Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 KAPITTUL SEKS

Hvar eru tey deyðu?

Hvar eru tey deyðu?
  • Hvat hendir okkum, tá vit doyggja?

  • Hví doyggja vit?

  • Er tað uggandi at kenna sannleikan um deyðan?

1-3. Hvørjar spurningar seta fólk í sambandi við deyðan, og hvussu svara ymiskir átrúnaðir?

HETTA eru spurningar, sum fólk hava hugsað um í fleiri túsund ár. Tað hevur stóran týdning at kenna svørini, tí uttan mun til hvørji vit eru, og hvar vit búgva, so koma tey okkum við.

2 Í undanfarna kapitli varð greitt frá, hvussu endurloysingarofrið hjá Jesusi Kristi gav møguleika fyri ævigum lívi. Vit lærdu eisini, at Bíblian boðar frá eini tíð, tá ’deyðin ikki skal vera longur’. (Opinberingin 21:4) Men sum nú er, doyggja vit øll. „Víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja,“ segði hin vísi Sálomo kongur. (Prædikarin 9:5) Vit royna at liva sum longst, men hugsa eisini um, hvat ið verður av okkum, tá vit doyggja.

3 Vit syrgja, tá vit missa ein av okkara kæru. Kanska spyrja vit: ’Hvat er hent teimum? Pínast tey? Vakja tey yvir okkum? Kunnu vit hjálpa teimum? Koma vit nakrantíð at síggja tey aftur?’ Tað er ógvuliga ymist, sum heimsins átrúnaðir svara hesum spurningunum. Summir læra, at tey, sum hava verið góð, koma í himmalin, meðan tey, sum hava verið ónd, koma í ein pínustað við eldi. Aðrir átrúnaðir læra, at fólk, tá tey doyggja, fara yvirum í andaheimin at vera saman við forfedrum sínum. Uppaftur  onnur læra, at tey deyðu koma niður í ein undirheim at verða dømd, áðrenn tey verða reinkarnerað, ella endurfødd í einum øðrum kroppi.

4. Hvørja grundleggjandi læru viðvíkjandi deyðanum eru nógvir átrúnaðir á einum máli um?

4 Trúarlærur sum hesar hava allar støði í somu grundleggjandi læru — nevniliga at okkurt í okkum livir víðari, tá kroppurin doyr. Sambært næstan øllum átrúnaðum, gomlum sum nýggjum, liva vit onkursvegna víðari í allar ævir og eru bæði før fyri at síggja, hoyra og hugsa. Men hvussu kann tað bera til? Bæði okkara sansir og okkara hugsanir eru tætt knýtt at virkseminum í heilanum. Og tá vit doyggja, heldur heilin uppat at virka. Okkara minni, kenslur og sansir kunnu ikki á onkran gátuføran hátt halda fram at virka uttan heilan.

HVAT HENDIR Í VERULEIKANUM, TÁ VIT DOYGGJA?

5, 6. Hvat lærir Bíblian okkum um støðuna, tey deyðu eru í?

5 Fyri Jehova, sum skapti mannaheilan, er tað, sum hendir, tá vit doyggja, einki loyndarmál. Hann kennir sannleikan, og í sínum orði greiðir hann frá, hvørjari støðu tey deyðu eru í. Bíblian lærir klárt og greitt: Tá eitt menniskja doyr, heldur tað uppat at vera til. Deyði er tað øvuta av lívi. Tey deyðu hvørki síggja, hoyra ella hugsa. Einki í okkum livir víðari, tá kroppurin doyr. Vit eiga onga ódeyðiliga sál, ongan ódeyðiligan anda. *

Hvar fór login?

6 Tá Sálomo í síni tíð segði, at tey livandi vita, at tey skulu doyggja, helt hann fram: „Men hini deyðu vita einki.“ Síðani greiðir hann gjøllari frá hesum grundsannleikanum og sigur, at tey deyðu hvørki eru før fyri at kenna kærleika ella hatur, og at „hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur  er“ í grøvini. (Prædikarin 9:5, 6, 10) Sálmur 146:4 sigur samsvarandi, at tá ein maður doyr, „er úti við hugsanum hansara“. Vit eru deyðilig og liva ikki víðari, tá kroppur okkara doyr. Lívið hjá okkum er sum login á einum kertiljósi. Tá ljósið verður sløkt, fer login ongastaðni. Hann er ikki longur til.

