Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat lærir Bíblian veruliga?

 KAPITTUL ÁTJAN

Dópurin og títt samband við Gud

Dópurin og títt samband við Gud
  • Hvussu fer kristni dópurin fram?

  • Hvørji stig mást tú taka, áðrenn tú verður doyptur?

  • Hvussu verða vit vígd Gudi?

  • Hvør er orsøkin til, at ein letur seg doypa?

1. Hví bað ein etiopiskur hirðmaður um at verða doyptur?

„HYGG! Her er vatn — hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?“ Soleiðis spurdi ein etiopiskur hirðmaður í fyrstu øld. Ein kristin boðari, sum æt Filip, hevði sannført hann um, at Jesus var hin lovaði Messias. Sera hugtikin av tí,  sum hann hevði lært úr Skriftini, vildi hann nú verða doyptur. — Ápostlasøgan 8:26-36.

2. Hví mást tú av álvara umhugsa dópin?

2 Hevur tú gjølliga granskað undanfarnu kapitlini í hesi bókini saman við einum Jehova Vitni, kennir tú teg kanska eisini til reiðar at spyrja: ’Hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?’ Tú hevur nú lært, at Bíblian gevur lyfti um ævigt lív í Paradísinum. (Lukas 23:43; Opinberingin 21:3, 4) Tú hevur eisini lært, hvat Bíblian sigur um støðuna, sum tey deyðu eru í, og um uppreisnina. (Prædikarin 9:5; Jóhannes 5:28, 29) Kanska hevur tú eisini verið á møtum saman við Jehova Vitnum í teirra samkomu og við egnum eygum sæð, hvussu tey fylgja sonnu trúnni. (Jóhannes 13:35) Og fram um alt, so ert tú helst í ferð við at menna eitt persónligt samband við Jehova Gud.

3. (a) Hvørji boð gav Jesus sínum lærisveinum? (b) Hvussu fer vatndópurin fram?

3 Hvussu kanst tú vísa, at tú fegin vilt tæna Gudi? Við sínar lærisveinar segði Jesus: „Farið . . . út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir.“ (Matteus 28:19) Jesus vísti okkum vegin við sjálvur at verða doyptur í vatni. Hann varð ikki doyptur við at fáa eitt sindur av vatni slett á seg ella stoytt á høvdið. (Matteus 3:16) Orðið „doypa“ kemur av einum grikskum orði, sum merkir „at dýva ella drepa niður í vatn“. Kristni dópurin merkir tí at verða dývdur heilt undir kav.

4. Hvat vísa vit við dópinum?

4 Vatndópurin er eitt krav til øll, sum fegin vilja hava eitt gott samband við Jehova. Við dópinum vísa vit alment, at vit vilja tæna Gudi. Vit vísa, at vit hava hug at gera Guds vilja. (Sálmur 40:8, 9) Men fyri at gerast skikkaður til dópin eru ávís stig, sum mugu takast.

 NEYÐUGT AT HAVA KUNNSKAP OG TRÚGV

5. (a) Hvat er fyrsta stigið, um vit skulu gerast skikkað til dóp? (b) Hví er tað umráðandi at ganga á møti í samkomuni?

5 Fyrsta stigið ert tú longu farin undir. Hvussu? Við at fáa tær kunnskap um Jehova Gud og Jesus Kristus, kanska við miðvísum bíbliulestri. (Jóhannes 17:3) Men nógv er at læra. Og kristin vilja fegin „fyllast við kunnskapinum um vilja [Guds]“. (Kolossebrævið 1:9) Tú fært góða hjálp á leiðini við at ganga á møti í samkomuni hjá Jehova Vitnum. Tað hevur stóran týdning at koma á sovorðin møti. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Ert tú regluliga við á møtunum, fært tú størri kunnskap um Gud.

