Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 KAPITTUL ÁTTA

Hvat er Guds ríki?

Hvat er Guds ríki?
  • Hvat sigur Bíblian okkum um Guds ríki?

  • Hvat fer Guds ríki at gera?

  • Nær syrgir Ríkið fyri, at Guds vilji verður framdur á jørðini?

1. Hvørja kenda bøn skulu vit nú kanna?

MILLIÓNIR av menniskjum á allari jørðini kenna bønina, sum nógv nevna faðirvár. Orðið verður brúkt um víðagitnu bønina, sum Jesus sjálvur brúkti til fyrimynd fyri bønir til Gud. Bønin er merkisverd, og ein útgreining av teimum trimum fyrstu umbønunum í henni kann hjálpa tær at læra meira um, hvat Bíblian veruliga lærir.

2. Nevn trý dømi um tað, sum Jesus lærdi lærisveinar sínar at biðja um.

2 Í innganginum til hesa fyrimyndarbønina segði Jesus við áhoyrarar sínar: „Tí skulu tit biðja soleiðis: ’Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!’“ (Matteus 6:9-13) Hvønn týdning hava hesar tríggjar umbønirnar?

3. Hvat eiga vit at vita um Guds ríki?

3 Vit hava longu lært nokk so nógv um Guds navn, Jehova. Og vit hava eisini sagt eitt sindur um, hvat Guds vilji er — hvat Gud longu hevur gjørt og eisini fer at gera fyri okkum menniskju. Men hvat meinti Jesus, tá hann segði, at vit skuldu biðja: „Komi ríki Títt“? Hvat er Guds  ríki? Hvussu verður Guds navn halgað av, at tað kemur? Og hvat samband er ímillum, at Ríkið kemur, og at Guds vilji verður?

HVAT GUDS RÍKI ER

4. Hvat er Guds ríki, og hvør er kongur tess?

4 Guds ríki er ein himmalsk stjórn stovnað av Jehova Gudi og leidd av einum kongi, sum hann hevur útvalt. Hvør er kongurin í Guds ríki? Tað er Jesus Kristus. Hann er størri enn allir stjórnarharrar á jørðini og verður nevndur „Kongur konganna og Harri harranna“. (1 Timoteus 6:15) Hann hevur vald at gera nógv meira gott enn nakar stjórnarharri á jørðini, sjálvt tann besti teirra millum.

5. Hvaðani stjórnar Guds ríki, og hvørjum?

5 Hvaðani skal Guds ríki útinna sítt harradømi? Ja, hvar er Jesus nú? Sum vit vita, varð hann avrættaður á einum pínslusteyra og seinni reistur upp frá deyðum. Stutt eftir fór hann til himmals. (Ápostlasøgan 2:33) Og har er Guds ríki — í himli. Tí nevnir Bíblian tað eisini eitt ’himmalskt ríki’. (2 Timoteus 4:18) Sjálvt um Guds ríki er í himli, skal tað stjórna jørðini. — Opinberingin 11:15.

6, 7. Hví er Jesus ein framúrskarandi kongur?

6 Hví skarar Jesus framúr sum kongur? Ein orsøk er tann, at hann ongantíð doyr. Í samanburði við kongar á jørðini sigur Bíblian, at Jesus er „Hann, sum eina hevur ódeyðiligleika, sum býr í ljósi, sum eingin kann koma til“. (1 Timoteus 6:16) Tað merkir, at alt tað góða, sum Jesus fær í lag, er varandi, og hann fer at gera nógv stórbart og gott.

7 Tak sum dømi hesa profetiina um Jesus: „Á Honum skal hvíla Andi [Jehova], Andi vísdóms og vits, Andi ráðs  og styrki, Andi kunnskapar og ótta [Jehova]. Hugur Hansara skal standa til at óttast [Jehova]; Hann skal ikki døma eftir tí, ið eygu Hansara síggja, og ikki skifta rætt eftir tí, ið oyru Hansara hoyra; nei, Hann skal við rættvísi døma tey, ið lítið hava at týða, og við rættferð skifta rætt fyri hini eyðmjúku á jørðini.“ (Esaias 11:2-4) Orðini vísa, at Jesus verður ein rættvísur og samkennandi kongur yvir teimum, sum búgva á jørðini. Hevði tær dámt at havt ein tílíkan stjórnarharra?