HVAT SEGÐI JESUS UM DEYÐAN?

7. Hvussu greiddi Jesus frá, hvat deyðin er?

7 Jesus Kristus segði nakað um støðuna, sum tey deyðu eru í. Tá Lazarus, hansara góði vinur, var deyður, segði hann við lærisveinar sínar: „Lazarus, vinur okkara, er sovnaður.“ Lærisveinarnir hildu, at Jesus meinti, at Lazarus svav og tí skjótt fór at verða frískur aftur. Men so var ikki. Jesus greiddi frá: „Lazarus er deyður.“ (Jóhannes 11:11-14) Legg til merkis, at Jesus samanbar deyðan við svøvn. Lazarus var hvørki í himli ella í einum brennandi helviti. Hann møtti hvørki einglum ella forfedrum. Og hann varð ikki endurføddur sum eitt annað menniskja. Hann hvíldi í deyðanum, sum í djúpum svøvni uttan dreymar. Eisini aðrastaðni í Bíbliuni verður deyðin samanborin við svøvn. Til dømis sigur Bíblian, at Stefanus, tá hann varð steinaður til deyðis, „sovnaði“. (Ápostlasøgan 7:60) Og um nakrar, sum doyðu á hansara døgum, skrivaði Paulus ápostul, at teir vóru „sovnaðir“. — 1 Korintbræv 15:6.

Jehova skapti menniskjuni at liva á jørðini í allar ævir

8. Hvussu vita vit, at Gud ikki ætlaði, at menniskju skuldu doyggja?

8 Hevði Gud at byrja við ætlað, at menniskjuni skuldu doyggja? Als ikki! Tá Jehova skapti menniskjuni, var ætlanin, at tey skuldu liva allar ævir á jørðini. Sum vit fyrr  hava lært í hesi bókini, setti Gud tey bæði fyrstu menniskjuni í eitt vakurt paradís. Hann skapti tey við fullkomnari heilsu og vildi teimum bara alt gott. Munnu góð foreldur ynskja børnum sínum ta pínu og neyð, sum fylgir við elli og deyða? Sjálvandi ikki! Jehova elskaði síni børn og vildi, at tey í allar ævir skuldu vera lukkulig her á foldum. Um menniskjuni sigur Bíblian. „Ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra.“ (Prædikarin 3:11) Gud skapti okkum við  ynskinum um at liva í allar ævir. Og hann hevur lagað tað soleiðis, at okkara ynski kann verða eftirlíkað.

HVÍ DOYGGJA VIT?

9. Hvørja avmarking ásetti Jehova fyri Ádam, og hví var tað ikki torført at virða hana?

9 Men hví doyggja vit so? Fyri at fáa svarað tí spurninginum, mugu vit venda aftur til tað, sum hendi, tá bara ein maður og ein kvinna vóru á jørðini. Bíblian greiðir frá: „Gud [Jehova] læt upp av jørðini vaksa alskyns trø, sum vóru eygunum ein lystur og góð at eta av.“ (1 Mósebók 2:9) Men ein avmarking varð ásett. Jehova segði við Ádam: „Tú hevur loyvi at eta av øllum trøum í urtagarðinum uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.“ (1 Mósebók 2:16, 17) At gera eftir boðnum var ikki torført. Nógv onnur trø vóru at eta av hjá Ádami og Evu. Men boðið gav teimum høvi at sýna Honum takksemi, sum hevði givið teimum alt, eisini eitt fullkomið lív. Við at akta vístu tey eisini, at tey virdu myndugleikan, sum Faðir teirra í himli hevði, og at tey fegin tóku við hansara hollu leiðbeining.

10, 11. (a) Hvussu bar tað til, at tey bæði fyrstu menniskjuni valdu at vera Gudi ólýðin? (b) Hví var misbrotið hjá Ádami og Evu so álvarsamt?

