Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 KAPITTUL ELLIVU

Hví loyvir Gud líðingar?

Hví loyvir Gud líðingar?
  • Er Gud orsøkin til líðingarnar í heiminum?

  • Hvør stríðsspurningur varð reistur í Edens urtagarði?

  • Hvussu fer Gud at bøta menniskjans líðingar?

1, 2. Hvørjar líðingar raka fólk nú á døgum, og hvat spyrja nógv tí um?

EFTIR ein blóðugan bardaga í einum krígsherjaðum landi vórðu fleiri túsund kvinnur og børn, sum lógu eftirá, jarðað í eini hópgrøv við smáum krossum rundanum. Á hvørjum einasta krossi stóð skrivað: „Hví?“ Onkuntíð er tað nettupp hesin spurningurin, ið pínir mest. Soleiðis spyrja fólk, tá kríggj, vanlukka, sjúka ella brotsverk krevur ein av teirra sakleysu kæru, leggur heimið í sor ella á annan hátt voldir stóra neyð. Tey vilja vita, hví tey verða rakt av hesum sorgarleiki.

2 Hví loyvir Gud líðingar? Um Gud er alvaldur, kærligur, vísur og rættvísur, hví er heimurin tá so fullur av hatri og órættvísi? Eru hetta ikki spurningar, sum tú sjálvur onkuntíð hevur hugsað um?

3, 4. (a) Hvat vísir, at tað ikki er skeivt at spyrja, hví Gud loyvir líðingar? (b) Hvørja áskoðan hevur Gud á óndskap og líðingar?

3 Er tað skeivt at spyrja so? Summi eru bangin fyri, at tey við at spyrja soleiðis vísa ov lítla trúgv ella ov lítla virðing fyri Gudi. Men lesa vit í Bíbliuni, síggja vit, at trúføst, gudsóttandi menniskju eisini settu sovorðnar spurningar. Til dømis spurdi Habakkuk profetur Jehova: „Hví letur Tú meg skoða óndskap, og hvussu fært Tú sjálvur sæð slíka órættvísi? Oyðing og yvirgangur standa fyri eygum mínum; av tí koma trætur, og stríð reisist upp.“ — Habakkuk 1:3.

Jehova ger enda á øllum líðingum

 4 Hevði Jehova at Habakkuk profeti, tí hann setti sovorðnar spurningar? Nei. Gud syrgdi harafturímóti fyri, at tað, sum Habakkuk segði, kom at standa í Bíbliuni. Hann hjálpti honum eisini at fáa størri fatan og meiri trúgv. Jehova vil fegin gera tað sama fyri teg. Minst til, at Bíblian lærir, at ’Hann hevur umsorgan fyri okkum’. (1 Pætur 5:7) Gud hatar óndskap og allar tær líðingar, sum hann hevur við sær, nógv meira enn nakað menniskja ger. (Esaias 55:8, 9) Men hvør er so orsøkin til, at so nógv menniskju í øllum heiminum líða?

HVÍ SO NÓGVAR LÍÐINGAR?

5. Hvørjar grundir verða stundum givnar fyri, at menniskju líða, men hvat sigur Bíblian?

5 Í øllum heiminum eru fólk farin til sínar trúarleiðarar og lærarar fyri at fáa at vita, hví líðingarnar eru so nógvar. Svarið, tey fáa, er ofta, at tað er Guds vilji, og at hann fyri langt síðani hevur avgjørt alt, sum skal fara fram, eisini sorgarleikir. Nógv hava bara fingið at vita, at vegir Guds eru órannsakandi, ella at hann letur fólk doyggja — bæði vaksin og børn — so tey kunnu koma upp í himmalin til hansara. Men sum vit hava lært, er Jehova ongantíð orsøk til nakað ónt. Bíblian sigur: „Langt veri tað frá hinum sanna Gudi at gera nakað  ónt, og frá hinum Alvalda at gera órætt!“ — Job 34:10, Ny Verden-Oversættelsen.

6. Hví geva nógv av órøttum Gudi skyldina fyri allar líðingarnar?

6 Hví mistaka fólk seg og geva Gudi skyldina fyri tær nógvu líðingarnar í heiminum? Í mongum førum tí tey halda, at hin alvaldi Gud er tann, sum stjórnar hesum heimi. Tey kenna ikki ta einføldu, men sera týdningarmiklu bíbilsku læruna um henda spurningin, nevniliga at tann, sum veruliga stjórnar hesum heimi, er Satan Djevulin. Hesin bíbilski sannleikin varð viðgjørdur í kapittul 3 her í bókini.

