Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 UPPÍSKOYTI

Hvør er høvuðseingilin Mikael?

Hvør er høvuðseingilin Mikael?

ANDASKAPNINGURIN, sum kallast Mikael, stendur ikki ofta nevndur í Bíbliuni. Men tær ferðirnar, hann er umrøddur, ger hann atsókn. Í Dániels bók stríðist hann við óndar einglar, í Judasar brævi hevur hann eina trætu við Satan, og í Opinberingarbókini berjist hann við Djevulin og illu andarnar. Við at verja Jehova harradømi og berja fíggindar hansara niður livir Mikael upp til tað, sum navn hansara merkir — „hvør er líkur Gudi?“ Men hvør er Mikael?

Onkuntíð eru fólk kend undir meir enn einum navni. Til dømis er ættarfaðirin Jákup eisini kendur sum Ísrael, og Pætur ápostul sum Símun. (1 Mósebók 49:1, 2; Matteus 10:2) Á sama hátt er Mikael eyðsæð eitt annað navn fyri Jesus Kristus, bæði fyri og eftir lív hansara á jørðini. Latið okkum kanna nakrar bíbilskar grundgevingar fyri teirri niðurstøðuni.

Høvuðseingil. Guds orð nevnir Mikael „høvuðseingilin“, tað merkir „hægsti eingilin“ ella „yvireingilin“. (Judas 9, Løggilda Føroyska umsetingin) Legg til merkis, at orðið høvuðseingil stendur í bundnum formi. Tað bendir á, at bara ein høvuðseingil er. Í Bíbliuni stendur orðið „høvuðseingil“ altíð í eintali, ongantíð í fleirtali. Harafturat verður Jesus settur í samband við støðuna sum høvuðseingil. Um upprisna Harran Jesus Kristus stendur at lesa í Fyrra Tessalonikabrævi 4:16 (Løggilda Føroyska umsetingin): „Sjálvur Harrin skal stíga niður av himni við kallandi rópi, við høvuðseingils rødd.“ Jesusar rødd verður lýst sum røddin á einum høvuðseingli.  Skriftstaðið vísir sostatt, at Jesus má vera Mikael høvuðseingilin.

Herleiðari. Bíblian sigur, at „Mikael og einglar hansara tóku at berjast við drekan . . . og einglar hansara“. (Opinberingin 12:7) Altso er Mikael herleiðari hjá einum herliði av trúføstum einglum. Opinberingarbókin lýsir eisini Jesus á odda fyri einum herliði av trúføstum einglum. (Opinberingin 19:14-16) Og Paulus ápostul nevnir serstakliga ’Harran Jesus’ og ’einglar veldis hansara’. (2 Tessalonikabræv 1:7) Bíblian sigur sostatt bæði frá um Mikael og hansara einglar og um Jesus og hansara einglar. (Matteus 13:41; 16:27; 24:31; 1 Pætur 3:22) Av tí at Guds orð ongastaðni gevur nakra ábending um, at tveir herar av trúføstum einglum eru í himli — ein við Mikael á odda, og ein annar við Jesusi á odda — er tað skilvíst at draga samanum og siga, at Mikael í veruleikanum er Jesus Kristus í sínum himmalska leikluti. *

^ par. 1 Fleiri upplýsingar, sum vísa, at navnið Mikael sipar til Guds son, eru at finna í Indsigt i Den Hellige Skrift, bind 2, síða 287-289, sum Jehova Vitni hava givið út.