10 Tíverri valdu tey bæði fyrstu menniskjuni at ganga ímóti Guds boðum, tá tey vórðu freistað. Við einum ormi spurdi Satan Evu: „Hevur Gud nú sagt: ’Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av’?“ Eva svaraði: „Vit kunnu eta av fruktini á trøunum í urtagarðinum; bert um fruktina á trænum, ið stendur mitt í urtagarðinum, um hana segði Gud: ’Tit mugu ikki eta av henni, ei heldur nema við hana, tí so doyggja tit.’“ — 1 Mósebók 3:1-3.

11 „Einki skulu tit doyggja,“ segði Satan. „Men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt.“ (1 Mósebók  3:4, 5) Satan vildi hava Evu at trúgva, at hon hevði havt gagn av at eta fruktina á kunnskapartrænum. Hann helt uppá, at hon sjálv var før fyri at gera av, hvat ið var gott, og hvat ið var ilt. Hon hevði rætt at gera, sum henni lysti. Satan legði eisini Jehova undir at hava logið um avleiðingarnar av at eta fruktina. Eva trúði Satan. Hon tók av fruktini og fór at eta. Seinni gav hon manni sínum burturav, og hann át eisini. Hetta gjørdu tey ikki, tí tey ikki vistu betur. Tey vistu, at tey gjørdu júst tað, sum Gud hevði sagt, at tey ikki skuldu gera. Tá tey ótu av fruktini, brutu tey vitandi og við vilja eini einføld og rímilig boð. Tey hildu hánt um Faðir sín í himli og hansara myndugleika. At hava so lítla virðing fyri sínum góða Skapara var ófyrigevandi.

12. Hvat kann hjálpa okkum at skilja, hvussu tað kendist hjá Jehova, at Ádam og Eva vendu honum bakið?

 12 Hvussu hevði tú havt tað, um ein sonur ella dóttir, sum tú hevði uppalt og verið góður við, var tær ólýðin á ein hátt, sum vísti, at hann ella hon hvørki elskaði teg ella hevði virðing fyri tær? Tað hevði uttan iva volt tær stóra sorg. Hugsa tær so, hvussu tað kendist hjá Jehova, at bæði Ádam og Eva vendu sær ímóti honum.

Ádam varð gjørdur úr mold, og hann fór aftur til moldina

13. Eftir tí, sum Jehova segði, hvat skuldi so henda Ádami, tá hann doyði, og hvat merkir tað?

13 Av tí at Ádam og Eva vóru ólýðin, hevði Jehova ikki longur nakra haldgóða grund til at lata tey liva í allar ævir. Tey doyðu, júst sum hann hevði sagt, at tey skuldu. Tað merkti ikki, at tey vórðu flutt yvirum í ein andaheim. Nei, Ádam og Eva vóru rætt og slætt ikki longur til. Tað skilst av tí, sum Jehova segði við Ádam eftir at hava kravt hann til svars fyri hansara ólýdni. Gud segði: „Tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ (1 Mósebók 3:19) Gud gjørdi Ádam úr „moldini í jørðini“. (1 Mósebók 2:7) Áðrenn tað hendi, var Ádam ikki til. Tá Jehova segði, at hann skuldi venda aftur til moldina, merkti tað tí, at hann skuldi venda aftur til somu støðu, sum áðrenn hann varð til. Hann skuldi vera lívleysur sum tann moldin, hann varð gjørdur úr.

14. Hví doyggja vit?

14 Ádam og Eva kundu havt verið á lívi dagin í dag. Men tey doyðu, tí tey valdu at vera Gudi ólýðin; tey valdu at synda. Orsøkin til, at vit menniskju doyggja, er, at Ádam gav syndigu støðu sína og sostatt eisini deyðan víðari til sínar eftirkomarar. (Rómbrævið 5:12) Syndin kann samanberast við eina deyðiliga og arviliga sjúku, sum eingin sleppur undan. Og avleiðingin av syndini, deyðin, er ein banning, ein fíggindi, ikki nakar vinur. (1 Korintbræv 15:26) Vit kunnu vera sera takksom fyri, at Jehova útvegaði eitt loysigjald, sum kundi bjarga okkum undan hesum ræðuliga fígginda.

