Ápostlasøgan 2:31; Opinberingin 20:13) Guds orð vísir eisini, at tey, sum eru í Sheol, ella Hades, ikki bara eru fólk, ið hava tænt Jehova, men eisini nógv, sum ikki hava tænt honum. (1 Mósebók 37:35; Sálmur 55:16) Tí lærir Bíblian eisini, at „uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum“. — Ápostlasøgan 24:15.

^ par. 4 Mótsett hesum, stendur um tey deyðu, sum ikki rísa upp, at tey eru „í Gehenna“, ikki í Sheol, ella Hades. (Matteus 5:30; 10:28; 23:33, Ny Verden-Oversættelsen) Eins og Sheol og Hades ikki eru bókstavlig støð, er Gehenna heldur ikki eitt bókstavligt stað.