8. Hvør skal ráða saman við Jesusi?

8 Men Jesus skal ikki stjórna einsamallur í Guds ríki. Onnur skulu ráða saman við honum. Paulus ápostul segði til dømis við Timoteus: „Halda vit út, skulu vit eisini ráða við Honum.“ (2 Timoteus 2:12) Ja, Gud hevur útvalt Paulus, Timoteus og onnur trúføst kristin at ráða saman við Jesusi í himmalska ríkinum. Hvussu nógv fáa hesi serrættindini?

9. Hvussu nógv skulu ráða við Jesusi, og nær byrjaði Gud at velja tey út?

9 Sum nevnt í kapittul 7 í hesi bókini fekk Jóhannes ápostul eina sjón, har hann sá „lambið [Jesus Kristus] standa á Zionsfjalli [kongliga stjórnarsæti hansara í himli], og við tí 144.000, sum høvdu navn tess og navn Faðirs tess skrivað á pannunum“. Hvørji eru hesi 144.000? Jóhannes svarar sjálvur: „Hetta eru teir, ið fylgja lambinum, hvar tað so fer. Hesir eru keyptir frá menniskjunum — frumgróður Guds og lambsins.“ (Opinberingin 14:1, 4) Teir eru altso trúgvir lærisveinar hjá Jesusi Kristi, sum serstakliga eru útvaldir at ráða við honum í himli. Eftir eina uppreisn til lív í himli, skulu teir saman við Jesusi ’vera kongar yvir jørðini’. (Opinberingin 5:10, Ny Verden-Oversættelsen) Heilt frá ápostlanna døgum  hevur Gud útvalt trúføst kristin, so talið kann verða fult, 144.000.

10. Hví er tað eitt tekin um kærleika at lata Jesus og hini 144.000 stjórna mannaættini?

10 At Gud letur Jesus og hini 144.000 vera tey, ið skulu stjórna mannaættini, er tekin um stóran kærleika. Jesus hevur sjálvur verið menniskja og veit, hvat tað er at líða neyð. Jesus er ikki ein ’høvuðsprestur, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit, tó uttan synd’. Soleiðis skrivaði Paulus ápostul. (Hebrearabrævið 4:15; 5:8) Tey, ið skulu ráða við Jesusi, hava eisini hildið út í líðingum her á jørðini. Aftrat tí hava tey havt sín egna ófullkomileika og allar møguligar sjúkur at stríðast við. Tey fara uttan iva at skilja trupulleikarnar, sum eru okkum menniskjum fyri.

HVAT FER GUDS RÍKI AT GERA?

11. Hví segði Jesus, at lærisveinar hansara skuldu biðja um, at Guds vilji varð framdur í himli?

11 Tá Jesus lærdi lærisveinar sínar at biðja um, at Guds ríki skuldi koma, lærdi hann teir eisini at biðja um, at Guds vilji skuldi verða „sum í Himli, so á jørðini við“. Gud er í himli, og har hava trúføstu einglarnir altíð gjørt hansara vilja. Men í kapittul 3 lærdu vit, at ein óndur eingil helt uppat at gera Guds vilja og fekk Ádam og Evu at synda. Í kapittul 10 fáa vit meir at vita um, hvat Bíblian sigur um henda eingilin, sum nevnist Satan Djevulin, og teir einglarnar, ið valdu at fylgja honum. Satan og einglar hansara — illu — andarnir sluppu at verða verandi í himli eina tíð. Tað tíðarskeiðið gjørdu altso ikki allir í himli Guds vilja. Men tað skuldi broytast, tá Guds ríki fekk ræði. Nýsetti kongurin, Jesus Kristus, skuldi fara í bardaga við Satan. — Opinberingin 12:7-9.

12. Hvørjar tvær týdningarmiklar hendingar verða lýstar í Opinberingini 12:10?

 12 Hesi profetisku orðini greiða frá tí, sum skuldi fara fram: „Eg hoyrdi harða rødd í Himli siga: ’Nú eru frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldið hins salvaða Hansara! Tí klagari brøðra okkara [Satan] er kastaður niður, hann, sum klagaði teir fyri Gudi okkara dag og nátt.’“ (Opinberingin 12:10) Tvær týdningarmiklar hendingar vórðu lýstar í hesum bíbliuversinum. Legði tú til merkis, hvørjar tær vóru? Hin fyrsta var, at Guds ríki við konginum Jesusi Kristi kom til ræði. Hin var, at Satan skuldi kastast út úr himli og niður til jarðar.