At fáa sær hollan kunnskap úr Guds orði er eitt týðandi stig fram ímóti dópi

6. Hvussu stóran bíbliukunnskap skulu vit hava fyri at verða doypt?

6 Tær nýtist sjálvandi ikki at vita alt, sum stendur í Bíbliuni, fyri at verða doyptur. Etiopiski hirðmaðurin hevði nakað av kunnskapi, men ávísar partar í Skriftini skilti hann ikki uttan at fáa hjálp. (Ápostlasøgan 8:30, 31) Tú hevur sum hann framvegis nógv at læra. Í veruleikanum verða vit ongantíð liðug at læra um Gud. (Prædikarin 3:11) Men áðrenn tú kanst verða doyptur, mást tú í hvussu er skilja og viðurkenna grundleggjandi lærur í Bíbliuni. (Hebrearabrævið 5:12) Til dømis mást tú skilja og viðurkenna læruna um støðu teirra deyðu og um, hvussu stóran týdning Guds navn og Guds ríki hava.

7. Hvørja ávirkan skuldi bíbliulesturin havt á teg?

7 Men kunnskapur er ikki nóg mikið í sjálvum sær, tí „uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast [Gudi]“. (Hebrearabrævið 11:6) Um nøkur fólk, sum búðu í fornaldarbýnum Korint, sigur Bíblian, at tey eftir at hava hoyrt kristna boðskapin „komu til trúgv og lótu seg doypa“. (Ápostlasøgan 18:8) Soleiðis skuldi tín lestur í Bíbliuni eisini givið tær sterka trúgv á, at hon er Guds innblásta orð. Bíbliulestur skuldi hjálpt tær at fáa trúgv á tað, sum  Gud hevur lovað, og á, at Jesu offur kann frelsa teg. — Josva 23:14; Ápostlasøgan 4:12; 2 Timoteus 3:16, 17.

SIG ØÐRUM FRÁ BÍBLIUNNAR BOÐSKAPI

8. Hvat fær teg at siga øðrum frá tí, sum tú hevur lært?

8 So hvørt sum trúgvin mennist í tínum hjarta, fært tú ilt við at hava tað, sum tú hevur lært, fyri teg sjálvan. (Jeremias 20:9) Tú følir teg eggjaðan at siga øðrum frá Gudi og hansara ætlanum. — 2 Korintbræv 4:13.

Trúgvin skuldi fingið teg at sagt øðrum frá tí, sum tú ert sannførdur um

9, 10. (a) Hvørjum kanst tú fyrst greiða frá boðskapinum í Bíbliuni? (b) Hvat skalt tú gera, um tú fegin vilt vera við í skipaða boðanararbeiðinum hjá Jehova Vitnum?

9 At byrja við kundi tú fólkaliga greitt familju, vinum, grannum og arbeiðsfelagum frá boðskapinum í Bíbliuni. Sum frá líður, fært tú hug at vera við í skipaða boðanararbeiðinum hjá Jehova Vitnum. Til ta tíð kanst tú orða tað við tann, sum lesur Bíbliuna við tær. Vísir tað seg, at tú ert skikkaður at vera við í almennu boðanini, verður skipað fyri, at tú og tann, sum lesur við tær, kunnu tosa við tveir elstar í samkomuni.

10 Á tann hátt verður tú betur kendur við nakrar av teim-um elstu, sum eru hirðar hjá fylgi Guds. (Ápostlasøgan 20:28; 1 Pætur 5:2, 3) Síggja teir elstu, at tú skilur og viðurkennir grundleggjandi lærurnar í Bíbliuni, at tú livir samsvarandi meginreglunum í Bíbliuni og veruliga ynskir at verða eitt Jehova Vitni, so fært tú at vita, at tú sum ódoyptur boðari kanst vera við at bera gleðiboðini út í almennu boðanini.

11. Hvørjar broytingar mugu summi kanska fremja, áðrenn tey eru skikkað at vera við í almennu boðanini?

11 Hinvegin skalt tú kanska fremja ávísar broytingar í lívshátti og vanum, áðrenn tú ert skikkaður at vera við í almennu boðanini. Til dømis mást tú kanska halda uppat við onkrum, sum tú fyrr hevur gjørt og hildið loyniligt.  Tí mást tú, áðrenn tú biður um at blíva ódoyptur boðari, vera givin við álvarsomum syndum, eitt nú kynsligum siðloysi ella rúsdrekka- og evnismisnýtslu. — 1 Korintbræv 6:9, 10; Galatiabrævið 5:19-21.