 GAGNLIGT AT KENNA SANNLEIKAN UM DEYÐAN

15. Hví er tað uggandi at kenna sannleikan um deyðan?

15 Tað, sum Bíblian lærir um støðuna, tey deyðu eru í, kann bæði ugga og sissa okkum. Sum vit longu hava sæð, kenna tey deyðu hvørki pínu ella sorg. Tey kunnu ikki gera okkum fortreð, og tí nýtist okkum ikki at ræðast tey. Teimum tørvar ikki okkara hjálp, og tey kunnu heldur ikki hjálpa okkum. Vit kunnu ikki tosa við tey, og tey kunnu heldur ikki tosa við okkum. Nógvir trúarleiðarar lúgva og siga seg kunna hjálpa teimum deyðu, og fólk, sum trúgva tí, geva teimum pengar afturfyri. At kenna sannleikan um deyðan kann verja okkum, so vit ikki verða lumpað av teimum, ið koma fram við slíkum lygnum.

16. Hvør hevur ávirkað læruna hjá nógvum átrúnaðum, og hvussu?

16 Læran í teimum flestu trúarsamfeløgunum samsvarar ikki við tað, sum Bíblian lærir okkum um tey deyðu. Hví ikki? Tí Satan hevur havt ávirkan á teirra trúarlæru. Við følskum átrúnaði fær hann fólk at trúgva, at tey, tá kroppurin er deyður, liva víðari í einum andaheimi. Hesa lygnina setir Satan saman við øðrum lygnum fyri at snúgva fólki burtur frá Jehova Gudi. Hvussu tá?

17. Hví vanærir læran um æviga pínu Jehova?

17 Sum áður nevnt læra nøkur trúarsamfeløg, at ónd menniskju eftir deyðan koma einastaðni, har tey skulu pínast í eldi í allar ævir. Henda læran vanærir Gud. Jehova er kærleikans Gud og hevði aldri pínt menniskju á henda hátt. (1 Jóhannes 4:8) Hvat hevði tú hildið um ein mann, sum revsaði eitt óhoyriligt barn við at halda hondina á tí inn í eldin? Hevði tú havt virðing fyri honum? Hevði tú yvirhøvur skoytt um at kenna hann? Avgjørt ikki! Tú hevði hildið hann vera ræðuligan. Og kortini vil Satan hava okkum at trúgva, at Jehova pínir menniskju í eldi í allar ævir — í milliardir og aftur milliardir av árum.

18. Á hvørja átrúnaðarliga lygn byggir tilbiðingin av teimum deyðu?

 18 Satan brúkar eisini ávísar átrúnaðir til at spreiða læruna um, at menniskju eftir deyðan verða andar, sum tey livandi skulu akta og æra. Sambært hesi læruni kunnu andarnir hjá deyðum fólki blíva máttmiklir vinir ella ræðuligir fíggindar. Nógv menniskju trúgva hesi lygnini. Tey óttast tey deyðu og tilbiðja og æra tey. Beint tvørturímóti lærir Bíblian okkum, at tey deyðu sova, og at vit bara skulu tilbiðja hin sanna Gud, okkara Skapara og Uppihaldara. — Opinberingin 4:11.

19. Hvørja aðra bíbilska læru skilja vit betur, tá vit kenna sannleikan um deyðan?

19 At kenna sannleikan um tey deyðu verjir okkum, so vit ikki verða villleidd av átrúnaðarligum lygnum. Tað hjálpir okkum eisini at skilja aðrar bíbilskar trúarlærur. Tá vit til dømis skilja, at fólk ikki koma í ein andaheim eftir deyðan, fær lyftið um ævigt lív í einum paradísi á jørðini veruligan týdning fyri okkum.

20. Hvør spurningur verður viðgjørdur í næsta kapitli?

20 Fyri langari tíð síðani setti hin rættvísi Job henda spurningin: „Tá maður doyr, livnar hann tá upp aftur!“ (Job 14:14) Kann eitt lívleyst menniskja, sum svevur í deyðanum, vekjast aftur til lívs? Sum næsta kapitlið vísir, er tað, sum Bíblian lærir á tí økinum, til stóran ugga.

^ par. 5 Fleiri upplýsingar um hugtøkini „sál“ og „andi“ standa í uppískoytinum „Hvat orðini ’sál’ og ’andi’ veruliga merkja“.