7, 8. (a) Hvussu speglar hesin heimurin persónleikan hjá sínum stjórnara? (b) Hvussu hava menniskjans ófullkomileiki, „tíðin, og hvussu alt vil til“ elvt til líðingar?

7 Bíblian sigur bart út: „Allur heimurin liggur í valdi hins illa.“ (1 Jóhannes 5:19, Ny Verden-Oversættelsen) Ljóðar hetta ikki sum ein skilagóð frágreiðing? Hesin heimurin endurspeglar persónleikan hjá ósjónliga andaskapninginum, sum „villleiðir allan heimin“. (Opinberingin 12:9) Satan er sjálvur óndskapsfullur, svikaligur og ræðuligur. Tí er heimurin, sum hann hevur ræði á, eisini fullur av óndskapi, sviki og ræðuleikum. Hetta er ein orsøk til tær nógvu líðingarnar.

8 Ein onnur orsøk, sum vit eisini høvdu frammi í kapittul 3, er, at øll menniskju eftir uppreisturin í Edens urtagarði hava verið ófullkomin og syndig. Ófullkomin menniskju hava lyndi at stríðast um valdið, og tað elvir til bardagar, kúgan og neyð. (Prædikarin 4:1; 8:9) Ein triðja orsøk til tær nógvu líðingarnar er „tíðin, og hvussu alt vil til“. (Prædikarin 9:11) Í einum heimi uttan Jehova sum verjandi stjórnara, kunnu menniskjuni koma í neyð, bara tí tey eru á skeivum stað til skeiva tíð.

9. Hví kunnu vit vera vís í, at Jehova hevur góða grund til at lata líðingarnar halda fram?

9 Tað uggar okkum at vita, at Gud ikki er orsøkin til líðingarnar. Hann hevur ikki ábyrgdina av bardøgum, brotsverkum  og kúgan, og heldur ikki av náttúruvanlukkunum, sum elva til líðingar. Men okkum vantar framvegis eina frágreiðing um, hví Jehova loyvir tær nógvu líðingarnar. Er hann hin Alvaldi, megnar hann eisini at steðga teimum. Hví ger hann ikki tað? Sum kærleikans Gud má hann hava eina sera góða grund. — 1 Jóhannes 4:8.

EIN TÝÐANDI STRÍÐSSPURNINGUR ER REISTUR

10. Hvat reisti Satan iva um, og hvussu?

10 Skulu vit fáa greiðu á, hví Jehova loyvir líðingar, mugu vit fara aftur til tíðina, tá menniskjans líðingar byrjaðu. Tá Satan fekk Ádam og Evu at vera Gudi ólýðin, varð ein týðandi stríðsspurningur reistur. Satan ivaðist ikki í, at Jehova hevur makt. Hann veit væl, at Jehova hevur markleysa makt. Nei, hann setti spurnartekn við, um Jehova hevur rættindi at ráða. Tá hann kallaði Gud ein lygnara, sum noktaði sínum skapningum tað, ið var gott, tvíhelt hann um, at Jehova er ein vánaligur stjórnari. (1 Mósebók 3:2-5) Satan segði í veruleikanum, at mannaættin hevði verið betur fyri uttan Guds harradømi. Hetta var eitt álop á Jehova fullveldi, hansara rættindi at stjórna.

11. Hví gjørdi Jehova ikki bara enda á uppreistrarfólkunum í Edens urtagarði?

11 Ádam og Eva gjørdu uppreistur ímóti Jehova. Tey søgdu í grundini: ’Okkum tørvar ikki Jehova til stjórnara. Vit kunnu sjálvi taka avgerð um, hvat ið er rætt, og hvat ið er órætt.’ Hvussu kundi Jehova greiða hetta trætumálið? Hvussu kundi hann læra allar vitigar skapningar, at uppreistrarfólkini mistóku seg, og at hansara máti er tann besti? Onkur vil kanska halda, at Gud bara skuldi forkomið uppreistrarfólkunum og so byrjað av nýggjum. Men Jehova hevði staðfest, at øll jørðin sambært hansara ætlan skuldi fyllast við eftirkomarunum hjá Ádami og Evu, og teir skuldu búgva í einum paradísi á jørðini. (1 Mósebók 1:28) Jehova  fremur altíð sína ætlan. (Esaias 55:10, 11) Og hartil kemur, at spurningurin, sum varð reistur viðvíkjandi Guds rættindum at stjórna, ikki kundi svarast bert við at forkoma uppreistrarfólkunum í Edens urtagarði.

12, 13. Lýs við einum dømi, hví Jehova hevur loyvt Satan at gerast stjórnari í hesum heimi, og hví Gud hevur loyvt menniskjunum at stjórna sjálvi.