13. Hvat hevur tað havt við sær, at Satan varð kastaður út úr himli?

13 Hvat hava tær báðar hendingarnar havt við sær? Um tað, sum hendi í himli, lesa vit: „Fegnist tí, tit Himlar og tit, sum í teimum búgva!“ (Opinberingin 12:12) Trúføstu einglarnir í himli gleðast um, at Satan og illu andarnir eru burtur, og at øll í himli nú eru trúføst móti Jehova Gudi. Har er alt fullkomin friður og samljóð. Nú verður Guds vilji framdur í himli.

Tá Satan og hansara illu andar vórðu kastaðir út úr himli, hevði tað vei við sær á jørðini. Tær trongdirnar fáa skjótt enda

14. Hvørjar avleiðingar fekk tað, at Satan varð kastaður niður til jarðar?

14 Men hvussu er vorðið við jørðini? Bíblian sigur: „Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara — í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt.“ (Opinberingin 12:12) Satan er illur, nú hann er kastaður út úr himli og bert hevur stutta tíð eftir. Í vreiði síni ger hann skaða, ella elvir „vei“, á jørðini. Tað skulu vit læra meiri um í næsta kapitli. Men hvussu kann Ríkið syrgja fyri, at Guds vilji verður á jørðini, tá Satan elvir „vei“?

15. Hvat er Guds vilji við jørðini?

15 Ja, hvat var Guds vilji við jørðini? Tað lósu vit um í kapittul 3. Í Edens urtagarði gjørdi Gud greitt, at eftir  hansara vilja skuldi jørðin blíva eitt paradís fylt við rættvísum menniskjum, sum ongantíð skuldu doyggja. Satan fekk Ádam og Evu at synda ímóti Gudi, og tí kom fremjanin av Guds ætlan í drag. Men hon broyttist ikki. Guds ætlan er framvegis, at „hini rættvísu skulu arva landið og búgva í tí allar ævir“. (Sálmur 37:29) Og Guds ríki syrgir fyri, at tann ætlanin verður framd. Hvussu?

16, 17. Hvat sigur Dániel 2:44 okkum um Guds ríki?

16 Latið okkum kanna profetiina í Dániel 2:44. Vit lesa: „Á teimum døgum ið hesir kongar eru, skal Gud Himmalsins grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur; tað skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“ Hvat sigur hetta versið okkum um Guds ríki?

17 Í fyrsta lagi fáa vit at vita, at Guds ríki skuldi grundast „á teimum døgum ið hesir kongar eru“, tað vil siga, meðan onnur ríki enn vóru at finna á jørðini. Í øðrum lagi læra vit, at Ríkið skal standa í allar ævir. Tað verður ikki hertikið, og harradømið verður ikki skift um við eitt annað. Í triðja lagi vísir profetiin, at bardagi verður millum Guds ríki og ríkini í hesum heimi. Og Guds ríki sigrar. At enda stendur tað einsamalt eftir. Og tá kunnu menniskjuni gleðast um eitt harradømi, sum er betri enn nakað, tey áður hava kent.

18. Hvat kallast seinasti bardagin ímillum Guds ríki og ríkini í hesum heimi?

18 Bíblian hevur nógv at siga um henda seinasta bardagan ímillum Guds ríki og ríkini í hesum heimi. Hon sigur til dømis, at illir andar skulu spreiða lygnir og á tann hátt villleiða „kongarnar á øllum jarðarríki“. Við hvørjum endamáli? „At savna teir [kongarnar] saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda.“ Kongar jarðarinnar verða savnaðir saman „á staðnum, ið á  hebraiskum eitur Harmageddon“. (Opinberingin 16:14, 16) Orsakað av tí, sum verður sagt í hesum báðum versunum, nevnist seinasti bardagin ímillum stjórnirnar á jørðini og Guds ríki bardagin á Harmageddon.

19, 20. Hvat forðar fyri, at Guds vilji verður framdur á jørðini beint nú?

