Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 UPPÍSKOYTI

Guds navn — brúk og týdningur

Guds navn — brúk og týdningur

SÁLMUR 83:18 ljóðar í Ny Verden-Oversættelsen: „Så man kan vide at du, hvis navn er Jehova, du alene er den Højeste over hele jorden.“ Fleiri bíbliutýðingar líkjast hesari, teirra millum tann danska løggilda og tann hjá Kalkar (legg til merkis, at í summum týðingum er talan um vers 19). Men nógvar týðingar hava slept navninum Jehova og sett heiti sum „Harrin“ ella „Hin Ævigi“ í staðin fyri. Hvussu verður hetta versið endurgivið í tínari bíbliu? Hvat eigur at standa í versinum? Eitt heiti ella navnið Jehova?

Guds navn skrivað við hebraiskum bókstøvum

Í versinum er talan um eitt navn. Á hebraiskum, sum er upprunamálið í meginpartinum av Bíbliuni, stendur her eitt heilt serligt persónsnavn. Tað verður skrivað יהוה (JHVH) við hebraiskum bókstøvum. Á føroyskum verður navnið vanliga endurgivið „Jehova“ (ella Jahve). Stendur navnið so bara í hesum eina bíbliuversinum? Nei, í upprunatekstinum til Hebraisku Skriftirnar stendur tað næstan 7000 ferðir!

Hvussu stóran týdning hevur Guds navn? Latið okkum hyggja at fyrimyndarbønini, sum Jesus gav okkum. Hon byrjar soleiðis: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!“ (Matteus 6:9) Seinni segði Jesus í eini bøn til Gud: „Faðir, dýrmet navn Títt!“ Og Guds rødd svaraði úr himli: „Eg bæði havi dýrmett tað og skal aftur dýrmeta tað!“ (Jóhannes 12:28) Tað er eyðsæð, at Guds navn hevur alstóran týdning. Men hví hava nakrir bíbliutýðarar so strikað tað úr sínum bíbliutýðingum og skrivað ymisk heiti í staðin fyri?

Eftir øllum at døma eru høvuðsorsøkirnar tvær. Í fyrsta lagi halda nógv uppá, at navnið ikki eigur at verða brúkt, tí eingin veit, hvussu tað upprunaliga varð framborið. Fornhebraiskt varð skrivað uttan sjálvljóð. Tí veit eingin nú á døgum við vissu, hvussu fólk í bíbilsku tíðini frambóru JHVH. Men skuldi tað hildið okkum frá at brúka Guds navn? Á Bíbliunnar døgum varð navnið Jesus kanska framborið Jesjua ella møguliga  Jehosjua — tað veit eingin við vissu. Og kortini brúka fólk í øllum heiminum nú á døgum navnið Jesus í ymiskum sniði og siga tað, sum vanligt er á teirra máli. Tey himprast ikki við at brúka navnið, bara tí tey ikki vita, hvussu tað varð framborið í fyrstu øld. Fert tú uttanlands, verður tú eisini varur við, at navnið hjá tær ljóðar nógv øðrvísi á einum øðrum máli. Óvissa viðvíkjandi framburðinum av Guds navni í fornøldini er tí eingin haldgóð orsøk fyri ikki at brúka tað.

Ein onnur vanlig grundgeving fyri at strika Guds navn úr Bíbliuni, hevur samband við gamla jødiska siðvenju. Nógvir jødar meina, at fólk als ikki mugu siga Guds navn. Henda fatanin kemur eyðsæð av eini skeivari tulking av bíbilska boðnum: „Tú mást ikki misbrúka navn [Jehova] Guds tíns; tí [Jehova] letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara.“ — 2 Mósebók 20:7.

Lógin setir forboð fyri at misbrúka Guds navn. Men forbjóðar hon, at fólk virðiliga brúka hansara navn? Nei, als ikki. Teir, sum skrivaðu Hebraisku Skriftirnar („Gamla Testamenti“), vóru allir trúfastir menn; teir fylgdu lógini, sum Gud hevði givið fortíðar ísraelsmonnum, og teir brúktu ofta Guds navn. Til dømis brúktu teir tað í nógvum sálmum, sum vórðu sungnir hart av stórum tilbiðjarafjøldum. Jehova Gud gav enntá tænarum sínum boð um at ákalla hansara navn, og teir, ið vóru trúfastir, aktaðu. (Jóel 3:5; Ápostlasøgan 2:21) Av hesi orsøk ivast kristin nú á døgum ikki í at brúka Guds navn virðiliga, eins og Jesus heldur ikki gjørdi. — Jóhannes 17:26.

At bíbliutýðarar skifta Guds navn um við heiti er eitt álvarsamt mistak. Teir fáa Gud at virka fjaran og ópersónligan, meðan Bíblian eggjar okkum til at fáa tætt vinasamband í lag við hann. (Sálmur 25:14) Hugsa til dømis um ein av tínum heilt góðu vinum. Høvdu tit verið vinir, um tú aldri fekst at vita, hvussu hann æt? Nakað líknandi ger seg galdandi, um fólk ikki fáa nakað at vita um Guds navn, Jehova. Hvussu kunnu tey so koma nær til hansara? Tá fólk ikki brúka Guds navn, fáa tey heldur ikki at vita, hvussu undursama merking navnið hevur. Ja, hvat merkir navnið?

Gud greiddi sjálvur Mósesi frá, hvat navnið merkir. Tá Móses spurdi Gud um navn hansara, svaraði hann: „Eg eri Tann, sum  Eg eri!“ Ella sambært Ny Verden-Oversættelsen: ’Eg vil vera tað, sum eg vil vera.’ (2 Mósebók 3:14) Týðing Rotherhams endurgevur orðini á henda hátt: „Eg vil verða hvat, ið Mær enn líkar.“ Jehova kann altso verða hvat, ið enn krevst til at fremja hansara ætlanir.

Hugsa tær, at tú kundi verða hvat, tú enn fekst hug at vera! Hvat hevði tú so gjørt fyri vinir tínar? Gjørdist ein teirra illa sjúkur, kundi tú verða ein dugnaligur lækni og viðgera hann. Kom ein annar í fíggjarligt óføri, kundi tú verða ein ríkur góðgerðarmaður og koma honum til hjálpar. Men í veruleikanum er tað jú rættiliga avmarkað, hvat tú kanst verða. Soleiðis er hjá okkum øllum. Tú verður bilsin, tá tú so við og við lærir Bíbliuna betur at kenna og sært, hvussu Jehova kann verða alt, ið krevst til at halda tað, sum hann hevur lovað. Og hann vil fegin við megi síni hjálpa teimum, ið elska hann. (2 Krønikubók 16:9) Tey, sum ikki kenna Jehova navn, missa allar hesar vøkru síðurnar av hansara persónleika.

Navnið Jehova hoyrir eyðsæð heima í Bíbliuni. Tá vit vita, hvønn týdning tað hevur, og brúka tað í okkara tilbiðing, kunnu vit verða tættari knýtt at himmalska Faðir okkara, Jehova. *

^ par. 3 Fleiri upplýsingar um Guds navn, hvønn týdning tað hevur, og hví vit eiga at brúka tað í okkara tilbiðing, eru at finna í heftinum Guds navn sum stendur um ævir, sum Jehova Vitni hava givið út.

 

LÆR MEIRA

Hevur Gud eitt navn?

Gud hevur nógv heiti, eitt nú hin Alvaldi, Skapari og Harri. Men Guds persónliga navn stendur meira enn 7.000 ferðir í Bíbliuni.