12 Vit kunnu lýsa tað við einum dømi. Hugsa tær, at ein lærari fæst við at greiða næmingunum hjá sær frá, hvussu teir skulu loysa eina torføra uppgávu. Ein dugnaligur, men uppreistrarhugaður næmingur heldur uppá, at lærarin ber seg heilt skeivt at. Hann sigur seg vita nógv betur, hvussu uppgávan skal loysast, og rør soleiðis framundir, at lærarin er ódugnaligur. Nakrir av hinum næmingunum trúgva ’uppreistrarmanninum’ og taka undir við honum. Hvat skal lærarin gera? Hvørja ávirkan fær tað á hinar næmingarnar, um hann bara blakar teir tvørsintu næmingarnar úr flokkinum? Kunnu teir ikki fáa illgruna um, at floksfelagin og teir, sum tóku undir við honum, hava rætt? Vandi er fyri, at allir hinir næmingarnir í flokkinum missa virðingina fyri læraranum, tí eftir øllum at døma er hann bangin fyri, at tað skal  vísa seg, at hann ikki hevur rætt. Men hvat, um lærarin nú í staðin fyri velur at lata tann uppreistrarhugaða næmingin sleppa at vísa flokkinum, hvussu hann hevði loyst uppgávuna?

Er næmingurin betur skikkaður enn lærarin?

13 Soleiðis valdi Jehova at gera við uppreistrarfólkini í Edens urtagarði. Minst til, at spurningurin ikki bara hevði við tey at gera. Fleiri milliónir av einglum sóu tað, sum fór fram. (Job 38:7; Dániel 7:10) Handfaringin av uppreistrinum fór at ávirka allar hesar einglarnar og í síðstu atløgu allar vitigar skapningar. Og hvat gjørdi Jehova so? Hann læt Satan sleppa at vísa, hvussu hann vildi stjórna mannaættini. Gud loyvdi menniskjunum at ráða sær sjálvum undir Satan Djevulsins ósjónligu stjórn.

14. Hví gagnar tað okkum, at Jehova hevur latið menniskjuni ráða sjálvi?

14 Lærarin í døminum veit, at tann uppreistrarhugaði næmingurin og hansara fylgisneytar mistaka seg. Men hann veit eisini, at tað gagnar øllum flokkinum, um hann letur teir royna at prógva sín pástand. Tá tað ikki eydnast teimum, skilja allir hinir næmingarnir nevniliga, at bara lærarin er førur fyri at leiða flokkin. Teir fara eisini at skilja, hví lærarin seinni koyrir tvørsintar næmingar úr flokkinum. Soleiðis veit Jehova eisini, at allir einglarnir og øll rættsinnað menniskju hava gagn av at síggja, at Satan og hansara fylgisneytar mistóku seg. Menniskjuni eru ikki før fyri at stjórna sjálvi. Sum Jeremias í fortíðini mugu tey ásanna: „Eg veit, [Jehova], at menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum, at ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!“ — Jeremias 10:23.

HVÍ SO LEINGI?

15, 16. (a) Hví hevur Jehova latið líðingarnar halda fram so leingi? (b) Hví hevur Jehova ikki forðað fyri ræðuligum brotsgerðum til dømis?

15 Men hví hevur Jehova latið líðingarnar standa við so leingi? Og hví forðar hann ikki fyri øllum tí ónda, sum fer  fram? Hugsa aftur um dømið við læraranum. Tvey ting fer hann ikki at gera. Hann fer ikki at bróta tann uppreistrarhugaða næmingin av, meðan hann roynir at prógva sín pástand. Og hann fer heldur ikki at veita honum nakra hjálp. Á sama hátt eru tvey ting, sum Jehova hevur valt ikki at gera. Hann hevur ikki brotið Satan og hansara fylgisneytar av, meðan teir royna at prógva, at teir hava rætt. Tað hevur kravt sína tíð. Øll áratúsundini í mannasøguni hevur tað borið til at royna øll møgulig menniskjaskapt stjórnarløg. Men tá hugsað verður um órættvísi, fátækdømi, brotsverk og bardagar, eru viðurskiftini bara versnað, og tað hóast menniskjans framstig á vísindaøkinum og øðrum økjum við. Nú í tíðini er tað prógvað, at menniskjaskapt stjórnarløg ikki rigga.

16 Jehova hevur heldur ikki hjálpt Satan í royndunum at stjórna hesum heimi. Um Gud til dømis forðaði fyri álvarsomum brotsgerðum, hevði hann so ikki í veruleikanum stuðlað málinum hjá uppreistrarmonnunum? Hevði Gud so ikki givið fólki ta fatan, at menniskju kanska kunnu stjórna sjálvi, uttan at tað fær álvarsamar avleiðingar? Bar Jehova seg soleiðis at, hevði hann havt part í eini lygn. Og Bíblian sigur, at ’Gud ómøguliga kann lúgva’. — Hebrearabrævið 6:18.