19 Hvat fær Guds ríki burtur úr at vinna bardagan á Harmageddon? Minst aftur til, hvat Guds vilji var við jørðini. Hann ætlaði, at jørðin skuldi blíva eitt paradís fylt við rættvísum, fullkomnum menniskjum, sum tæntu honum. Hví ber tað ikki til longu nú? Fyrst og fremst tí vit eru syndig. Vit verða sjúk og doyggja. Men í kapittul 5 lærdu vit, at Jesus doyði fyri okkum, so vit kunnu liva í allar ævir. Tú minnist ivaleyst orðini úr Jóhannesevangeliinum: „So elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“ — Jóhannes 3:16.

20 Ein onnur forðing er tann, at nógv menniskju gera tað, sum er ónt. Tey lúgva, svika og liva í siðloysi. Tey hava ikki hug at gera Guds vilja. Men tey óndu verða fyribeind í bardaga Guds á Harmageddon. (Sálmur 37:10) Enn ein orsøk til at Guds vilji ikki verður framdur her á jørðini, er at stjórnirnar á jørðini ikki eggja fólki til at gera Guds vilja. Nógvar stjórnir hava verið merktar av veikleikum, ræðuleikum ella mutri. Bíblian sigur bart út: „Eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku.“ — Prædikarin 8:9.

21. Hvussu fer Ríkið at syrgja fyri, at Guds vilji verður framdur á jørðini?

21 Eftir bardagan á Harmageddon hevur mannaættin bert eina stjórn, Guds ríki. Hetta ríkið fremur Guds vilja og gevur fólkunum á jørðini frálík framtíðarútlit. Til dømis forkemur tað Satan og hansara illu andum.  (Opinberingin 20:1-3) Kraftin í ofrinum, sum Jesus læt, kemur øllum teimum trúføstu til gagns, so tey ikki longur verða sjúk og doyggja. Undir Guds ríkis stjórn kunnu tey harafturímóti liva í allar ævir. (Opinberingin 22:1-3) Jørðin verður broytt til eitt paradís. Soleiðis skipar Ríkið fyri, at Guds vilji verður framdur á jørðini, og at hansara navn verður halgað. Tað merkir, at øll, sum liva undir Guds ríkis stjórn, at enda æra Guds navn.

NÆR FER GUDS RÍKI TIL VERKA?

22. Hvussu vita vit, at Guds ríki ikki kom, meðan Jesus var á jørðini, ella beint eftir uppreisn hansara?

22 Guds ríki var eyðsæð ikki komið, tá Jesus lærdi lærisveinar sínar at biðja „komi ríki Títt“. Kom tað so, tá Jesus fór upp til himmals? Nei, tí bæði Pætur og Paulus søgdu, at henda profetiin úr Sálmi 110:1 gekk út við Jesusi, eftir at hann var risin upp: „[Jehova] segði við Harra mín: ’Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg leggi fíggindar Tínar sum skammul fyri føtur Tínar!’“ (Ápostlasøgan 2:32-35; Hebrearabrævið 10:12, 13) Jesus skuldi altso bíða eina tíð.

Undir Guds ríkis stjórn verður hansara vilji framdur á jørðini, sum hann verður í himli

23. (a) Nær byrjaði Guds ríki stjórn sína? (b) Hvat snýr næsta kapitlið seg um?

23 Hvussu leingi skuldi hann bíða? Í 19. og 20. øld skiltu nakrir álvarsamir bíbliustudentar stig fyri stig, at bíðitíðin fór at enda í 1914. (Sí uppískoytið „1914 — eitt týdningarmikið ár í bíbliuprofetiini“.)  Tað, sum fór fram í heiminum í 1914 og frameftir, váttar, at fatanin hjá bíbliustudentunum var røtt. Bíbliuprofetiir, sum gingu út, vísa, at Kristus gjørdist kongur, og Guds himmalska ríki byrjaði stjórn sína í 1914. Tað merkir, at vit liva í ’stuttu tíðini’, sum Satan hevur eftir. (Opinberingin 12:12; Sálmur 110:2) Tað merkir eisini, at vit við vissu kunnu siga, at Ríkið skjótt fer til verka og syrgir fyri, at Guds vilji verður framdur á jørðini. Heldur tú ikki, hetta eru góð tíðindi? Trýrt tú tí? Næsta kapitlið hjálpir tær at skilja, at hetta er júst tað, sum Bíblian lærir.

LÆR MEIRA

BÍBLIUSKEIÐ

Hví kanna Bíbliuna?

Bíblian gevur milliónum av menniskjum kring allan heimin svar upp á lívsins stóru spurningar. Kundi tú hugsað tær at verið ein av teimum?