Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 UPPÍSKOYTI

Eiga sonn kristin at brúka krossin í síni tilbiðing?

Eiga sonn kristin at brúka krossin í síni tilbiðing?

MILLIÓNIR av fólki elska og virða krossin. Den Store Danske Encyklopædi sigur, at „krossurin gjørdist týdningarmesta merki kristindómsins“. Men eiga kristin at brúka krossin í síni tilbiðing?

Tað er vert at leggja til merkis, at Jesus Kristus als ikki doyði á einum krossi. Grikska orðið, sum vanliga verður umsett „krossur“, er staurosʹ. Tað hevur grundtýdningin „upprættur steyri ella stólpi“. The Companion Bible ger vart við: „[Staurosʹ] merkir ongantíð tveir træbjálkar, sum eru settir upp á tvørs í einum ella øðrum vinkli . . . Einki í grikska teksti [Nýggja Testamentisins] gevur nakra ábending um, at talan er um tveir træbjálkar.“

 Í fleiri skriftstøðum verður eitt annað orð brúkt fyri avrættingaramboðið, sum Jesus varð hongdur upp á. Tað er grikska orðið xyʹlon. (Ápostlasøgan 5:30; 10:39; 13:29; Galatiabrævið 3:13; 1 Pætur 2:24) Hetta orðið merkir heilt einfalt „timbur“, „ein timburstokkur, ein stavur ella eitt træ“.

Sum frágreiðing um, hví ein einfaldur steyri ofta varð brúktur til avrættingar, sigur bókin Das Kreuz und die Kreuzigung (Krossurin og krossfestingin) av Hermann Fulda: „Trø vóru ikki tøk á øllum støðum, ið vóru kosin til almenna avrætting. Tí varð ein einfaldur bjálki settur í jørðina. Brotsmenninir vórðu bundnir ella negldir á hann við hondunum ovast, og ofta vórðu eisini føturnir negldir ella bundnir á steyran.“

Sterkasta prógvið av øllum kemur kortini úr Guds orði. Paulus ápostul sigur: „Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum — tí skrivað er: ’Bannaður er hvør tann, ið hongur á træi.’“ (Galatiabrævið 3:13) Her tekur Paulus upp eftir orðunum í Fimtu Mósebók 21:22, 23, har talan er um ein steyra, ikki ein kross. Tá ein slíkur avrættingarháttur gjørdi persónin til eitt „bann“, hevði tað so verið hóskandi hjá kristnum at prýtt heimið hjá sær við myndum av Kristusi á trænum?

Úr teimum fyrstu 300 árunum eftir deyða Kristusar eru eingir vitnisburðir um, at tey, sum játtaðu kristna trúgv, brúktu krossin í tilbiðingini. Men í fjórðu øld tók Konstantin keisari, sum var heiðin, við fráfalna kristindóminum og virkaði fyri at brúka krossin sum kristindómsins merki. Hvørji motiv Konstantin enn hevði, so hevði krossurin einki samband við Jesus Kristus. Krossurin hevur í veruleikanum heidnan uppruna. New Catholic Encyclopedia sigur: „Krossurin er funnin bæði í undankristnum og ikkikristnum mentanum.“ Ymiskar aðrar álítandi keldur hava sett krossin í samband við náttúrutrúgv og heidnar kynsligar halgisiðir.

Men hví lótu fólk so hetta heidna merkið fáa fótin fastan? Eftir øllum at døma fyri at tað skuldi vera lættari hjá heidningum at taka við sokallaða kristindóminum. Men Bíblian  fordømir klárt og greitt allan alsk til heiðin merki ella heidnar ímyndir. (2 Korintbræv 6:14-18) Skriftirnar banna alla avgudadýrkan. (2 Mósebók 20:4, 5; 1 Korintbræv 10:14) Tá kristin ikki brúka krossin í síni tilbiðing, er tað tí av góðum grundum. *

^ par. 4 Fleiri upplýsingar um krossin eru at finna á síðu 209-213 í bókini Lad os ræsonnere ud fra Skrifterne, sum Jehova Vitni hava givið út.