SINNISBROYTING OG UMVENDING

12. Hví er ein sinnisbroyting neyðug?

12 Onnur stig eru eisini neyðug, áðrenn tú kanst verða doyptur. Pætur ápostul segði: „Fáið tí annað sinni og vendið við, so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar.“ (Ápostlasøgan 3:19) At fáa „annað sinni“ er veruliga at angra nakað, sum vit hava gjørt. Tað er eyðsæð, at ein sinnisbroyting er hóskandi hjá tí, sum hevur livað í siðloysi. Men hon er eisini neyðug hjá honum, sum hevur livað eitt hampiligt lív. Hví? Tí øll menniskju eru syndarar, og øllum tørvar fyrigeving frá Gudi. (Rómbrævið 3:23; 5:12) Áðrenn tú fórt at granska Bíbliuna, visti tú ikki, hvat Guds vilji var. Av teirri grund kanst tú sjálvandi ikki hava livað fullkomiliga eftir hansara vilja, og tí er neyðugt at broyta sinni.

13. Hvat er umvending?

13 Tá vit hava broytt sinni, mugu vit verða umvend ella ’venda við’. Tað er ikki nóg mikið at angra sín skeiva atburð. Vit mugu eisini venda okkum frá tí lívinum, sum vit livdu áður, og vera heilt avgjørd í hiðanífrá at gera tað, sum er rætt. Sinnisbroyting og umvending eru neyðug stig, sum mugu takast, áðrenn vit verða doypt.

PERSÓNLIG VÍGSLA

14. Hvat týðandi stig mugu vit taka, áðrenn vit verða doypt?

14 Eitt annað týðandi stig má eisini takast, áðrenn vit verða doypt. Vit mugu víga okkum til Jehova Gud.

Hevur tú persónliga vígt teg til Gud í bøn?

15, 16. Hvat merkir tað at víga seg til Gud, og hvat fær fólk at gera tað?

15 Tá tú vígir teg til Jehova Gud í inniligari bøn, lovar  tú honum óskerdan kærleika í allar ævir. (5 Mósebók 6:15, Ny Verden-Oversættelsen) Men hví skuldi nakar havt hug at givið eitt slíkt lyfti? Vit kunnu lýsa tað við einum dømi. Hugsa tær ein ungan mann, sum er farin at ganga saman við eini ungari kvinnu. Jú betur hann kemur at kenna hana og sær allar hennara góðu eginleikar, tess meiri kennir hann seg drignan at henni. Sum frá líður, fellur tað heilt natúrligt, at hann ber upp bønarorð. At hann giftir seg, merkir sjálvsagt, at hann átekur sær nýggjar skyldur, men kærleikin fær hann at taka hetta týdningarmikla stigið.

16 Tá tú lærir Jehova at kenna og fært kærleika til hansara, fært tú hug at tæna honum uttan treytir, uttan at seta mark fyri tíni tilbiðing av honum. Ein og hvør, sum vil fylgja soni Guds, Jesusi Kristi, má „avnokta seg sjálvan“. (Markus 8:34) Vit avnokta okkum sjálvi við at syrgja fyri, at okkara egnu ynski og ætlanir ikki gerast ein forðing fyri okkara treytaleysa lýdni móti Gudi. Ein treyt fyri at verða doyptur er altso eisini, at tú metir tað at gera Guds vilja sum týdningarmesta málið í tínum lívi. — 1 Pætur 4:2.

VINN Á ÓTTANUM FYRI AT MISEYDNAST

17. Hvør kann vera orsøkin, tá summi ivast í at víga seg til Gud?

17 Summi ivast í at víga seg til Jehova, tí tey ikki rættiliga tora at taka eitt so avgerandi stig. Kanska kvíða tey fyri, at tey sum vígd kristin skulu standa honum til svars. Av ótta fyri at miseydnast og svíkja Jehova, halda tey tað vera best ikki at víga seg til hansara.

18. Hvat kann fáa teg at víga teg til Gud?

18 So við og við sum kærleikin til Jehova veksur, fært tú hug at víga teg til hansara og gera títt ítasta fyri at liva upp til vígsluna. (Prædikarin 5:3) Tá tú ert vígdur Gudi,  vilt tú uttan iva fegin „liva [Jehova] verdiga, sum Honum líkar á allan hátt“. (Kolossebrævið 1:10) Av tí at tú elskar Gud, kennist tað ikki ov tungt at gera hansara vilja. Tú tekur uttan iva undir við Jóhannesi ápostli, sum skrivaði: „Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.“ — 1 Jóhannes 5:3.