17, 18. Hvussu fer Jehova at bøta allan skaða, sum hevur staðist av menniskjans ræði á jørðini undir Satans leiðslu?

17 Men hvussu við øllum skaðanum, sum er voldur ta drúgvu tíðina, ið uppreisturin ímóti Gudi hevur staðið við? Vit mugu minnast til, at Gud er alvaldur. Hann bæði kann og vil bøta allan skaða, sum óndskapurin hevur volt. Sum vit longu hava lært, kemur vend í. Allur skaði, sum oyðingin av okkara jørð hevur havt við sær, skal bøtast. Jørðin verður eitt paradís. Hjá menniskjum, sum trúgva á Jesu endurloysingaroffur, verða árinini av synd strikað burtur, og øll deyðans mein verða bøtt, tá tey deyðu rísa upp. Soleiðis ger Gud við Kristusi „verk Djevulsins til einkis“. (1 Jóhannes 3:8) Alt hetta fremur Gud júst í røttu tíð. Vit kunnu gleðast um, at  hann ikki gjørdi tað fyrr. Hansara langmóð hevur givið okkum høvi at læra um sannleikan og tæna Gudi. (2 Pætur 3:9, 10) Ímeðan hevur Jehova verið virkin í síni leiting eftir trúgvum tilbiðjarum, og hann hevur hjálpt teimum at tola eina og hvørja líðing, sum kundi møta teimum í hesi truplu verð. — Jóhannes 4:23; 1 Korintbræv 10:13.

18 Onkur hevur kanska hug at spyrja: „Jú, men høvdu vit ikki sloppið undan allari hesari neyðini, um Gud hevði skapt Ádam og Evu soleiðis, at tey ikki kundu gera uppreistur?“ Fyri at svara spurninginum rætt, mugu vit minnast til, at Jehova hevur givið okkum menniskjum eina sera dýrabara gávu.

HVUSSU VILT TÚ BRÚKA GÁVUNA FRÁ GUDI?

Gud hjálpir tær at tola líðingar

19. Hvørja dýrabara gávu hevur Jehova givið okkum, og hví eiga vit at meta hana høgt?

19 Sum vit fingu at vita í kapittul 5, varð menniskjað skapt við einum fríum vilja. Hevur tú gjørt tær greitt, hvussu virðismikil tann gávan er? Jehova hevur skapt eitt ótal av ymiskum dýrum, og tey verða í stóran mun stýrd av instinktum. (Orðtøkini 30:24, Ny Verden-Oversættelsen) Menniskju hava framleitt robottar, sum kunnu skrásetast at fylgja øllum boðum. Men høvdu vit verið lukkulig, um Gud hevði skapt okkum at vera sum teir? Nei, vit gleðast um, at vit frítt kunnu velja, hvussu vit vilja vera sum persónar, hvørja lívsleið vit fylgja, hvørji vinaløg vit menna og so framvegis. Okkum dámar væl at hava eitt ávíst frælsi, og soleiðis vil Gud, at tað skal vera.

20, 21. Hvussu kunnu vit brúka Guds gávu, fría viljan, so væl sum hugsast kann, og hví skuldu vit valt tað?

 20 Jehova vil ikki, at vit skulu tæna honum av tvingsli. (2 Korintbræv 9:7) Vit kunnu taka viðurskiftini millum foreldur og børn sum dømi. Hvat gleðir foreldrini mest? Eitt barn, sum sigur, „eg elski teg“, tí tað hevur fingið boð um tað, ella eitt barn, sum sigur tað av sær sjálvum, av hjartanum? Hvussu vilt brúka tann fría viljan, sum Jehova hevur givið tær? Hetta er ein spurningur, sum hvør einstakur má taka til umhugsanar. Satan, Ádam og Eva brúktu hann so illa, sum hugsast kann. Tey vendu Jehova Gudi bakið. Hvat velur tú?

21 Tú hevur møguleikan at brúka hesa stórfingnu gávu — fría viljan — so væl, sum hugsast kann. Tú kanst taka undir við teimum milliónatals menniskjunum, ið hava valt at vera í parti við Jehova. Tey gleða Gud, tí tey virkin eru við til at prógva, at Satan er ein lygnari og ódugnaligur sum stjórnari. (Orðtøkini 27:11) Tað kanst tú eisini gera, um tú velur røttu lívsleiðina. Í næsta kapitli kanst tú lesa hvussu.

[Lestrarspurningar]