19. Hví skalt tú ikki vera bangin fyri at víga teg til Gud?

19 Tú noyðist ikki at vera fullkomin fyri at víga teg til Gud. Jehova kennir okkara avmarkingar og væntar ongantíð meira av okkum, enn vit eru før fyri. (Sálmur 103:14) Hann vil, at tær skal gangast væl; hann styrkir teg og hjálpir tær. (Esaias 41:10) Lítur tú av øllum hjarta  tínum á Jehova, kanst tú vera vísur í, at hann ’ger gøtur tínar rættar’. — Orðtøkini 3:5, 6.

ÍMYNDA VÍGSLU TÍNA VIÐ DÓPI

20. Hví kann vígsla til Jehova ikki bara vera eitt privatmál?

20 Umhugsar tú gjølliga alt, sum vit her hava umrøtt, kann tað kanska hjálpa tær at víga teg til Jehova í bøn. Ein og hvør, sum veruliga elskar Gud, má eisini ’við munninum játta alment til frelsu’. (Rómbrævið 10:10, Ny Verden-Oversættelsen) Hvussu gert tú tað?

Dópurin merkir at doyggja viðvíkjandi tí lívinum, ein hevur livað, og livna aftur fyri at gera Guds vilja

21, 22. Hvussu kanst tú alment játta trúgv tína?

 21 Sig við forsætisumsjónarmannin í tíni samkomu, at tú vilt doypast. Hann skipar so fyri, at nakrir elstar saman við tær ganga ígjøgnum eina røð av spurningum, sum spenna yvir grundleggjandi lærur í Bíbliuni. Eru teir elstu á einum máli um, at tú ert skikkaður til dóp, siga teir við teg, at tú kanst verða doyptur næstu ferð, høvi býðst. * Í sambandi við dópin verður vanliga hildin ein fyrilestur um týdningin av dópinum. Síðani biður talarin tey, sum skulu doypast, svara tveimum einføldum spurningum. Soleiðis fáa tey høvi at ’játta’ trúgv sína alment.

22 Tað er við sjálvum dópinum, tú alment gevur til kennar, at tú hevur vígt teg til Gud og nú ert eitt Jehova Vitni. Tey, sum skulu doypast, verða altso dývd undir kav fyri alment at vísa, at tey hava vígt seg til Jehova.

MEININGIN VIÐ TÍNUM DÓPI

23. Hvat merkir tað at verða doyptur „til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans“?

23 Jesus segði, at hansara lærisveinar skuldu doypast „til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans“. (Matteus 28:19) Tað merkir, at ein, sum verður doyptur, viðurkennir valdið, sum Jehova Gud og Jesus Kristus hava. (Sálmur 83:19; Matteus 28:18) Hann viðurkennir eisini tann starvshátt og tað virki, sum Guds heilagi andi ella virksama kraft hevur. — Galatiabrævið 5:22, 23; 2 Pætur 1:21.

24, 25. (a) Hvat ímyndar dópurin? (b) Hvør spurningur stendur eftir?

24 Dópurin er ikki bara at baða sær. Hann er ein ímynd og lýsir nakað, sum hevur sera stóran týdning.  At tú verður søktur heilt undir vatn, ímyndar, at tú doyrt viðvíkjandi tí lívinum, tú hevur livað. At tú verður lyftur upp úr vatninum, lýsir, at tú nú aftur er á lívi fyri at gera Guds vilja. Minst til, at tú hevur vígt teg til Jehova Gud sjálvan, ikki til eitt arbeiði, eina søk, onnur menniskju ella eina samskipan. Tín vígsla og tín dópur eru byrjanin til eitt sera tætt vinalag við Gud — eitt trúnaðarsamband við hann. — Sálmur 25:14.

25 Dópurin er eingin trygd fyri frelsu. Paulus ápostul skrivaði: ’Arbeiðið við ótta og bivan uppá frelsu tykkara.’ (Filippibrævið 2:12) Dópurin er bara ein byrjan. Spurningurin er: Hvussu verða vit verandi í kærleika Guds? Tann spurningurin verður svaraður í seinasta kapitlinum.

^ par. 21 Dópur er fastur táttur á skránni fyri árligar stevnur og stevnudagar hjá Jehova Vitnum.